Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. apríl 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 ialuri Nr. 30 — 19. apríi 1980 Vegasamband millum Kaldbak og Havnina Men sjónvarpið er enn ikki komið til bygdina Sunnudagur um middagsleitið. Í mars 1980. Kaldbaks bygd. Fólk eru í kirkju. Einasta, ið fremmandamaðurin úr havuðsstaðnum metir á vegnum, eru trigg- ir seyðahundar. Ganga einum í meti — forvitnir. Ikki tí — hetta fýrhjólaða føroyska statussymbolið — bilurin, stendur uttan fyri nærum hvort hus her í bygdini. Tú telur á fingrunum... 20, 21, ja, næstan 30 hús og 20,21... og eisini um 30 bilar. Flagtaktar tekjur og málaðar í alskyns litum, men ... ongar sjónvarps- antennur. Og hvussu kann tað so bera til, at henda bygdin, ið bert liggur 18 kilometrar frá hevuðsstaðnum, enn ikki hevur fingið sjónvarp. Tað kann tykjast eitt sindur legið, at Kaldbaks bygd ikki fyrr enn í 1979 skuldi fáa vegasamband við hin partin av oynni. Nú er so vegurin komin — ein stór umbroyting fyri bygdarfólkið — men hvat verður so tað næsta? Sjón- varpið kanska! Forvitnir seyðahundar koma einurrá meti Tad var miðskeiðis í 70'un- um at Kaldbaks bygd, Kaldbaksbotnur og Sund føru upp í Tórshavnar *ommunu. Við hesi sam- anleggingini varð tann av- tala gjørd, at tað innan fimm år skuldi vera vegasamband millum Kaldbak og Havnina. Og so varð. Um jóltíðir í fjør startaði fyrsti bilurin yviri á Sundi og koyrdi tað næstan 10 kilometra langa vegastrekkið til Kaldbaks. Merkisdagur Hetta var ein merkisdag- ur í Kaldbakssegu. Nú kundu ung sum gomul fólk í bygdini ferðast til Havnar og onnur pláss — uttan at skula fara um- borð á bát ella skip. Higar- Kirkjan í Kaldbak millum vakrastu kirkju í landinum til hevur nevniliga alt samband millum Havnina og Kaldbak verið sjóvegis. Í síni tíð sigldu Sildberin og Pride beinleiðis úr Havnini. Síðani hava aðrir bátar, nú seinast Rhomb- us, flutt ferðafólk og farm millum Kaldbak og Sund. Hevur ferðasambandið verið hampuliga gott hesi seinastu árini, so munnu kaldbaksfólk tó minnast mangar letur, har tey hava sitið og bíðað eftir at fingið flutning tvertur um fjørdin. Og ikki altíð var líka hegligt at ferðast við lítlum, opnum báti. Jú, víst merkir vegurin stóra broyting fyri kald- baksfólk. Men sanrroynd- ir vísa oftani, at har bilar- nir koma og gerast hvenn- mansogn, har fylgir eisini so nógv keðiligt við. Men hvat halda kaldbaksfólk um broytingina. Tað settu vit okkum fyri at fáa at vita. Og svarini bendu øll á tað sama: at vegurin er ein kærkomin gåva. Dåmar væl vegin Andreas Reinert hevur verið bygdaráðsformaður i Kaldbaks sókns komm- unu í tilsamans 12 ár. Hann hevur síðani eisini verið kommunuskrivari. Hann sigur soleiðis um vegasambandið: Okkum dámar tað ógvuliga væl, at vegurin er komin. Vit hava longst eftir vegnum leingi. Mar xennir seg nærri hjá fólki nú og kann gera túrar til Havnar og aðrastaðni, sum ein hevur hug til. Andreas heldur, at tað verður meira liviligt í bygdini, nú vegurin er komin, men vísir tó á, at tað helst fer at verða meira ófriðarligt. Higartil hava tó bert friðarlig fólk vitjað í bygdini og vónar Andreas at so verður eisini framyvir. Í dag búgva umleið 100 fólk í Kaldbak. Hesi sein- astu árini eru fleiri nýggj hús bygd í bygdini og rættiliga nógv fólk ynskja at fáa grundstykki í Kald- bak. Kommunan hevur í hesum sambandi sett eitt eki av til umleið 20 byggi- grundir. Hetta liggur inn- anfyri sjálva bygdina. Tað er rættiliga stórur bøur i bygdini. Andreas Reinert sigur, at tad hevur eydnast monnum at varð- veita henda be til í dag, og vónar hann ikki, at menn fara at byggja á bønum i framtíðini. Andreas vísir annars á, Flest oll húski keypt bil at fólkatalið í bygdini fyri góðum 10 árum síðani var heilt niðri á 70. Hetta komst av, at tá var lítið og einki at takast við. Nógvir ungdómar arbeiddu uppá veg á Oyggjarvegnum og fóru seinni í læru í Havn. Mong vóru tey, sum bú- settu seg í Havn. Nú tykist so vend vera komin í. Hesi seinastu ár- ini hevur verið ikki so lítið av arbeiði í bygdini. Nógv- ir mans hava arbeitt við vegagerðini og á Marin- plast-virkinum arbeiða fleiri fólk við at gera m.a. bátar og septikktangar. Áðrenn vit endaðu sam- røduna við Andreas, helt hann fyri, at Kaldbaks- fjerður er vælegnaður til fiskaaling. Kanska serliga við kræklingi. Sjálvur heldur hann, at tað er stór framtíð í tílíkari vinnu har á fjorðinum. Tað er vakurt á Kaldbaksfjerðinum. Eitt nú her inni í botninum, har smádreingirnir hava lagt tunnuflakarnar og eru farnir heim at fáa sær ein bita Ey ASE