mikudagur 12. mars 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
- am telf. 14720. 11820
sostalurin box 76, 3800 Torshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfirn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Tveir sjónvarpssendarar
og hvat so???
TAÐ MÁ SIGAST, at kjakið um sjón-
varp i Føroyum er komið í eina heldur
løgna legu. Mong eru tey, sum eru
sera fegin um núverandi sendingar
og kanska kundu fleiri hugsað sær
hetta sum eina varandi loysn á sjón-
varpsmálinum. Onnur eru meira krit-
isk og kundu hugsað sær eftirlit við
sendingunum. Aftur ein annar partur
heldur at lítil dugur er í teim føroysku
sendingunum.
ONKI ER AT IVAST Í, at tey ymisku
sjónvarpsfelggini kring landið gera
sítt besta, og at dygd er í nógvum av
teim sendingum, sum vístar verða, er
ikki so legið. Hetta eru sendingar,
sum m.a. danska sjónvarpið hevur
nýtt stórar peningaupphæddir til at
framleiða.
SJÁLVANDI SKULU vit miða móti
einum almennum sjónvarpi, og
somuleiðis krevja vit eftirlit við send-
ingunum, um tær so eru sendar frá
einum privatum ella einum almenn-
um sjónvarpi. Vit hava eina útvarps-
nevnd, sum hevur eftirlit við tí, sum
verður sent í útvarpinum. Vit hava
eina nevnd, sum hevur eftirlit við
teimum filmum, sum vístir verða í
biohøllunum, so sjálvandi skulu vit
eisini hava eina nevnd, sum skal
hava eftirlit við tí, sum sent verður í
sjónvarpinum.
TAÐ ER SERLIGA umráðandi við eini
tilikari eftirlitsnevnd, tá talan er um
føroyskar sendingar. Tað er ógvuliga
skjótt, at tílíkar sendingar kunnu fáa
eina ávísa »slagsidu«, m.a. við at
ávísir áhugabólkar kunnu fáa valdið á
sjónvarpinum. Vit vita, hvussu effek-
tivt sjónvarp kann ávirka fólk, og tá
kann lættliga vandi vera á ferð.
TAÐ FRÆTTIST einaferð, at ein
landsstýrismaður skal hava bílagt
tveir sjónvarpssendarar, men ikki er
at vóna, at landsstýrið heldur spurn-
ingin vera loystan við tí. Vit hoyra
lítið um ætlanir landsstýrisins í sjón-
varpsmálinum. Hví???
TVEIR SJÓNVARPSSENDARAR —
og hvat so???
sosialurin
Nr. 20 — 12. mars 1980
Skommin og/ella skaðin
Sjónvarpsfelagið, sum
fekk fyribilsloyvi til at
standa fyri sjónvarps-
sendingum, hevur nú
longri tíð sýnt okkum,
hvussu tað heldur, at slík-
ar sendingar skulu fyri-
skipast.
Eftir øllum at dema
verður hevuðsdenturin
lagdur á, at senditíðin skal
vera so long sum megu-
ligt, meðan minni verður
lagt í dygdina á sending-
unum. Sjálvandi kann
verða ført fram frá felag-
sins síðu, at soldað verður
væl og virðiliga, og at sent
verður bert 4 dagar um
vikuna o.s.fr
Í hvussu
vendir,
víkir og
so er senditíðin
nógv ov long og dygdin ov
vánalig — ella fyri at siga
tað eðrvísi, so er megin-
parturin av tí, sum sent
verður, fullkomiliga á-
hugaleys og óneyðug
ifylla — og vit høvdu verið
betur fyri, um vit høvdu
sloppið undan slíkari
ifyllu. Afturat hesum
kemur so tað, sum bein-
leiðis er so vánaligt, at tað
liggur niðan fyri eitthvert
lágmark. Nú skal eisini
sigast, at summar av
sendingunum eru framúr
góðar, men tær eru nú
bara tær fáu.
Samanumtikið kann
sigast, at sjónvarpsfelagið
tykist ikki at vera ført fyri
at standa fyri tí álvarsama
málið, sum tað er at velja
tað tilfar burturúr, sum
skal sendast út til øll tey
heim,
sum hava sjón-
varpstól.
Aðrenn skommin
verður alt ov stór, og
áðrenn skaðin er heilt 6-
bótaligur, má landsstýrið
taka sær rættiliga um
reiggj. Her er ov mikið
drálað — nú skal og má
okkurt gerast — og tað
skal ikki bara vera nú,
men nú í stundini at fáast
skal í lag tað tiltakið, sum
er neyðugt fyri at fáa skil
á. Og tiltakið er einans at
festa nakrar fáar reglur
niður á blað. Nóg mikið er
at vísa til skriv barnaárs-
nevndarinnar frá 1.2.80 til
landsstýrið við hjálagda
skrivi frá undirnevnd
barnaårsnevndarinnar við
víkjandi sjónvarpi.
