Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 1980síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin nýtt um nevn Til minnis um Gunnar Nolsøe Tann 15. februar andað- ist Gunnar Nåélsøe, fyrr verandi yvirvrakari, Klaksvík. Gunnar var 77 ára gamal nú hann doyði. Hann varð føddur í Vestmanna 2. desemb- er 1903. Foreldur hans- ara vóru Hans Nólseæ, keypmaður, Vestmanna, ættaður sunnan úr Vági og Hansina fødd Bærentsen, ættað úr Havn Sum ungur var Gunn- ar í krambúðini hjá pápa sínum. Eitt áramál var hann eisini fiskimaður. Hann var til fiskiskap bæði við slupp og við trolara. Seinni var hann fiskavrakari i Vest- manna. Í 1930 giftist Gunnar við Astrid Waag úr Klaksvík. Tey fingu bernini Hans og Hjerdis, sum bæði eru fødd í Vestmanna. Í 1935 varð Gunnar settur í starvið sum vrakieftirlitsmaður i Norðoyggjum. Gunnar og Astrid fluttu tå til Klaksvikar og bygdu teirra heim å Vågsstong- um. Í 1947 varð Gunnar åtnevndur til yvirvrak- ara og røkti hann hetta starv til hann fyri nøkr- um fáum árum síðani legði frá sær vegna ald- ur. Í 1936 var Gunnar við til at stovna Norðoya Javnaðarfelag. Tá javn- aðarfelagið fylti 30 ár í 1966 vórðu Gunnar og Niels Hjemsten heiðrað- ir við takkarskrivi. Gunnar og Niels vóru teir einastu av stovnar- um felagsins, ið tá vóru eftir á lívi. Umframt hesar báðar. fekk eisini Einar Waag, sum nekur ár seinni hevði staðið á odda fyri at endurstovna Norðoya Javnaðarfelag, sama takkarskriv. Í sínum arbeiði sum vrakari, vrakieftirlits- maður og yvirvrakari var Gunnar Nélsøe mett- ur at vera skilamaður og álitismaður burtur av Hann rekti sítt arbeiði samvitskufult og til full- nar. Gunnar var ein góð- ur maður og pápi. Hann var góður fyri sítt heim. Hetta bera heimið og umhvervið heimið boð um. Gunnar var heithjart aður javnaðarmaður Eldhugaður gekk hann inn fyri hesi hugsjón. Hann tosaði hesa sek við oll tey, hann kom á tal við. Og øll árini var hann ein trúfastur luttakari á ellum teimum fundum, sum Norðoya Javnaðar- felag skipaði fyri. Sum menniskja var Gunnar lítilátin og frið- sælur. Men kortini var hann ógvuliga fyrikom- andi og prátingarsamur Vit, sum hevdu ta gleði at kenna Gunnar, hava bert góð minni um hann. Astrid, Hjerdis, Hans og yngri Gunnar hava mist ein mann, pápa og abba. Men eftir Gunnar hava tit minni um ein góðan mann, ein góðan pápa og ein góðan abba. Harrin styrki og signi tykkum. Vit yvir minnið um Gunnar Nolsee. uttanum lýsa frið Vilheim at halda Sosialin Nýtið hetta góða tilboð. Skrivið naun og bústað á lep- an niðanfyri, og sendi hann til Sosialin. Tú fær tá blaðið sendandi við postinum ókeypis til 1. apríl. ókeypis til 1. apríl. Navn: Bustadur Kannad posthusinum Undirritadi teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fær blaðið Postbox 76 | 3800 Tórshavn Í (SOSIALURIN rinder postgjaldid) Nr. 19 — 8. mars 1980 dagbókin Læknavaktirnar Tórshavn: Jacob Høj- gaard, tif. 1 17 63 Norðoyggjar: Olavur Gaard, tlf. 5 69 00 Eysturoyggin: Petur Rein- ert, tif. 2 31 06 Suðuroyggin: Tlf. 7 15 60 Tannlæknavaktin, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13—4. Tlf. 1 45 44. Gudstænastur Havnar kirkja: Axel Tór- garð Vesturkirkjan: Høgni Poulsen, altargongd Argir: Kjartan Mørkøre Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd Vestmanna: Jåkup Magn- 1ssen, altargongd Norðskáli: Petur M. Ras- mussen, kl. 17 Geta: Torkil Beder, ung- dóms- og ítróttarguds- tænasta Strendur: Petur M. Ras- mussen Klaksvík: Henning Beges- vang Kunoy: Niels P. Danielsen Servágur: David Johanne- sen Sandavágur: Hegni Poul- sen kl. 20 Skálavík: Bergur Jacob- sen, altargongd Hov: Bjarni Bæk, altar- gongd Hvalba: Elsa Funding, altargongd. Talvan gong- ir til frama fyri Sjómans- missiónina Famien: Johan Weihe, altargongd Í Suðurstreymoyar vest ara prestagjaldi gongur talvan til frama fyri Sjó- mansmissiónina hjá Innri missión. UTF á Tveroyri Í kveld kl. 19 verður fund- ur í losjuni á Tveroyri, og er tað Ungtemplarasam- band Feroya, sum skipar fyri. Heitið á fundinum er „Hvat er UTF«, og sagt verður frá um UTF og ar- beiði tess. Hesin fundur er í sam- band við tær ætlanir, UTF hevur um at stovna eina ungmannadeild á Tver oyri. Øl, sum hava áhuga fyri einum tílíkum felag og fyri fráhaldsarbeiði yvir- hevur, eru vælkomin á fundin. Evangeliska røddin hoyrist hvert mánakveld kl. 22.30 á feroyskum frá Monte Carlo, millum- bylgju 205 m (1466 mHz). Orð krossins Sending á íslendskum. Hoyrist hvert mánakveld kl. 23.15 frá Monte Carlo á millumbylgju 205 m (1466 kHz). Støt Viljen Losjan Støt Viljen hevur fund i Uppistovu måna- kveldið kl. 20. Grækarismessu- haldimorgin þá i Grækarismessuhaldid i Havn verdur i morgin. Sum vant fara skotalidini vid Havnar Hornorkestri å odda i skrúðgongu úr Vågsbotni kl. 15. Gingið verður úr Vágsbotni út í Lítluvík, niðan Be- getu og Tróndargetu eftir Sjúrðagetu í Niels Finsens- getu og so oman á Vaglið, har Unglingaorkestrið spælir og Tryggvi Sondum heldur reðu. al = - sg