mikudagur 30. apríl 1980síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fuglafjarðar Hornorkestur:
gur dent á góðan
konsert-musikk
Fuglafjarðar Hornor-
kestur venur av øllum
alvi nú um dagarnar. Í
morgin og í ovurmorg-
in er orkestrið vertur
við ta stóru árligu
horn-musikkstevnuna.
Í hesum sambandi hevur
Sosialurin hitt orkestur-
stjóran, Arnold Abraham-
sen. Hann hevur stjórnað
og vant orkestrið frá byrj-
an av, uttan tá fremmandir
venjarar hava vitjað — og
teir hevur orkestrið havt
fleiri av
Stórur áhugi —
væl stuðlað
Arnold Abrahamsen greiðir
frá, at áhugin fyri orkestr-
inum er stórur.
Kommunan stuðlar
Orkesturstjórin hjá
Arnold Abrahamsen
Fuglafjarðar Hornorkestri,
orkestrinum við at lata tí
eitt frálíkt heli í Feroya
Banka-bygninginum at
venja í, meðan orkestrið í
aðrar mátar er væl stuðlað
av fyritøkum og stovnum i
Fuglafirði.
Sjálvt orkestrið hevur nú
11 ár á baki og hevur lut-
tikið á ellum musikkstevn-
unum síðan 1969. Í 77 lut-
tók orkestrið eisini við ein-
um unglinga-orkestri
Hesi bæði orkestrini eru
nú í einum, so meðalaldurin
er bert 16 ár. Áhugin mill-
um tey ungu er ógvuliga
stórur, og hevur orkestrið
eisini fleiri næmingar, sigur
Arnold Abrahamsen.
Av teimum, sum vóru við
í fyrsta orkestrinum, eru
framvegis tríggir við
Fýra av orkesturlimun-
um ganga í skúla í Havn, so
orkestrið hevur bert vant
eina ferð um vikuna í vetur
men seinastu tíðina hevur
verið vant meira.
Spæla nógv
klassiskan musikk
Uppa fyrispurning, hvønn
musikk orkestrið
serliga
spælir, siga bæði Arnold
Abrahamsen og Frits
Johannesen, ein av limun-
um frå fyrsta degi, at or-
kestrið leggur dent á seriøs-
an musikk
Limirnir ynskja sjálvir
at spæla góðan orkestur
musikk, og vit spæla fleiri
klassisk verk, men sjálv
andi spæla vit eisini meiri
vanligan hornmusikk, legg
ur Frits afturat
Fleiri útlendskar
venjarar
Orkestrið hevur fleiri ferðir
havt útlendskar venjarar
Svend Rasmussen frá
kongaliga kapellinum hev
ur ikki verið færri enn átta
ferðir í Feroyum — úr
tveimum upp í fimm vikur
Ein annar dani, Klaus
Bjerre, var eitt ári venjari
og eisini hevur orkestrið
havt ein bretskan venjara,
John Carr. Tað er John
Carr, sum hevur gjert eitt
longri føroyskt stykki —
fantasi yvir sangin Lívligt
er á bønum í dag
Hvert ár á Hellunum
Eins og á sellum eðrum
plássum hevur orkestrið
havt stóran mentanarligan
tydning fyri Fuglafjerð
Tað luttekur á ellum há
tíðarhaldum og tilikum
Men orkestrið fer eisini út
um eingjargarðarnar.
Ein tann stersta letan
hjá orkestrinum er, tá tað
luttekur í hátíðarhaldinum í
samband við at jólatræið á
Hellunum verður tendrað
Aftaná vit hava spælt
eru allar dyr opnar, og
blíðskapurin er óferur, siga
bæði Arnold og Frits
Orkestrid hevur spælt øll
årini å Hellunum og siåan
1977 eisini i Oyndarfirði
har blíðskapurin ikki er
minni.
Tað eru í dag 32 spælandi
limir í hornorkestrinum
Áhugin fyri hornmusikki er stórur í Fuglafirði
Stór hornblástrar-
stevna í Fuglafirði
Heili 10 hornorkestur luttaka á tí árligu horn-musikk-
stevnuni, sum verður hildin í Fuglafirði í morgin, hós-
dagin, og í ovurmorgin, Dýra biðjudag
Vegna ta stóru luttøkuna spæla ikki øll orkestrini
sema dag — fýra orkestur hósdagin, meðan hini seks
spæla fríggjadagin.
Sjálv stevnan verður sett av Sigfríðu Verðhamar,
bygdarráðsformanni, hóskveldið kl. 20.00
Aftaná spæla hesi orkestrini: Vestmanna Horn-
orkestur. Unglingaorkestur Havnar Hornorkesturs,
Nes Sóknar Musikkfelag og Fuglafjarðar Unglinga-
orkestur
Dýra biðjudag byrjar konsertin kl. 15.00. Tá verður
spælt í hesi raðfylgju: Tveroyrar Hornorkestur,
Servágs Tónleikafelag, Fuglafjarðar Hornorkestur,
Klaksvíkar Hornorkestur, Harmoniorkestri G.H.M og
Havnar Hornorkestur
Konsertirnar verða í Fimleikarhøllini í Fuglafjarðar
skúla.
røðun 33 SÍNNSSSASÉNNANARANAANAIAAARAN
Nú manglar bara hjá
løgtinginum at krevja,
at ølfløskurnar skulu
hava tåtu!
S333S3S3S3S3SSSASSSSSððiðiiðjiiiSiiliiiiSðiiliiiiðiððð
„Hví hevur hesin sjuklingurin so mong bein?«
„Hann man vera politikari!«
Fantastiskt at so nógv
whiskv leyp av á
legmansveitsluni í ár,
bert tí at Crayon sat
heima!
á)
Atta dagar áðrenn løg-
mansveitsluna vóru
sambandsmenn á sama
hotelli, har teir ótu og
drukku tað politisku
upplýsingina í so stór-
an mun, at einki avlop
var uttanfyri morgunin
eftir.
Oli í Åarstovu
S88 808 NSSS