Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 1980síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — Mikudagur 4. juni 1980 Grov undirbetaling á Andveikraverndini: Timalenin 3 kr. undir sáttmálanum Tey timaløntu starvsfólkini á Andveikraverndini fáa eina timaløn, sum er 3,15 kr. minni enn tann såttmålabundna timalønin í Føroyum. Á verkstaðnum Vón skuldi ein bussførari setast fyri eina løn, sum er fimm krónur minni enn tað, sum sáttmálin fyrisetir Tey tímalentu starvsfólkini á Andveikraverndini arbeiða fyri undirlen í stóran mun. Tann sáttmálabundna tímalenin í Feroyum er í dag 40,55 kr., meðan tímalent úti á andveikradeildini bert fáa 37,40 kr. um tíman. Sosialurin hevur fingið hetta váttað frá starvsfólki á deildini. Somuleiðis er okkum upplýst, at lenin er sambært sáttmálanum hjá SID — Specialarbejderforbundet i Danmark. Tað er Almannastovan, sum hevur við hesi starvs- fólkini at gera. Men á Almannastovuni var ikki meguligt at fáa eina frágreiðing um, hví ein slík undirbetaling fer fram í Fer- oyum, tá talan er um fólk í føroyskum fakfeløgum. Stjórin, Klaus Hermann, sum hevur verið stovnarnar at gera, er í Danmark til fundar um dagarnar, og full- trúin kundi ikki geva eina viðmerking Kann ikki góðtakast — Hetta er eitt álvarsamt mál, sum vit mótmæla. Vit kunnu ikki góðtaka, at limir okkara arbeiða fyri hasa len- ina, sigur Signhild Torgarð, formaður í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, tá vit vendu okkum til felagið. Hon sigur, at nevndin hev- ur viðgjert málið og fer at venda sær til stjóran á Al- mannastovuni, tá hann kem ur aftur. Annars hevur Havnar Ar- beiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Fer- oya Arbeiðarafelag sent Socialstyrelsen skriv, har tey mótmæla lenini á andveikra- deildini og' á verkstaðnum Vón. — Vit kunnu ikki góðtaka at limir í føroyskum fakfeløg- um arbeiða eftir einum donskum sáttmála, sum gevur minni løn, enn tað, sum tann feroyski sáttmálin gevur, sigur Ingeborg Vinth- er, formaður í Feroya Arbeið- arafelag. Í skrivinum krevja feløg- ini, at starvsfólkini fylgja fer- oyskum sáttmálum, og mót mæla at slíkt sum hetta fer fram. Fimm kr. minni Fyri stuttum sekti verkstað- ið Vón eftir einum manni við tí stóra koyrikortinum. Hesin skuldi koyra næmingar aftur og fram við bussi. Tá maðurin skuldi setast. vísti tað seg, at tímalenin bert var 37,50 kr. Sambært tí føroyska sáttmálanum skal ein bilferari við tí stóra koyri- kortinum hava 42,48 kr. um tíman. V.ø.o. var talan um eina undirbetaling uppá 4,98 kr. um tíman. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at hann hevur tosað við leiðaran av Vón, og fingið at vita, at setanin er farin fram eftir boðum úr Dan- mark og at sáttmálin er tann hjá SID Arbeiðsmannafelagið kundi sjálvandi ikki góðtaka hetta og hevur blokerað set- anina av manninum, til sátt málaviðurskiftini eru komin í rættlag. Kolaðist upp Mánakveldið kom eldur í eitt skúr hjá skógfútanum í Eldurin var nógvur og skúrið koladist upp. Tað var tómt, upplýsir politiið. Eldurin festi ikki í trøini, sum standa uttanum. Tað er óvist, hvussu eldur kom i viðalundini í Marknagili Men børn plagdu at spæla í skúrinum. Politiið hevur tosað við fleiri av teimum, men enn uttan úrslit. Eidurin bleiv fráboðaður kl. 20.30 månakvøldid og kl. 21.20 var hann sløktur Men tá var onki eftir av skúrinum Bilarnir og Tryggingarsambandið: Nógv minni undirskot í 1979 Tryggingarsambandið hevði minni hall av bil- tryggingunum í 1979. Í 1978 var hallið 3,4 Tað var mill. kr munandi sambandinum. minni í 1979, upplýsir Marius Thoma- sen, stjóri á Tryggingar- Hann kann ikki upplýsa talið fyri 1979, við tað, at ikki allir nevndarlimirnir hava undirskrivað rokn- skapin enn — Men eg kann siga so mikið, at 1979 var eitt hampuligt ár fyri fer- oyska trygging. Tað var frægari enn 1978 Í 1979 fekk Trygging- arsambandið 2884 frá- boðanir um bilskaðar. Í 1978 vóru tær 2608 í tali. Sostatt er miðaltalið av skaðum vaksið úr 7 í 8 um dagin Orsekin til. at halli kortini minkaði, er tan at tryggingargjøldini hækkaðu Tórshavnar býráð vil ikki vera við í renovatiónsfelagsskapinum. Fær nú Umsókn um byggiloyvi til ruskbrennistoð á Sundi Tann interkommunali re- novatiónsfelagsskapurin fer nú at sekja Tórshavnar býráð um byggiloyvi til ruskbrennisteð inni á Sundi. Hetta bleiv samtykt á aðalfundinum hjá felags- skapinum í síðstu viku. Heini Olsen, sum er ráð- gevi hjá nevndini í felags- skapinum, kom við uppskotinum á nevndar- fundi, sum varð hildin, áðrenn aðalfundurin varð settur. Heini Olsen sigur, at tað er ivaleyst av plássi inni á Sundi. Brennisteðin fer ikki at tarna aðrari bygging har Spillhitin skal nýtast Renovatiónsfelagsskapur- in fer ikki at bíða leingi eftir svari frá Tórshavnar býráð. Hann vil hava svar innan 1. juli, tá býráðið fer í summarfrí. Kemur onki svar, verður tað tolkað sum nei. Sleppur felagsskapurin ikki at byggja inni á Sundi, verður helst bygt í Eysturoynni, við Æðuvík uu IS Orsøkin til, at renova- tionsfelagsskapurin vil sleppa at byggja å Sundi, er tann, at landsstýrið hevur ynskt, at spillhitin frá brennisteðini verður nýttur. Hesum ynski gekk felagsskapurin á meti, tí hann hevur brúk fyri væl- vild landsstýrisins í sam- bandi við fígging a | brennistødini Ráðgevar- nir hjá felagsskapinum hava kannað, á hvenn hátt, spillhitin best kann nýtast. Teir eru komnir til at best er at nýta hann til fjarhita. Men tað krevur nógvar keyparar av fjarhitanum, tað, ongastaðni verður bygt so nógv sum í Tórshavnar kommunu, verður hildið rættast at A irelit tað úrslit, og við hava brennisteðina har Tað er heldur onki duls mál, at landsstýrið helst vil, at brennisteðin verður bygd á Sundi ferð y ið „á hvenn Orkuráðið 3 a r eisini } ++ mill hatt, spuúi itin best verðu: nyttur Byrja í heyst Hetta, at spillhitin nytast ne skal vur tarnað byggingini av brennisteð- t ár. Fleiri av lima- tionsíelagsskapinum eru tí farnar at ótolnast Men á aðalfundinum segði nevndarformaður Hjallgrimur Janusarson at detailprojekteringin fer i gongd fyri ólavseku og miðað verður móti at seta spakan í einaferð i hevst um aðal- Lesið annars fundin hjá interkomm- unala renovationsfelags- skapinum a síðu 5