mikudagur 12. mars 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TTT NR 4
Síða 2 Nr. 20 — 12. mars 1980
—
dagbókin
| Niels Juel Nielsen
til áminningar
Hósdagin 28. februar
1980 andaðist Niels Juel
Nielsen, Tórshavn. Var
feddur í Havn 25. de-
sember 1911 og var so-
leiðis bert 68 ár nú hann
legði frá sær med alla.
Niels Juel hjá barberin-
um hevði allar dagar
sínar sína dagligu gongd
í Havn og millum tað
fólk, sum her livdi og
ferðaðist. Hann var gift-
ur við Fredrikku ættað
av Fredrikku, ættað av
Skála, og vóru 2 bern í
hjúnarlagnum, Anita og
Anthony.
Í dagliga lívi sínum og
í gerandisdegnum sum
aðrar kendu vit Niels
Juel sum persónin, ið
hevði evnini til at vera
fyrikomandi og
hjálpsamur, ikki minst í
ávikum tá skrivast
skuldi og tel vóru uppi í.
A hesum økjum var
hann mestsum tann
føddi.
Niels Juel Nielsen
starvaðist mestu ævi
sína á Vanlukkutrygg-
Talvkapping
í Kollafirði
Staklingakappingin í
talvi verður í ár í Kolla-
firði. Kappingin byrjar
28. mars og hon endar
6. apríl, páskadag.
Kollafjarðar talvfelag
upplýsir, at telvað
verður í fýra bólkum,
landsliðsbólki, 1. bólki,
2. bólki og unglinga-
bólki. Tann, sum ætlar
at luttaka í unglinga-
bólkinum, skal íkki
vera fyltur 20 ár 1.
januar 1980.
Byrjað verður at
telva hvønn dag kl.
14.30 og talvtíðin
verður hálvurtriði tími
til 40 leikir og síðani
ein tími til hverjar 16
leikir. Nidurløgd talv
verða telvað sama
kveldið og morgunin
eftir, tá tey skulu ger-
ast liðug.
Kollafjarðar Talv-
felag undirstrikar, at
kappingin verður ratað
og at olympiaduár er.
Tilmelding til kapp-
ingina og luttekugjald-
ið skal vera
Kollafjarðar Talvfelag
í hendi í seinasta lagi
15. mars.
Steyp verða latin
trimum teimum bestu í
hverjum bólki til ogn-
ar.
Annan páskadag
verður so Feroyameist-
arakapping í snartalvi.
ingini, har hann seinri
gjerdist stjóri og tey
munnu vera fleiri, sum
bera honum alt gott fyri
tað, sum hann har avrik-
aði tey mongu árini.
Men tað var í felags-
lívinum, vit komu mest
at kennast og samstarv-
ast. Niels Jule var eitt av
hesum fólkunum, sum
ongantíð bar seg undan,
um onkur bað um eina
hjálpandi hond og soleið-
is kom hann at vera við í
nógvum felagslivi, ja,
hann var hvørki meira
ella minni eitt av hesum
neyðugu hjólunum, eitt
arbeiðsjarn fyri at fáa alt
at virka. Og mong hevdu
boð eftir hansara serligu
gávum sum organisa-
sjónsmanni.
Sum avgjørdur frá-
haldsmaður kom hann at
hava stóra ávirkan á
hesa rerslu í langt ára-
mál. Hann sat sum blað-
stjóri á »Gladustrok« frå
tí blaðið kom av fyrstan
tíð í 1948, og langt upp í
hálvtrýssini, eitt ar-
beiðseki, sum ikki var
takksamt, men her
megnaði hann at halda
eina kós, sum fráhalds-
rerslan merkti sum eina
stóra styrki. Hann var
leingi skrivari í landsfe-
lag NIOGTS og var sum
heild maðurin, sum litið
varð á tá nakað av álv-
ara skuldi skrivast ella
greiðast roknskaparliga.
Hann gjørdi tað sum
ofta var ringt at fáa onn-
ur at gera, hann gjørdi
„tolmóðiheitsarbeiði =.