Soljóðandi skriv er í dag
sent Feroya Landsstýri,
her:
„Í teirri áheitan um
setan av eini barnaárs-
nevrd, sum í mars 1979
varð sent landsstýrinum,
varð tilskilað, at barnaárs-
nevndin m.a. serliga átti
at leggja dent á: »at gera
vart við tervin á reglum
um senditíð og innihaldið í
sendingunum nú sjón-
varpssendingar verða
byrjadar«.
Visandi til hetta setti
starvsnevndin hjå barna-
årsnevndini við skrivi
dagfest 21 september
1979 eina undirnevnd at
viðgera spurningin um
hendan tervin, og í undir
nevndini vóru umboð fyri
hesar stovnar og feløg:
Útvarp Føroya, Næm-
ingafelagið á Læraraskul-
anum, Havnar Sjónleik-
arafelag, Rithevunda-
felagið, Foreidrafelagid á
Venjingarskúlanum,
Brúkarafelagið, Feroya
Skótasamband, Feroya
Landsstýri og Lands-
skúlastjórin.
Undirnevndin hevur í
skrivi dagfest 10 novemb-
er 1979, sí hjálagda avrit,
boðað starvsnevndini frá
úrslitinum av arbeiði sín-
um.
A fundi í barnaárs-
nevndini 12. november
1979 varð hetta skrivið
vidgjørt, og samtykt varð,
at barnaársnevndin skuldi
boða landsstýrinum frá
úrslitinum av hesum
undirnevndararbeiði.
Sostatt sendir
nevndin hjá barnaárs
nevndini vid
starvs-
hesum
landsstýrinum umrødda
skriv dagfest 10. novemb-
er 1979 frå undirnevndini
vid åheitan um, at lands-
styrid skipar fyri, at veru-
lig reglugerð verður gjørd
fyri sjónvarpssendingar
nar hjá privatu sjónvarps-
feløgunum, og at sjónar
miðini hjá undirnevndini
verða havd í huga, tá ið
reglurnar um tilfarið, ið
sent verður, senditíðina og
eftirlitið verða gjørdar
Í hesum sambandi kann
starvsnevndin upplýsa, at
á umredda fundi í barna-
ársnenvdini gjerdi eitt
umboð vart við, at undir
viðgerðini av legtingsmáli
nr. 70/1978: Stovnan av
sjónvarpi, setti Jona Hen-
riksen 29. september 1978
fram uppskot til samtykt-
ar um, at: »Aårenn loyvi
verður givið til royndar-
sendingar hjá sjónvarps-
felogum, verður álagt
landsstýrinum at gera
reglugerð fyri nevndu
sendingum. Reglugerðin
verður at leggja fyri sjón-
varpsnevndina.« Hetta
uppskot varð samtykt av
løgtinginum sama dag.
Tað er henda reglugerð,
undirnevndin í hjálagda
skrivi dagfest 10. novemb-
er 1979, ynskir sett í gildi í
staðin fyri tær 4 treytir-
nar, sum landsstýrið
hevur sett sjónvarpsfeleg-
unum í teimum førum, har
loyvi hevur verið givið at
senda sjónvarpssending-
ar:
Starvsnevndin hjá
barnaársnevndini hevur
eina serliga viðmerking til
ta 3. av teimum 4 treytun-
um, sum sigur:
„At tilfarið, ið sent
verður, er av slíkari dygd,
at ell kunnu síggja tað,
um neyðugt undir eftirliti
av filmseftirlitinum«
Tað kemur fyri, at sjón-
varpsfelagið í skránni til-
skilar, at ein sending er
óegnað fyri bern ella tílíkt.
Tá ið ein treytin fyri at
senda sjónvarpssendingar
er, at tilfarið skal vera av
slíkari dygd, at øll kunnu
síggja tað, metir starvs-
nevndin, at tað tilfar, sum
sjónvarpsfelagið sendir,
eigur at kunna síggjast av
bæði vaksnum og bernum.
Er hetta ikki ætlan lands-
styrisins við treytini,
mælir starvsnevndin til,
at treytin verður orðað
ødrvisi, t.d. við at eitt
ippiskoyti verður gjørt
um, at: »t skal vera loyvt
sjónvarpsfelagnum at
gera vart við, at ein send-
ing er óegnað fyri børn«,
ella tílíkt.
