Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 1980síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 sosialurin v/ Bjarka Højgaard húsateigurin møbla- og innrættingararkitekti DMI Gólvklædningurin - á Í teimum trimum fyrru pørt unum um gólvklædningar havi eg nevnt eitt sindur um trægólv. parketgólv, tundur, linoleum, vinyl, glasfipur, keramik, tigulsteinar, natur steinar og terrazzo. Í hesum partinum skal eg at enda koma eitt sindur inn á gólv teppi. Ráevnið Ráevnið til gólvteppi kann býtast upp í tveir høvuds- bólkar: natúruevni og kemisk evni. Natúruevnið kann so uppaftur býtast upp í tveir bólkar: plantuevni og djóra- evni. Planturáðevnið kann vera bummull kokus. hør, jute og sisal, fyri at nevna nøkur. Djóraráevnið kann vera ull av seyði ella geitum Tað kemiska ráevnið verð ur eisini býtt upp í tveir bólk ar: råevni úr cellulose (cellu- lose verður vunnið burtur úr viði og ødrum plantuevnum og er sostatt eitt natúruevni) og syntetiskum evnum Celluloseråevnid kann vera viskoserayon, acetatrayon ella triacetat. Tad syntetiska råevniå kann vera polyamid, polyester, polyacryl, PVC ella polypropylen Teppisløgini og vevingin Tey ymisku teppisløgini DEN, á Fo =- Am 305 & = =S 20. øv e Row" WOOLMARK 8 kunnu býtast upp í hondgjørd (nektaðia) teppi og maskin- framleidd teppi. Hondgjørd teppi eru vovin ella knýtt og koma sum oftast úr londum, har ið arbeidslønin er lág. sum t.d. í India og Marokko Hesi teppisløgini eru tó so mikið dýr. tá ið tey koma í handlarnar her heima hjá okkum, at tey sum oftast bert verða keypt sum pyntiteppi til stovuna. Tey eru hampu- liga slitsterk og mugu rein- gerast við varðsemi. Tey fáast í ymiskum støddum og nøkur sigg kunnu vendast. Tey maskinframleiddu gólvteppini eru tó tey, vit kenna eina mest til. Hesi kunnu fåast í øllum longdum og kunnu ti nytast sum vegg- til-vegg teppi. Hesi teppisløg kunnu bytast upp i ymiskar bólkar: teppi, har luvin (slit- lagið) er stoypt nidur í eitt undirlag av skúmgummi (la tex), ella teppi. har luvin er vovin niður í eitt undirlag av bíligari tilfari so sum t.d. jute ella polypropylen Bædi teppisløgini fåast vid upp- skorðnari ella óuppskorðnari lykkju. Tey vovnu teppisløg ini (uttan skúmgummi) krevja meira tíð at framleiða og eru av tí sama dýrari. Tveir av hesum veviháttum nevnast »Axminster« og »Wilton« Meðan teppi við skúm- gummibakklædningi eru rættiliga stødug, »liva« tey vovnu teppini eitt sindur har WOOLBLEND 807. NY ULD 207. POLYESTER afturímóti, og hetta má man hava í huga, tá ið tey verða legd. Teppi við skúmgummi- rangu mugu ikki leggjast beinleiðis á eitt lakerað gólv. annars vil lakkið við tíðini loysa upp skúmgummievnið Luvin Luvin er tað ovasta lagið á teppinum. Hon verður. sum áður sagt, gjørd burtur úr lykkjum, ið liggja tætt saman. Hesar kunnu vera uppskornar (plys) ella óuppskornar (bou- clé). Uppskorin luv er bleyt at ganga á og tættari hon er, slitsterkari er hon. Longdin á luvini kann vera ymisk — frá heilt stuttum (velour) til heilt langar traðrir (rya). Teppi við stuttari luv er slitsterkari enn teppi við langari luv. Hetta kemur av, at á tí fyrra teppi slagnum fer slitið fram á end anum á tráðnum, meðan slitið á tí seinna teppislagnum fer fram á síðuni av tráðnum. Teppi við stuttari luv er eisini lættari at reingera. Ouppskorin luv (bouclé) er ikki rættuliga so bleyt at ganga å, sum uppskorin, men hon er har afturímóti slit sterkari og heldur sær longri av ti at hon ikki so lætt letur seg tradka flata. Hesi teppi sløgini verða ti ofta nýtt á stødåum har nógv gongd er Boucléteppi eru ikki so løtt at reingera sum plysteppi. VAREFAKTA V Fyri at keyparin skal vera førur fyri sjålvur at meta um, hvørt dygdin i einum teppi svarar til teir upplýsingar, ið seljarin hevur, fåast tey flestu teppislegini í dag við ymiskum dygdarmerkjum, ið geva eina váttan uppá, at tilfar og dygd er í lagi. 4 F-MERKIÐ verður sett á tær verur, ið limir í Dansk Textilfabrikantforening framleiða. 