Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 1980síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Klaksvík: - Selja minnið um slupptíðina — Ov dýrt at umvæla Gud- run. Býráðið vildi ikki ved- halda fyri láni Líkt er til, at Westward Ho, enn eina tíð í hvussu so er, verður einasta skip av sínum slag í Feroyum. Eitt minni um slupptíð- ina. Ætlaninar um at seta í stand sluppina Gudrun KG 243 eru blivnar av ongum og Klaksvíkar bý- ráð hevur lýst Gudrun til selu, sum hon liggur við bryggju í Klaksvík Ov dýrt Jógvan Isaksen, býráðs- formaður, sigur, at tað hevði blivið ov dýrt at sett Gudrun Skipasýnið krevur 5 nógv. Kostnaðurin hevði blivid útímóti 2 mill. kr — Tað er ov nógv og vit mugu heldur savnast um ta einu sluppina, sum er, sigur Jógvan Ísaksen Tad er grunnurin Norð- oyasluppin. eigur stand, m.a. ti sum Gudrun. Hon bleiv keypt í 1977 frá Jógvani Vil helmsen og eðrum. Grunn- urin bleiv stovnaður sama ár og setti Klaksvíkar kommuna 35.000 kr. í sum stovnsfæ. Síðani er nakað av peningi komið afturat við ymiskum tiltekum. Jógvan Ísaksen sigur, at tað er nógvur peningur í grunninum nú, tí Gudrun hevur verið á beding á hverjum ári til botnreinsingar Norðoyasluppin hevur biðið kommununa veð- halda fyri einum láni uppá 600.000 kr so farast kundi undir umvælingina, men býráðið avvísti um neyvan sóknina — Vit kundu rokna við at fáa tvær slíkar umsókn ir afturat, áðrenn umvæl- ingin bleiv liðug, Jógvan Ísaksen. Gudrun er bygd í Hull í 1884, sama ár sum West- ward Ho. sigur Rýmir úr tryggleikanum Tað var fult hús í Hoy- delum sunnudagin, tá næmingar á Studenta- skúlanum spældu Eitt dukkuheim eftir Henrik Ibsen. Hovuðspersónurin i hesum 100 ára gamla sjónleiki er ivaleyst kendasta kvinnan í leik- listarseguni: frú Nora Helmer. Ein djørv kvinna, sum tekur avgeråina at ryma ur tryggu, borgarligu til- veru sini — frå heimi, manni, sum beint tå er blivin bankastjóri, og trimum bernum. Hon rýmir úr borgaraskapin- um, sum er væl symboli- seraður av húsvininum hjá Helmer-hjúnunum, tí syfilisrakta Rank, lækna. Hann læsir seg inni fyri at doyggja Nora rýmir út. Zakarias Wang hevur umsett henda megnar- sjónleik og hetta er fyrstu ferð, hann verður spældur her á landi. Uppsetingin hjá Línu Larsen er í allar mátar traditionell I einum leiki, har sum hver langa samreðan tekur við av aðrari, er nógv at minnast hjá leik- arunum. Men tað bilti ikki. Tad var bert ta einu ferðina, haldi eg. at tesk- arin noyddist at koma uppí. rættiliga javnir. Skaraði Leikararnir vóru nakar framúr, so var tað Herver Petersen sum Nora. Men spælið var nakað monotont og tey rørdu seg ov lítið á pall- inum. Tad vóru ikki lætti soppar, Ibsen skrivaði, og Eitt dukkuheim er onki undantak. Við tað, framferslan varar hálvantriðja tíma, gerst hon nakað drúgv, hóast steðgur er millum part- arnar. Effektir eru ongar, uttan tann eina, men hon riggar ikki. Knappliga í einari samreðu minkar ljósið, tað skýmir. Men so kemur tænastukvinn- an inn við einari lampu og tá verður aftur ljóst sum á áljósum degi. Samanumtikið kann sigast, at innihaldið í leikinum kemur fram og tað er meira spennandi enn framferslan í sær sjálvum. I steðginum Spælimenninir spæla hd Hendingarnar í Einum dukkuheimi fara fram á jólum, men jólahugnin megnar ikki at vinna á kalda veruleikanum, sum hesa høgtidina setir ein kíla millum Torvald og Noru Helmer. Frú Linde (Hanna á Reynatúgvu), Rank, lækni (Kristian Magnussen) og Nora (Herver Petersen). 2 >Tað ungur nemur, gamal fremur: kann sigast um hendan unga mannin, sum vil vera tryggur á arbeiðsplássinum... sl SAMT RAD EMI ØLD RAD RAD MD VAD LP ØLD ØLDUM LIN | Kemilux hevur longu uppfunnið eitt evni, sum kann loysa parker- ingstrupulleikarnar hjá 1 teimum 3333 lastbil- unum. Tað er eitt evni, sum fær teir at tódna so nógv. at teir kunnu setast allastaðni, storu men | Í Nú mugu vit altso enda, Trina góða, ti eg må fara vandin er at faa te vaksa attur til risaiast bilar, tá brúk er fyri l — Y ”arkeringsvaktin i Havn hevur søkt by- rådid um eina kvotu uti å Skålatrød. at geva urtapottunum vatn! SENSE SEK 9 IC SES IC IC SS SS SE SS SE SSD SS SS SS Havnar Nu hevur una i so mong år hyst bilum hjå argja- fólki um dagin, at tað var ikki meira enn rimi- ligt, at tey bjóðaðu lastbilaeigarum í Havn at seta lastbilarnar hjá sær úti á Argjum um nattina. komr EN AA RAS SARASSNARAR RAS SASARA RIAA RANA Riis TINNU mr——|— — —