Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 1980síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 4. mai 1980 sosialurin Síða 3 Ísafjarðarsúlukappingin, TB 4. deild —MB 1. deild: Fyrstadeildarliðið vann — uttan umdyst! Fyrstadeildarliðið hjá MB hevur nú tryggjað sær luttøkurætt í kvartfinaluni í kappingini um Ísafjarðarsúluna. Dysturin í Ísafjarð- arsúlukappingini suðuri á vellinum á Sevmýru 2. hvítu- sunnudag millum Á. deildarliðið hjá TB og 1. deild hjá MB, varð slitin umleið 15—20 min. undan vanligu leiktíðini. Orsøkin til hetta var, at dómarin metti, at spælið gjerdist ov hart. Steðan tá dysturin varð slitin var 3—1 leiðsla til MB, men orsakað av, at dysturin ikki varð liðugt- leiktur, var stóru megu- leiki fyri, at kappingar- nevnd FSFs vildi hava dystin leiktan um aftur, t.d. í Havn. Men so varð ikki. Kappingarnevndin hevði fund hóskveldið, har m.a. frágreiðing dómarans í dystinum varð viðgjerd, og varð nevndin samd um at MB skuldi vinna dystin. Sostatt var tað MB, ið tryggjaði sær víðari lut- teku í kappingini um Ísa- fjarðarsúluna og skuldi teir í kvartfinaluni, ið verður leikt 6. juli, meta 1. deildarliðnum hjá ÍF. Norðurlendska ítróttarsamstarvið: Felagsnevndin skal hava fund i Foroyum í 1981 Fyrstu ferð Føroyar vera vertir fyri fundinum síðan ÍSF gjørdist limur í 1975 Tá felagsnevndin hjá norðurlendska ítróttarsambondun- um helt fund í Reykjavík í 1975, varð avgjert at játta Ítróttarsam- bandi Føroya lima- skap. Felagsnevndin hjá norður- lendsku ítróttarsambond- unum kemur saman til regluligan fund á ødrum- hverjum ári, og meðan fundurin í fjør varð hildin í Finnlandi, verða tað næsta ár Feroyar ið vera vertir fyri fundinum, ið varar í tríggjar til fýra dagar Í farnu viku var fundur í Stockholm við lutteku av aðalskrivarunum úr øllum teim norðuriendsku ítrótt- arsambondunum, har Heðin Mortensen, for- maður ISF, og fyrr- verandi formaðurin, Jógvan Arge, umboðaðu Ítróttarsambandið, og varð fundurin hjá felags- nevndini, ið skal vera í juni mánað næsta ár, tá umreddur. Í november mánað í ár verður fundur í Oslo, har norðurlendsku aðalskriv- ararnir tá m.a. skulu taka stæðu til hverji mál skulu viðgerast á fundinum hjá felagsnevndini í Føroyum. Stor ítróttarstevna i Reykjavik Í samband við stevnuna verður skipað fyri ítróttarráðstevnu, har Ítróttarsamband Foroya eisini verður umboðað Í døgunum 26. til 29. juni verður stór ítróttarstevna í Reykjavík har ítróttar- fólk úr eilum Íslandi fara at luttaka. I samband: við ítróttar- stevnuna verður eisini skipað fyri ítróttarráð- stevnu. A hesari ítróttar- ráðstevnu verða øll tey norðurlendsku ítróttar- sambondini umboðaði og verður tað ítróttarmál, ið hava felags áhuga, ið verða viðgjerd. Ítróttarsamband Fer- oya verður á ráðstevnuni umboðað av næstfor- manninum, Sverra Mid- jord. Heidi Hansen, liðskipari, Sunneva Jacobsen, Gisla Guðmundarson, Eyðna Jacobsen, Gitta Baile, Janet Johannesen, Eir Michelsen, Katrin og Elin Høigaard 16. og 17. mai var flog bóltskapping á Vingsted- sentrinum í Danmark, har m.a. føroyska mansung- lingalandsliðið og kvinnu unglingarnir hjá Fleyr eisini luttóku. Tað vóru tilsamans einir 400 luttakarar úr Belgiu, Vesturtýskalandi, Noregi, Svøriki, Feroyum g Danmark. Hetta var hendan hildin. Kvinnuunglingarnir hjá Fleyr taptu allar dystirnar g endaði sum nr. 1 ; iðum. ferð, at stevnan varð 6 av 16 Umleið 400 luttakar Mansunglingalandsliðið kláraði nakað við tað at teir endaðu sum nr. ii seg betur av 16 liðum. Urslitini av dystunum hjá feroyingum gjerdust hesi: Mansunglingalandsliðið innleiðandi dystir DHG, Danmark — Ferovar 1 5/R 1 ) Tid: é LA1GINg9, Sveríki— Feroy Feroyar—Solbjerg, Dan mark 2—0 (15 2. umfar Adler, V. Tyskland — Før ovar 2—0 (15/6, 15/12 Feroyar— Heilerasten, Lesnaður Noreg 2—1 (15/8, 13/15, Kvinnuunglingarnir hjá Fleyr innleiðandi dystir Malmø, Svøriki— Fleyr Åbyhøj, Danmark — Fleyr HIK, Danmark —Flevr 2. umfar Malmø KFUM, Svøriki- leyr 2 5/6, 15/7 bberød, Danmark 'leyr 2 15/8, 15/1: Sagt verður, at eil vóru øgd við túrin, og tey ngu hei rv burtur úr Kiosk ACTIV hevur øll tey føroysku blødini. Donsku dagblødini utgåvudagin og Fodboldmagasinet Tips-Bladet hvørt héskvøld. Kiosk ACTIV Jónas Broncksgøta 38 Tlf. 13740