Tað vera helst fleiri
sum koma at greiða frá
ymsum virkisøkjum
hansara, eitt av hesum
var hansara serligi åhugi
og hegni sum fotografur
ein åhugi, sum ofta er
komin mongum til nyttu
og gagns, tað bar altíð til
at heita á Niels Juel, um
onkur serskild mynd
skuldi brúkast, og fúsur
var hann altíð at gera
tær eina tænastu, líka-
mikið næstan nær tað
skuldi vera.
Vit kundu ynskt hon-
um fleiri góð ár nú eftir
at hann hevði lagt frá
sær á Vanlukkutrygg-
ingini, men arbeiðið
hevði slitið mannin og
boðið gjørdist ikki langt
Tey eftirsitandi bera
sorg og tungan sakn.
Men fleiri eru eisini, sum
veruliga kenna sakn, nú
Niels Juel ikki meira er
at síggja í getunum, ikki
meira steðgar á at skifta
nekur orð, ikki meira er
at heita á
j. lindenskov
Arbeiðaraflokkurin
á veg aftur í
stjórnarsessin?
Meðan arbeiðaraflokk-
urin í Ísrael í 29 ár
hevði stjórnarvaldið
gjørdist Ísrael eitt
rættiliga sosialdemo-
kratiskt ríki. Hetta
segði formaðurin í ísra-
elska arbeiðaraflokkin-
um Shimon Peres, á ein-
um tíðindafundi í Fin-
landi herfyri.
Hann vísti á, at meðan Ar-
beiðaraflokkurin hevði
valdi í landinum, búði ein
tíggjundapartur av fólk-
inum í kibbutzum ella so-
kallaðum Moshovs, sum
er felagsskapir uttan
bureaukrati, pengar ella
hervald, við stórari
framleiðslumegi. Fakfe-
lagsrerslan stendur fyri
einum fjórðingi av land-
sins framleiðslu. Hon hev-
ur egnu verksmiðjur og
bankar. Meðan arbeiðara-
flokkurin hevði ræði í
landinum, var einki
arbeiðsloysi.
Sum vera man líkaði
Shimon Peres
hetta ikki høgraflokkinum
í landinum, Likud. Tað
eydnaðist at vinna á Ar-
beiðaraflokkinum, men
seinni hevur tað verið
ógvuliga torfert at fylgja
sínum vallyftum. Seinastu
veljarakanningarnar vísa,
at Arbeiðaraflokkurin fær
44% av atkveðunum, og
Likud fær bert 25%.
Meðan Likud hevur
sitið við ræðið, hevur
privati kapitalurin havt
fríari ræsur, og sum fylgja
av hesum, er munurin á
lågløntum og hågløntum
øktur munandi, men eisini
i trygdar- og uttanrikis-
málum er ósemjan stór
millum flokkarnar. Likud
vil fera ein meira harð-
rendan uttanríkispolitikk,
meðan Arbeiðaraflokkurin
heldur vil royna semju.
Friðurin millum Ísrael og
Egyptaland må halda
fram, sigur Peres, sum
annars hevur góðar vónir
um skjótt at koma aftur
til valdið í Ísrael.
Býráðsfundurin tann 13. mars 1980 er
avlýstur.
Tórshavnar býráð 9. mars 1980
Festugudstænastur
í dag:
Havnar kirkja: Niels P.
Danielsen
Eiði: Henning Begesvang
Funningur: Kjartan Merk-
ere
Fuglafjerður: Jákup Kass
Geta: Høgni Poulsen
Viðareiði: Ejvind Vilhelm
Hósdagin:
Kaldbak: Hans J. Joensen
Strendur: Petur M. Ras-
mussen
Leirvík: Hegni Poulsen
Klaksvík: Ejvind Vilhelm
Hvalba: Johan Weihe
Tveroyri: Elsa Funding
Norea Radio
Danmark
Hoyrist á millumbylgju
205 m (1466 kHz) kl. 21.15
—21.30.
Í dag: >Kom hid til
mig!< Andakt við Finn
Evald, musikklærara.
Sangynski frá lurtarun-
um.
Norskar sendingar eru
hvert kveld kl. 17.05 á
stuttbylgju 31 m (9,6
mHz) og kl. 18.05 á 41 m
(7,2 mHz).
