mikudagur 23. apríl 1980síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 23. apríl 1980
sosialurin
Kræklingaalarar sleppa ikki í gongd:
Landsverkfrødingurin
bølir umsóknini
Atlantic Shellfish hevur nu
bíðað í try ár! Landsverk-
frødingurin ynskir ikki at
verða órógvaður.
— Vit hava spurt í
eyst og vest — í
landsstýrinum og
hjá landsverkfreð-
inginum eftir tí
skrivliga loyvinum
at byggja eina
kræklingaalisteð í
Kaldbaksfirði. Vit
hava fingið
munnlig svar, at
loyvini eru í lagi og
at tey verða klár í
morgin! Men vit
hava einki loyvi
fingið.
Soleiðis sigur Knút Nol-
see, stjóri í felagnum At-
lantic Shellfish uppá fyri-
spurning, hvussu gongur
við ætlanini at fara undir
aling av kræklingi á fer-
oysku firðunum.
Hóast nágreiniligar og
rættiliga umfevnandi
royndir og kanningar at
ala krækling tey seinastu
10 árini, so hevur tað enn
ikki eydnast felagnum
Atlantic Shellfish at fáa
skrivligt loyvi frá lands-
stýrinum (landsverkfreð-
inginum) at leggja eina ali-
stød í Kaldbaksfirði.
Meira enn trý ár eru ging-
in, síðani felagið sendi
myndugleikunum umsókn
um at fáa virkisloyvi.
Allur tann neyðugi egin-
peningurin er teknaður og
góður partur av hesum
hevur staðið á bankabók í
trý ár til lága rentu.
Royndarúrslitini eru
fingin til vega. Menn, sum
eru sera áhugaðir fyri at
fara í gongd við okkurt
nýtt... bíða framvegis.
Bíðað í góð trý ár
Sosialurin hitti Knút Nol-
see á máli og spurdu vit
hann, hvussu tað kann
bera til, at teir enn ikki
hava fingið loyvi at byrja
kræklingaaling. Knút
greiðir soleiðis frá teimum
mongu royndunum at fáa
virkisloyvi:
— Vit sendu umsókn til
Tórshavnar býráð í 1977
um at fáa loyvi at leggja
eina kræklingaalisteð og
eitt skeljavirki við Tíggj-
ará í Kaldbaksfirði. Aftan-
á tvey ár fingu vit enda-
ligu játtanina frá býráðn-
um, men tá kom lands-
verkfreðingurin uppí og
segði, at ekið á Kaldbaks-
fjorðinum hoyrdi undir
danska statin, t.v.s. at
landsstýrið mátti geva
loyvi.
— So var at byrja aftur
av nýggjum eftir tvey ára
stríð og strev. Í august í
fjør sendu vit umsóknina
til landsstýrið. Hóast vit
hoyrdu um, at menn, sum
ætlaðu sær at ala laks og
síl, bert høvdu verið í
landsstýrinum og fingið
loyvi beinanvegin, so
gjørdu vit okkum tann
ómak at skriva og vísa til,
hvat var farið fram í mál-
inum, og víst varð á, at ell
hugsandi skjel í málinum
umframt sáttmálan, sum
varð undirskrivadur við
Tórshavnar býráð, lógu
hjá landsstýrinum.
Ótolin
— Tað hoyrdist einki aftur
og ótolin bleiv man. Vit
vóru aftur í
landsstýrinum í oktober.
Har fingu vit eitt avrit
av brævi, sum varð sent
landsverkfrødinginum,
har landsstýrið bað lands-
verkfreðingin sum skjót-
ast at útvega kræklinga-
alarunum virkisloyvi við
Tíggjará í Kaldbaksfirði
og við Tentlingsoyri í
Funningsfirði.
Nevnd sett
— Ikki fyrr enn 8. februar
varð eg boðsendur at meta
hjá landsverkfreðingin-
um. Har varð so ein nevnd
sett, sum skuldi viðgera
umsóknina og loyvi til
eina kræklingastød.
Nevndin fekk til uppgávu
at arbeiða skjótt og vera
liðug við arbeiði sítt innan
ein mánað. Orsakað av
Síða 3
Soleidis kemur kræklingaalisteðin við einum skeljavirki at síggja út. Grótkast verður gjert báðumegin. Økid mill-
um grótkastini er til sjálva alingina, har túsundtals trossar skulu hanga niður úr bjálkum. Hegrumegin síggja vit
skeljavirkið. Alt arbeiði fer fram eftir mest nútímans prinsippum
hesi freistini gekk eg við
til at vera við í nevndini.
