mikudagur 23. apríl 1980síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gólvklædningurin
Gólvklædningurin fevnir yvir
eitt ógvuliga stórt úrval av
ymiskum evnum so sum træ,
tundur, vinyl, linoleum,
gummi, keramikk. tigul,
natursteinar, terrazzo,
glasfipur og teppi.
Øll hesi evni hava ymiskar
eginleikar hvat viðvíkur sliti
reingerð. hvussu tey eru at
ganga á — í skóm ella á leist
um — og útsjónd. Og tí er tað
ofta torført at velja tann
rætta gólvklædningin til
endamálið.
Býta vit húsini upp í fylgj-
andi bólkar
1. Køkur, alrum, wc, bað,
gongd og durur
2. stova, spísistova og
kemur
3. Vaskirúm, amboðsrúm
og onnur hjárúm
síggja vit, at hvat viðvíkur
bólki 1, hevur tað størsta
týdning her, at gólvklædning-
urin fyrst og fremst er slit
sterkur, ikki rínur ov væl við
vætu, kemisk evni og skitt og
er er lættur at reingera, sam-
stundis sum gólvið t.d. í bað-
stovuni ikki eigur at gerast ov
hált, tá ið væta kemur á
Viðvíkjandi bólki 2, hevur
útsjóndin her oftast størri
týdning enn td. slit. Eisini
hevur tað stóran týdning her,
hvussu gólvið er at ganga á
og kanska serliga á leistum
Viðvíkjandi bólki 3, verða
ikki heilt so stór krav sett,
bert eigur gólvið her at tola
stoytir av amboðum og
tólum, og so eigur tað at
kunna reingerast og at tola
vætu og kemisk evni so sum
olju, reinsievni o.a.
Trægólv
Hesin gólvklædningurin er
annaðhvert brettir úr td.
gran eila furu, ella parket-
fjalar úr t.d. eik, ask eila bók.
Brettigólvini eru sum oftast
sjålvberandi, t.v.s. at tey ikki
nýtast eitt undirlag. men
kunnu neglast beinleiðis nið-
ur í bjálkarnar. Tó finnast
eisini sonevnd »dekkbretti«,
ið eru tynri og tí mugu leggj-
ast antin á plátur ella t.d. eitt
gamalt gólv, ið er framman-
undan. Gran og fura eru bleyt
træsigg og tola tí íkki so væl
stoytir. Vanliga verða hesi
gólv lakerað, men ein annar
háttur at viðgera tey er at
hvítskúra tey, ella sum tað
eisini nevnist, at lútviðgera
tey. Meðan lakkið bert leggur
seg sum eina skón omaná
viðin og tí má smyrjast um-
aftur regluliga, treingir lútvið-
gerðin inn í træið og so við og
við »mettar« tað. Manna
gongdin við lútviðgerð er
henda: Gólvið verður strokið
við kálkvatni (1 kg. hydrat-
kálk til 10 | av vatni). Tá ið tað
er turt, verður tað dustsogið
og síðani skúrað við sápu
vatni (1/2 kg av brúnari sápu
til 10 I av vatni) nakrar ferðir
Gólvið verður so hereftir
vaskað við sápuspgenalúti so
hvert tað verður dálkað. Fyri
hvert umfar verjir gólvið betri
og betri ímóti skitti, men tó
kann tað ikki ráðast til at nýta
lútaviðgjart gólv, har nógv
gongd er (trafikkur)
Parketgólv fåast sum
massiv bretti, ella sum lami-
nerað brettir, har bert tað ov
asta lagið er úr einum
herðum viðaslagi, meðan
undirlagið er úr bleytari og
bíligari tilfari. Parketbrettini
kunnu bæði vera sjålvberandi
ella sum »dekkbrettir«. Gólv-
ini fáast í ymiskum mynstrum
og tey tola rættiliga væl
stoytir og slit, men kunnu har
aftur ímóti vera nóg so hál at
ganga á, t.d. tá ið tey eru ný
lakkerað
Ansast má eftir, bæði hvat
viðvíkur vanligum brettum og
parketbrettum, at tey eru væl
»lagradi« tá ið tey verða løgd
út. Eru brettini ov våt, vilja
tey, tá ið hitin hevur turkað
tey, trekkja seg saman og tá
verður eitt glopp ímillum tey
Eru tey ov turr í mun til um-
stødurnar í húsinum, vilja tey
súgva vætu í seg og tá kunnu
tey víðkast so mikið, at tey
bukla upp. Í hesum seinna
førinum hevur tað tí stóran
tydning, at viðurin fær loyvi
at liggja nakrar dagar útpakk
aður (parket er oftast pakkað
inn í lufttættar folioposar), so
hann fær hevi til at laga seg
eftir umstødunum, áðrenn
hann verður útlagdur. Í
hesum sambandi skal líka
viðmerkjast, at viður bert var
beiðira eftir breiddini. Hann
er so at siga heilt støðugur
eftir longdini.
Í dag fåast nú eisini span
plátubrettir, ið eru klødd ov
ast við einum lagi av 3—4 mm
tjúkkum finéri. Hesi var
beida« ikki og tey fåast i ym
iskum breiddum. Tó mugu
tey lakerast rættiliga ofta, um
ikki finérið skal slítast ov
skjótt.
Tundur
Tundur (kork) eru samantrýst
ir og límaðir træmolar, ið eru
upp í
skorðnir plátur td
Ansa eftir ikki at velja ein gólvklædning, ið gevur »stat-
iskt elektrisitet«
sosialurin
300 x 300 <6 mm í stødd. Tær
fáast í ymsum litum og
mynstrum. Uppaftur eitt slag
fæst við einum álímaðum slit
lagi av klárum vinyl. Hetta
lagið er ógvuliga slitsterkt og
tí eru hesar plátur oftast bert
3 mm tjúkkar, men í hesum
sambandi skal viðmerkjast,
at fyri tað fyrsta fer tundur
nemið hervið burtur og fyri
tað næsta so elvir hetta slit-
lag til »statiskt slektrisitet«,
ið kann vera nokk so 6be-
hagiligt fyri nøkur
Tær óviðgjórdu tundur
pláturnar (6 mm) verða
smurdar við lakki (á vatnbas-
is) einar 5—7 ferðir. Hetta
lakk treingir niður í tundur
evnið og bindur tann ovasta
partin, so hann bæði verður
slitsterkari og verjir ímóti
skitti o.ø. Og til seinast kann
eg nevna, at hesin viðgerðar
háttur íkki elvir til »statiskt
elektrisiteta
Tundur er eitt bleytt evni at
ganga á, tí er tað ógvuliga
væl hóskandi í búrúmunum í
húsinum. Tað kann eisini væl
nýtast í køkinum, men eigur
ikki at verða nýtt sum g6lv-
klædningur í vátum rúmum
sum í badstovu og wc ella í
vætukendum kjallararúmum
Tundur kann fáa merki av, at
spískir lutir verða trýstir niður
í tað, men er holið íkki ov
stórt, letur tað seg aftur við
tíðini.
Parketgólv fáast í ymsum træsløgum og mynstrum
uttan í bað, wc og øðrum vátum rúmum
Nr. 31 — 23. apríl 1980
Tey kunnu nýt
v/ Bjarka Højgaard
møbla- og innrætt-
ingararkitekti DMI
ast í øllum rúmum