Uppistova
Juniordeildin hevur fund i
kvøld kl. 19 og Ung-
mannadeildin kl. 21.
Samkoma fyri tilkomin
og eldri verður fríggjadag-
Feroyskar kvinnur eru
við í einum tiltaki, sum
eftir øllum at dema
verður stersta
fólkafylking í heimin-
um. Tað er undir-
skriftasavnanin Kvinn-
ur fyri friði.
Í einum tíðinda-
skrivi um tiltakið
verður sagt:
| februar mánað settu
tríggjar danskar kvinnur
sær fyri at heita á allar
gentur og konur í norður-
londum um at stríðast fyri
avvápnan og friði í heim-
inum.
Avgjørt varð at skipa
fyri innsavnan av undir-
skriftum frá so nógvum
kvinnum sum møguligt og
síðani at senda tær til ST
hin 15. mai i år.
Íbirtingarkonurnar
leggja dent á, at hetta er
eitt tiltak, sum bert kvinn-
ur skipa fyri og taka lut í.
Eisini gera tær vart við, at
tiltakið er óheft av parta-
politikki og átrúna.
Áhugin fyri tiltakinum
hevur verið alstórur.
Beinanvegin fóru konu-
fólk í øllum norðurlondum
til verka fyri at savna
undirskriftir. Harumframt
hava kvinnur úr ødrum
londum eisini tíkið undir
Størsta fólka-
fylking í heiminum
in kl. 15 og um kveldið kl.
20 er opið hús fyri all.
Úr Tjernuvík til
Hósvíkar
Í annadkvøld kl. 20 heldur
Sámal Johansen, fyrrv
lærari, fyrilestur í salinum
á Debesartrød. Hetta er
fyrri fyrilestur hansara
um bygdalív og fólk í
Norðstreymoy.
Í hesum fyrilestrinum
tekur hann leiðina úr
Tjernuvík til Hósvíkar.
Súrsokkur
„Súrsokkur< nr. 4 kom út
Altjóða Kvinnudagin 8.
mars. Tað er Kvinnufylk-
ingin í Havn, ið gevur
blaðið út.
Blaðið snýr seg hesa
ferð m.a. um, hvussu tað
er at vera mamma, hví vit
fáa børn og barsilsorlov,
sum allar kvinnur, ið eru
lenmóttakarar, hava rætt
til. Í blaðnum er eisini
samreða við fýra kvinnur
um sjálva feðingina á
hospitalinum í Havn.
>Súrsokkur< nr. 4 er 24
blaðsíður til steddar og
kostar 10 kr. Hann eigur
at kunna fåast i øllum
handlum og kioskum i
landinum og annars við at
venda sær til:
»Kvinnufylkingina«
Sverrisgøtu 17
3800 Torshavn
vid hugskotinum. Nógvir
menn vilja fegnir arbeiða
við, men teir eru bidnir um
at skipa fyri onkrum
ødrum tiltaki, ið kann
stuðla tiltakinum hjá
kvinnunum.
Upprunaliga var málið í
norðurlondum at savna
saman 3—5 mill. av undir
skriftum úr Danmark,
Noregi, Svøriki, Finnlandi,
Føroyum, Íslandi og Grøn-
landi. Eftir ollum at dama
verður talið væl hægri, og
kemur hetta kanska at
gerast størsta
fólkafylking í heiminum.
Eisini í Føroyum eru
konufólk farin at skipa
fyri undirskriftasavnan.
Mia Trónd, Kathrina
Jacobsen, Anette Wang,
Liffa Arge Gregoriussen
og Marjun Berg hava í
hesi viku sent tilfar til
allar bygdir i Føroyum, til
sjómanskvinnuringar,
kvinnufeløg, arbeiðs-
kvinnufeløg, ítróttafeleg.
skúlar, sjúkrahús, ellis-
heim og mong onnur stød
og biðið um, at tíkið
verður undir við
tiltakinum Kvinnur fyri
friði.
Seðlarnir við undir-
skriftum skulu sendast til
Landsbókasavnið, box 61
í Havn, í seinasta lagi hin
21. apríla