— Men tað gekk illa at
fáa nevndina at meta upp,
tí menn vóru altíð við í øll-
um eðrum nevndararbeiði
ella vóru burturstaddir.
M.a. tveir mans hjá lands-
verkskrivstovuni. Teir
vóru ovbyrjaðir av eðrum
nevndararbeidi. Tá fimm
vikur vóru farnar segði eg
meg úr nevndini, tí har
kom einki burturúr
Altíð burturstaddir
Uppá fyrispurning um
hann hevur hitt sjálvan
landsverkfreðingin, Mikk-
jal Helmsdal á máli, sigur
Knút Nolsøe, at hann
hevur havt samband við
hann, men fekk bert at
vita, at hann ikki ynskti at
verða órógvaður. Knút
sigur víðari, at landsverk-
frødingurin er ongantíð at
hitta, hann er altíð burtur-
staddur. Tað sama er gald-
andi fyri teir menn hjá
landsverkfreðinginum, ið
skulu viðgera málið.
— Eg haldi ikki, sigur
Knút víðari, at vit hava
hetta stríð uppiborið. Tað
eru hóast alt nekur, sum
vilja royna okkurt nýtt,
nú tosað verður um ný-
hugsanir og alternativar
vinnumeguleikar í Feroy-
um.
Síðani landsstýrið i fjør
munnliga játtaði, at felag-
ið skuldi fáa virkislovvi,
hevur 1
verið fundur
Atlantic Shellfish, har tað
varð viðtikið at hækka
partapeningin. Hetta
skuldi gerast skjótt, so
tað ikki var til hindurs, tá
umsókn um fígging skuldi
sendast til grunnarnar
Knút vísir á, at tað klár-
aðu teir innan eina viku.
Eginpeningurin er
250.000 kr Samlaðu
ílegurnar eru mettar til
1,3 mill. kr. yvir eitt trý
ára skeið.
Hóast felagið á ongan hátt
hevur mett vælvild frá
myndugleikunum, so
hevur Atlantic Shellfish
ikki givið skarvin yvir
Felagið heldur fram við
vakstrarroyndum
staðni í Feroyum.
Í letuni verða kistur við
heintaðum kræklingi lagd-
ar út í Vágum, í Suður-
oynni og í Norðoyggjum
Higartil hava teir brúkt
flakar til hesar royndir
men framyvir fara teir at
brúka ådurnevndu kistur
Annars hevur Atlantic
Shellfish bílagt aldumát-
arar
Knút upplýsir, at upp-
runaliga var ætlanin, at
Fiskirannsóknarstovan
skuldi gera hesar
kanningar, men teir hava
verið ovbyrjaðir av ar-
beiði, og hevur Atlantic
Shellfish tí átikið sær at
gera royndirnar. Enda
málið við hesum royndum
ymsa
er at vita, hverji
pláss í
JAVNI fær
vitjan úr
Norðurlondum
12 umboð fyri systurfeløg-
ini
hjá Javna í
Íslandi,
Norra, Danmark, Svøriki, Å-
landi og Finnlandi.
Flaggdagin 25
koma
feløgunum hjå JAVNA til
Føroya
I døgunum frå 25. til 27
april skulu fundir verða i
Havn við lutteku av
hesum umboðum og
umboðum fyri Javna
Fundirnir eru liður í einum
samarbeiði, sum
stovnað í Finlandi fyri
árum síðani. Í
fjør høvdu umboðini fyri
nevndu londini og
Javna, fund í Íslandi og í
ár verður hann so í Feroy-
um
april í ár
14 fólk úr systur-
varð
tveimum
seks
Umboð fyri Javna í hes-
um samarbeiðnum, sum
feløgini hava gjert av at
nevna >Norðurlanda Sam-
arbeiðsráðið<, eru Di
3
Puntahvron
Endamál
Endamálið við hesum
norðurlanda samarbeiði
millum feleg fyri avvarð-
andi hjá evnaveikum er, at
felegini kunnu læra mest
meguligt av hverjum
eðrum — millum annað
geva hverjum eðrum góð
ráð um arbeiðshættir og
ymiskar skipanir
Fundirnir, hesi felegini
skulu hava í Feroyum, eru
í grundini ikki almennir.
men í samband við vitjan-
ina úr hinum
norðurlondum. verður
skipað fyri einum almenn-
um fundi á Parnassinum á
Hotel Hafnia friggja-
kveldið 25. april klokkan
20
A hesum fundinum skal
Framhald a síðu 19