mikudagur 19. mars 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfirn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Laksaveiðan
SEINASTU mánaðirnar hevur laksa-
veiða av álvara tikið seg upp við Før-
oyar. Í løtuni eru 18 føroysk og sjey
donsk skip á laksaveiðu.
MÁNADAGIN var eitt uppskot frá
landsstýrinum um at áseta eitt av-
gjald á laksaveiðu til 1. viðgerð á
tingi. Uppskotið áleggur teimum,
sum veiða laks á føroyskum sjógki,
at teir skulu rinda landskassanum
eitt avgjald uppá 1 kr. fyri kilo.
ANDSTØDAN tók ikki undir við hes-
um uppskoti. Undir viðgerðini á tingi
fardu umboðini fyri andstøduflokkar-
nar fram, at talan er um at tryggja
landskassanum pening, at talan er
um ein nýggjan inntøkuveg hjá tí al-
menna og hetta vildu teir ikki vera
við til.
SUM OLL VITA, er mótstaðan ímóti
laksaveiðu á víðum havi rættiliga
stór í nógvum londum. Henda mót-
støda kemur serstakliga frá teimum
londum, ið seta sjóbúnan laks út, og
sum sostatt fyri ein part munnu eiga
laksin, ið nú svimur kring Føroyar.
SKULU VIT halda fram við tí laksa-
veiðu, sum júst nú er byrjað, so mugu
vit eisini klekja og seta sjóbúnan laks
út. Upphæddin hevur í sjálvum sær
lítlan og ongan týdning. Tað ræður
heldur um at veita aðrum londum
trygd fyri, at vit ikki bara veiða
laksin, men at vit eisini klekja og seta
sjóbúnan laks út.
SOMULEIÐIS er tað av stórum týdn-
ingi, at bert eitt avmarkað tal av skip-
um fær loyvi at veiða laks, at saml-
aða nøgdin verður avmarkað og at
vit, sum nú er skotið upp, áseta av-
gjald við tí fyri eyga at klekja og at
seta sjóbúnan laks út.
UPPSKOTIÐ frá landsstýrinum er
sjálvsagt og natúrligt og átti at fingið
undirtøku frá øllum flokkum á tingi.
Men tá hetta ikki er tilfellið, so er
orsøkin he:st tann, at andstødan bert
er ímóti fyri at vera ímóti.
1 cm = 100,- kr.
Hvar fara pengarnir?
Nr. 22 — 19. mars 1980
Ikki kann sigast annað
enn, at parkeringsansar
in rekir sítt starv til
lítar. Tað man vera fáur,
ið eftir so stuttari tíð
hevur skapt eitt so stórt
kartotek av
lógbrótarum, sum hann.
Tad eru túsundtals bilar
í Havn umframt túsund-
tals aðrar, sum koma
higar. At tað eru komnar
eitt væl sterri tal av
bótum í kassan, ivist eg
ikki í
Eg var á sorenskriv-
araskrivstovuni í dag og
rindaði 109,- kr. í
sum aløgd
bert
bot,
var mær,
hóast eg hevði
brúkxt trý korter av
einum heilum loyvdum
tíma, bert ti, at eg hevði
stillað skivuna 1 cm
skeivt. Alt í lagi — tað er
ein feilur at taka feil av
9.15 rad
ringasta er, at maðurin
visti, at parkeringspláss-
ið ikki var bundið meira
enn hesi trý korterini,
men hann var hverki til
at hegga ella stinga í.
At vera so »nærlagdur«
meti eg, er at misnýta
sítt vald.
8.15 og
Tå ið man so á soren-
skrivaraskrivstovuni
spyr, hvat pengarnir
verða brúktir til, so vita
tey ikki.
Hava vit eftirhondini
ikki krav uppá at fáa at
vita, hvat pengarnir
verða brúktir til her
landinum?
Th. M. Smith
Svikur tú Sudur-
oynna, Flemming?
Undir viðgerðini av løg-
tingsmålinum um keyp
av ferjuni Mikkel Mols
til Suduroyarsiglingina,
hevði tingmadur sam-
bandsfloksins Flemming
Mikkelsen eisini orðið.
Hann tyktist vera
kroystur upp í ein krók
— eðrumegin av eina-
rædisharra sambands-
floksins Paula Ellefsen,
og hinumegin av veljar-
um sínum í Suðuroy
Undangongumaður
Flemming Mikkelsen's,
Jákup Mortensen, tók ta
avgerð tá Smyrlamálið
var til viðgerðar, at tæna
veljarum sínum fram um
at akta harraboð for-
mann sambandsfloksins.
Spell at hesin maður
fekk ta lagnu at fall sein-
asta legtingsval — har
hevdu sambandsfólk í
Suðuroy ein mann, sum
hevði eina greiða stødu i
samferðslumálum.
Men nýggi tingmaður
sambandsfloksins i
Suduroy, tykist hanga i
leysari luft i so måta. Ti
tad, sum Pauli Ellefsen
sigur tykist hesin
maður akta fult og heilt.
Men ert tú, Flemming
Mikkelsen, greiður yvir
at støduloysi títt møgu-
liga kemur at kosta tær
løgtingssessin komandi
val. Sudringar hava fyrr
havt menn inni å løg-
tingi, sum sitið hava
sum »nikkipetrar« og
lagnu teirra kenna vit øll
— út í myrkrið.
Undangongumenn
tínir í Suðuroy, Kristian
Djurhuus, Andreas
Djurhuus og Jákup
Mortensen, vóru menn
sum bæði andstødumenn
og samgongumenn
hevdu stóra virðing fyri.
