leygardagur 1. mars 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Kavamaðurin,
sum hvarv
Nú vil eg skriva tykkum eina søgu.
Einaferð var tað ein genta og ein drongur, tey
spældu altíð saman. Ein dagin var kavi úti. So
fór drongurin út til gentuna at spyrja hana, um
hon kundi koma út at gera ein kavamann. Tey
so gjørdu. So nakrar dagar seinni, so spyr
gentan, um tey skulu taka hann inn. Ja, so tek-
ur gentan hann inn, og um morgunin fer gentan
upp, og tá sá hon, at kavamaðurin var horvin.
Hon fór at gráta.
Heilsan
Lív Skoubo
Jonna,
sum er
7 ára gomul
hevur sent
okkum
hesa tekningina
———— /"— 2000 sm ————
JR
MAÐUR Í SyggN
— FAN
1 1 Í
Send loysnina á krossorða-gátuni til
Sosialin arnasidan), box 76, Torshavn
innan komandi leygardag.
sosialurin
VT GERA «tt fall spal
FOTBOLTURIN = VATTÆTTI - HV .
1IRLIN! = EIN PORPIRS-BA ,SOM TO LI1IBR FRIÐ 7
VÍÐ Kl/STURBANDI. Í
(ELLA EIN STØR SVÆVULDSS,
BORÐIÐ
HAR EIN SÍÐA ER
mg BURTURSKORN )
A 3
I. BYRA viÐ Ár LEGGJÐ BOLTIN Í MIÐJUNP (TEL SO í
2. VÍTA HVUSSU WOGV HAL TT KUNNI BLÍSA HVØR. >
lv SKALT BROKR :
EINA VEITRURÐ #27
8777 VØITPETT) — PAPP
ELLA "HUL
KLISTU
/3
LOYNIHELLIÐ
eftir J. M. Neale
Eitt marg-
háttligt bræv
Thekla tagdi.
„Um tað bert eru snildir, harri, so munnu róm-
verjar fara at vera á varðhaldi í nátt. Í morgir kundi
eg so farið niður og vita, hvat har er á vási. Tá hevði
eg helst eisini hitt Aristides, um brævið var ekta«.
>Húsj, hoyri!«
Eitt neyðarsligt róp.
Difilus gekk tá yvir at munnanum.
»Sløkkid!« teskaði hann. Varisliga dró hann for-
hangið til síðis, legði seg skerflatan og ók fram at
tromini. Júst tá kom mánin undan tindinum, og
dalurin og fjallið yvir av teimum lá í bleikum mána-
lýsi. Ein leta gekk, so høvdu eygu hansara vant seg
við myrkrið. Hann helt seg síggja eitt fólk standa
beint niðri undir hellismunnanum. Annars tyktist alt
at vera friðarligt. Eygu hansara leitaðu oman og
niðan gjøgnum dalin. — Har var einki at síggja!
Skepilsið undir honum flutti seg úr stað. Ein
steinur til støddar sum ein nevi kom fúkandi, hann
rakti ikki á hellismunnan og datt niðuraftur
Einaferð afturat læt Difilus eygu síni leita gjøgn-
um hvenn krók í dalinum. Onki var at síggja uttan
skepilsid, sum blakað hevði steinin. So mundi brævið
vera ekta kortini.
Difilus mundi rópt niður til mannin, men so helt
hann, at hann átti fyrst at siga harra sínum frá. Líka
so ljódliga, sum hann var kropin fram á tromina,
kreyp hann nú innaftur.
Var tað ikki mannamál hann hoyrdi? —
Difilus lá pinnastillur. — Sanniliga! — Tað ljóðaði
sum tveir ella tríggir menn, ið tosaðu spakuliga
sínámillum.
Varisliga kreyp hann út aftur á tromina. Mánin
skein eitt sindur inn vinstrumegin í hellismunnan-
um. Maðurin, niðriundir hevði verið, var horvin
12. partur:
Difilus læt eyguni aftur reika í myrkrinum. Var har
ikki okkurt, ið skygdi í månalysinum? — Hasir
skuggarnir kundu koma av fjallinum ella av einum
knútutum træbuli. — Men har! — Nú fluttu teir seg!
— So var hann ikki í iva longur! —
Difilus andaði tungan. Hevði hann havt rópt! —
Hann tordi ikki at hugsa um, hvat so var hent. —
Spakulig kreyp hann innaftur. Hann hongdi for-
hangið væl og virðiliga upp fyri aftur og fór inn í
hellið.
»Hvussu var, Difilus?«
>Brævið er falsað. Tveir ella triggir menn standa
har niðri. Eg sá sverðið hjá einum skyggja í mána-
lýsinum, tað munnu vera hermenn...
»Gud havi lov, at vit ikki lótu okkum lumpa«,
teskaði Thekla.
>Men tað var nú bara gott, at teir royndu hesar
snildir«, segði Basilius. >Tá ið teir einki hava fingið
burturúr, so halda teir bara, at hellið er tómt og so —
kunnu vit kenna okkum heilt trygg! — Nú ræður
bara um, at vit halda okkum kúrr. Ljós nýtist okkum
ikki nú. — Tað hevði verið allarbest, at vit legdu
okkum at sova«.
Miseydnadar
snildir
13. partur:
Tað hevði ongantíð verið Pambo fyri áður! Hermenn-
inir vóru ikki meir enn komnir til Zericah, so streyk
hann avstað at ávara Basilius. Hann stongdi í
skundi. Hann ætlaði sær at ganga ein veg, sum var
styttri, men sum hann ikki hevði gingið nú í nógv ár.
Men hann mundi vera sneiddur ov tíðliga til viks, tí
tá ið myrkrið kom á hann, var hann so púra vilstur
Framhaid
——————— &—|——»———æ———£»£——[|$”8——