Lagt skal verða afturat,
at starvsnevndini kunn-
igt eru upphavsrættar-
ligu spurningarnir í sam-
band við sjónvarps-
sendingarnar hjá sjón-
varpsfeløgunum ikki
loystar, og sendingarnar,
sum verða tappaðar frá
danska sjónvarpinum,
mugu sostatt helst sigast
it vera ólógligar í mun til
1pphavsrættarlóggávuna,
ella sum sjálvur landsstýr-
ismaðurin í mentunarmál-
um málbar seg undir við-
gerðini av uppskotinum til
figgjarløgtingslog 1980/
81 í legtinginum fyri
stuttum: »Sendingarnar
eru illegalar«.
Ut frá hesum skal
starvsnevndin gera vart
við, at tað sjálvandi eftir
teirri reglugerð, sum eigur
at verða gjerd fyri sjón-
varpssendingunum, má
vera ein treyt, ikki bert at
telefonvrek Føroya Løg-
tings landsstyrisins vegna
hevur fingið loyvi frá
»Post- og telegrafvæsen-
et« til, at sjónvarpsfelagið
kann senda við avvarandi
tólum, men eisini at felag-
ið lúkar treytirnar eftir
upphavsrættarlóggávuni.
Sum tilskilað av undir-
nevndini í hjálagda skrivi
dagfest 10. november
1979 kann sjónvarpið fáa
stórt árin bæði á vaksin og
bern, og sostatt heitir
starvsnevndin hjá barna-
årsnevndini við hesum á
landsstýrið um skjótast
gjørligt at fáa framman-
fyri umreddu viðurskifti
viðvíkjandi sjónvarps-
sendingunum í rætt lag«.
Sagt verður frá hesum.
Elisabeth Thorsteinsson
formaður
Tysdagin 6. november
kom nevndin saman at
vidgera punkt 7 i virkis-
skrånni: »Tørvin å reglum
um senditíð og innihaldið i
sjønvarpinum«.
Nevndin er samd um,at
hetta lag, sum hevur verið
higartil, ber ikki til og má
betast um. Mælt verður til
at venda sær til Lands-
stýrið við áheitan um at
nágreinilig reglugerð um
senditíð og tilfar verður
sett í gildi. Í letuni verður
sent sambært fyribils-
treytir kunngjerdar sjón-
varpsfelagnum í Havn við
skrivi frá 2/11. 1978, so-
ljóðandi:
1. Tíðin verður avmark-
að til alment feroyskt
sjónvarp byrjar sending-
ar.
2. Sjónvarpsfelagið tek
ur sjálvt alla ábyrgd av
sendingunum m.a. at fáa
tilfar til vega, og fær ikki
loyvi at krevja alment
gjald.
3. At tilfarið, ið sent
verður er av slíkari dygd,
at øll kunnu síggja tað,
um neyðugt undir eftirliti
av filmseftirlitinum.
4. Verða hesar treytir
ikki hildnar, missir felagið
rættin at halda fram við
sendingunum.
Landsstýrið skilar sær
rætt til at skoyta aðrar
treytir uppi«.
Higartil hevur Lands-
stýrið ikki skoytt aðrar
treytir uppí, tí omanfyri
nevndu treytir kunnu ikki
roknast sum ein verulig
reglugerð. Tað hevur borið
til hjá Sjónvarpsfelagnum
at senda tilfar uttan eftir-
lit og at hava sendingar í
óavmarkaða tíð sunnudag
sum gerandisdag.
Tá hugsað verður um
tað árin sjónvarpið hevur,
bæði á vaksin og bern og
hvussu kevandi tað er fyri
heimliga hugnaðin og um-
hvervið, er neyðugt at
rópa eitt varskó sum
skjótast.
Nevndin mælir tí til,
sjálvt um tað er í heldur
seinna lagi, at barnaårs-
nevndin heitir á Lands-
stýrið og ger vart við hesi
viðurskifti, serstakliga cå
ein hevur bernini í huga.
Landsstýrið má ikki drála
longur, men syrgja fyri at
ein holl reglugerð verður
gjørd galdandi, at fullgott
eftirlit verður við tilfarin-
um, sum sent verður, og
ikki minst verður neyðugt
at avmarkað senditíðina.
Hetta við avmarkaðari
senditíð verður drigið
fram av tí at nevndin
hevur hugsað um hvussu
henda núverandi senditíð
fer at samsvara við ta
senditíð, ið verður megu-
ligt at hava, tá almenna
sjónvarpið verður sett á
stovn.
+
pt