Hetta vóru menn, sum
vóru góðir við heim-
oyggj teirra og stóðu
sum menn, tá mál ið við-
víktu Suðuroynni, vóru
frammi. Hetta eigur tú,
Flemming, eisini at gera
— tú ert valdur inn av
stórari veljarafjøld í
Suðuroy og eigur at
tæna hesi fjøld — lat tú
Paula Ellefsen gartera
sum hann vil, ongin
tekur hann fyri fult
meira.
Eitt er givið — ein
støduloysingur kann
aldri fåa langa politiska
karrieru — og atkvødur
tu, Flemming Mikkel-
sen, ímóti keypi av
Mikkel Mols, gert tú po-
litiskt sjálvmorð.
Og tá vil eftirtíðin
døma teg við orðunum —
„hann var svíkur tá á
stóða.
Suðringur
Javnadarflokkurin er »medu«!
I Sosialinum 1. mars sæst,
at folk innan javnaðar-
flokkin — sjálvt blaðmenn
á Sosialinum — spyrja:
»Hvør er Javnaðarflokk-
urin?« og »Javnadarflokk-
urin vid at gera politiskt
sjálvmorð=É.
Um Javnaðarflokkurin
fremur sjálvmorð við at
siga sum so, at eitt er ein
stevnuskrá, annað er tað
sum ein ger, so áttu flestir
parlamentariskir flokkar
fyri langt síðani havt
kubbað sær hevdið av
Men teir liva hóast alt í
besta lag — sjálvt tjóð-
veldisflokkurin. Nú er
floksblaðið har eisini farið
at venda sær móti flokkin-
um, kanska bert fyri at
undirstrika innra
frælsið< í ti flokkinum
rad er
tad
hugnaligt at
siggja ein kvinnuliga fak-
felagsformann i Sosialin-
um koma við sosialistisk-
um áskoðanum, meining-
um um hver, ið eigur at
bera byrðarnar av eini
kapitalistiskari = kreppu,
tey sum ikki hava annað
enn hendur sínar at selja,
ella tey sum hava breið-
bulaðar bilar, svimjihallir
í kjallarunum, privatar
luxusbátar og pening
schweisiskum bankum.
Spurningurin er, um javn-
aðarfloksins politikarar, ið
skulu eitast at sita við
róðrið, lurta eftir sínum
fakfelagsformonnum, sum
hóast alt hava betri sam-
band við fólkið og veljar-
arnar.
Eg veit ikki, um fróð
skaparsetrið góðkennir
orðið »med« sum eitt før-
oyskt orð, men hetta orð
hevur eyðkent, og í sein-
astuni sagt nógv um hvat
javnaðarmenn hugsa sær
Í mun til sosialistar. Tá
javnaðarmenn tosa um
ognarrætt, tosa teir um at
verkafólk skal hava »med«
ognarrætt og ikki rætt og
slætt ognarrætt — tey
skulu hava »med«åvirkan
og ikki rætt og slætt
åvirkan. Hetta orðið
»med« spekir hverja ferð
ideologar javnaðarflok-
sins skulu leggja sínar
planir. Hver er so uppgåv-
an hjá hesum »med«?
Er tað ikki hon, at
tryggja kapitalistunum
náttarsvevnin? Meðan
sosialistar vanliga tosa
um at verkamenn, fiski-
menn eins væl og fólk á
landi, hava rættin at eiga
framleiðslutólini (skip,
virki o.s.fr.) fyri at vit
kunnu fáa veruligt fólka-
ræði og veruliga ávirkan
(og ikki bara »med«) hetta
stendur eisini í stevnuskrá
tjóðveldisfloksins — so
gera javnaðarmenn við
hesum »med«i vart við, at
verkafólk bert skal eiga
partar í einum kapitalist-
iskum virki. Hetta er
»øØkonomiskt demokrati«-
hugsanin hjå danska javn-
adarflokkinum.
fer tad so at virka?
Ju, ein partur av løn ar-
beiðsmanna skal verða
tikin frá teimum og lagdur
í grunn, sum skal vera eitt
slag av partapeningi í
framleiðslutólunum. i
henda hått halda verka-
fólk at tey hava ognar-
rætt, ávirkan o.s.fr., tey
eru »med« — men fram-
leiðslan er tó kapitalist-
iskt stýrd, og neyvan
hendir tað at verkafólkið á
einum virki kann fáa
meirilutan í partskapital-
inum á henda hátt. Ar-
beiðsgevararnir kunnu
bara vera negdir — hóast
teir ikki sýnast so í dag —
ti á henda hátt fara verka-
Hvussu
fólk at hava eina >kenslu<
av at kapitalistiskar fyri-
tekur eru teirra egnu fyri-
tekur, tí fara teir neyvan í
verkfall móti sínum
»egnu« fyritøkum og so
framvegis. LO-bossarnir
og javnaðarstjórnin
kunnu standa sterkt
saman um ein javnaðar-
stýrdan »frid á arbeiðs-
marknadinum« sum ar-
beiðsgevararnir eru glaðir
fyri.
Við hesum stóra bluff-
nummari royna javnaðar-
menn at billa arbeiðsfólki
inn, at nú er kapitalisman
blivin teirra egna, og so
kunnu øll vera glad og
negd. Men tey, sum eru
við sviðið soð, eru arbeiðs-
følkini. Teirra »med«-
kensla fær tey at halda
seg aftur frå at krevja
tann veruliga rætt, sum
sosialistar krevja, nevni-
liga ognarrætt og åvirkan
uttan »med« frammanfyri.
Javnadarmenn halda, at
oll arbeiðsfólk so fara at
ganga við einum lítlum
kapitalisti í heysinum, og
fola seg væl til rættislegd,
»g fela seg heima i kapital-
stiska samfelagnum. Tí
Framhald á síðu 11