mikudagur 16. apríl 1980síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
dt:
Nú fær Havnin sín egna urtagarðsmann
— Skal eisini hava umsjón við minnismerkjum o.tl. og tað er harðliga tiltrongt, meina summi
Ein býargartnari skal set-
ast í Havn. 140.000 kr. eru
settar av til hetta starvið
á fíggjarætlanini fyri
1980/81. Ein starvsreglu-
gerð er gjørd og skal nú
góðkennast av býráðnum,
upplýsir Finnur Johansen,
formaður í mentamåla-
nevndini. Tad, sum kallast
»friåkan av bynum«, er
eitt av starvsøkjum
nevndarinnar. Tað er
meiningin, at nýggi býar-
gartnarin skal hava hesa
»friåkan« undir hond.
Urðargrót
Eitt av tí, býargartnarin
kemur at hava umsjón
við, er Kongaminnið. Og
júst her trongir sanniliga
til eina betandi hond.
Ein av lesarum blaðsins
vendi sær til okkara her-
fyri og gjørdi vart við
órektina. Gøtan niðan til
Kongaminnið er mest at
líkna við eina urð. Girðing-
in uttanum er bæði skeiv
og ljót og ein keta, sum í
sínari tíð var hongd uttan-
um sjálvt minnismerkið,
er slitin á fleiri enn einum
stað.
— Hvat munnu teir út-
lendingar, sum fara sær
ein túr niðan á Konga-
minnið, halda um okkum
feroyingar? spurdi lesarin,
og legði afturat, at tað
hevði verið gleðiligt, um
onkur kundi, nú áðrenn
ferðafólkastreymurin
skjótt byrjar aftur,
umvælt teir skaðar, sum
tíðarinnar tonn og líkasæl-
an hava gjert á Konga-
minnið.
Hoyrir undir
kommununa
Tað er kommunan, sum
eigur at halda Konga-
minnið. Finnur Johansen
sigur, at hann fyri páskir
ringdi á skrivstovuna hjá
arbeiðsformanninum hjá
kommununi og bað um, at
fólk bleiv sett til at gera
tær neyðugu ábeturnar
við Kongaminnið.
Komnir aftur
eftir laksi
Danskir laksabátar eru
nú komnir aftur undir
Feroyar at royna, upp-
lýsir Vaktar- og bjarg-
ingartænastan. Mána-
dagin vóru fýra bátar
komnir.
Fyriuttan teir vóru
20 útlendsk fiskifør
undir Feroyum mána-
dagin, 15 russiskir og 5
týskir trolarar.
Tad líður nú væl hjá
russum at fiska svart-
kjaftakvotuna uppá
65.000 tons. Eini
40.000 tons eru longu
fiskað.
Ein franskur trolari
fór heim mánadagin
við 80 tonsum av upsa,
blálongu og kongafiski.
Hann hevði roynt í 9
dagar.
Loyvi til ein
handil afturat
Tórshavnar býráð
hevur samtykt at mæla
til, at Fa. Hans Joen-
sen fær loyvi til at hava
eina útselu afturat í
kommununi.
Nytt
yrkingasavn
Steinbjørn B. Jacobsen
hevur skrivad eitt nytt
yrkingasavn, Tægr. I
savninum eru 28 yrk-
ingar. Tad kemur i
bókabúðirnar fyrsta
dagin.
Bárður Jákupsson
hevur teknað kápuna.
uttan fyri virkið.
2 GG
Marinplast í Kaldbak ger nógvar hundrað septikktangar
um árið. »Reklaman« fyri framleiðsluna sæst her í nýtslu
SA
LT PAT LDULT ILD KLT LT nanna asna Að A KLD KLDYLD EL SÝN
S353333)S3333S3S5SSSSSSSSSSSSSSSSSRIRSRRRA
Óli í Áars
tovu
|
RÆÆRÆÆLÆTTNEN NNNN