4 F merkir: Forskning, Fabrikant, Forhandler og Forbruger. KNUTAMERKID verður sett á tær verur, ið limir uttanfyri Textilfabrikantforeningen og út- lendskar fyritøkur framleiða. Bæði ini eru undir eftirliti av Dansk Textilprø rímiligt slit, sólljós, vætu og reingerð. Á einum fylgisskjali verður harafturat givið upplýsingar WOOLMARK-MERKIÐ verður sett á tær verur, ið eru evnaðar burtur úr nýggjari og reinari ull t.v.3. óblandaðari ull. Tó er tað loyvt at blanda upp til 5% av tí teir nevna »effektgarner« uppí. Hetta merkið gevur eisini vissu fyri, at veran tolir sólljós og møl. [ WOOLBLEND-MERKIÐ verður sett á tær verur, ið eru evnaðar burtur ur nýggjari ull og einum ávísum %-parti av sðrum tilfari. INTERTEST-MERKIÐ verður sett á tær verur, ið ein ávís fyritøka váttar fyri. VAREFAKTA-MERKIÐ verður sett á tær verur, ið Dansk Varefakta Nævn hevur góðtikið. Hetta krevur, at veran uppfyllir nøkur ávís krov viðvíkjandi sliti, elastisiteti, litgóðsku og stødd- arstøduleika v.m. Á einum fylgiskjali verður harumframt givið upplýsingar um, í hverjum rúmi veran hóskar at verða nýtt, og hvussu hon eigur at leggjast og reingerast. UN Av naturuevnunum verður ull eina mest nýtt sum luvevni í gólvteppum. Ull er ógvuliga slitsterk og elastisk, hetta seinna hevur týdning fyri at luvin skal vera før fyri at rætta seg upp aftur av trýsti frå fóti og innbúgvi. Ull tekur ikki so lætt við turrum skitti og er tí latt at reingera. Vátur skittur kann tó vera tvørligur at reingera. Ull festir íkki við eld frá glóðum og fær tí bert eitt lítið avsviðið petti, har glóðin hevur rakt. Hetta kann síðani bustast burtur Nylon Av teimum syntetisku ráevn- unum verður polyamid (nylon) eina mest nýtt sum luvevni í gólvteppum. Poly- amid er ógvuliga slitsterkt, tað er rættuliga elastiskt, men tað er eitt sindur harðari enn t.d. ull at ganga á. Poly ester er eisini eitt syntetiskt evni. Tað er bleytari enn poly amid og er slitsterkt, men tað er ikki so elastiskt sum ull og polyamid, og seg ti skjótari traðka niður. Poly propylen hoyrir eisini til tey syntetisku evnini, tað er slit sterkt, men ikki so elastiskt sum hini syntetisku evnini og verður tí eina mest nytt sum ranga. Polyacryl er eisini syn- tetiskt og líkist nógv ull í út sjónd og bleytieika, tað er ikki so slitsterkt sum hini syn- tetisku evnini, men tað er líka so elastiskt sum polyester Øll tey syntetisku evnini taka lættari við turrum skitti enn ull. Hinvegin tola tey nógv betur vátan skitt. Tey tola ikki gleður, av tí at til- farið bráðnar, tá ið tað verður hitað upp. Felags fyri hesi teppisleg er, at tey kunnu geva »statiskt elektrisitet« Hetta kann vera nokk so generandi og ti fåast syntet isk teppi, ið eru impregneradi ímóti hesum, men henda impregnering slítist av við tíð- ini. Sum áður sagt, so verður polyamid eina mest nýtt sum råevni til tey syntetisku gólv teppini. Tó hevur polyamid tann eginleika, at tað tolir ikki so væl sólljós sum t.d. polyester, og tí vil tað moyrna við tidini, har ið ljósið stendur á. Hetta førir so til, at har teppið liggur undir skåp- um og ødrum innbúgvi, verður tað myrkari enn har tað liggur opið Av ødrum syntetiskum teppum kunnu nevnast »nåla letur Nr. 43 — 4. maí 1980 filt«, ið eru tægrir sum verða trýstar saman í eitt lag. og »fæhårsflisar«, ið eru gjørdar burtur úr syntetiskum evnum og djórahárum. Hetta verður bundið niður í eitt lag av bitu- men (asfalt) og niðast er eitt undirlag av polypropylen. Hesar eru ógvuliga slitsterkar og verða tí nýttar á støðum har nógv gongd er sum t.d. í forrætningum og aðrastaðni. Viskoserayon Viskose er eitt rættiliga bíligt ráevni, tó verður tað ikki so nógv nýtt longur til gólvteppi. Viskose er slitsterkt, men ikki so elastiskt. Tad tekur lættari vid skitti enn t.d. ull og tað kann vera rættiliga tvørligt at reingera. Gigður brenna hol í viskoseteppi. Kokos Kokosteppi verða gjørd burt ur úr tægrum frá kokosnøtini. Teppini eru natúrulitaði (brún- lig) ella bleikt (gullig). Kokos er ógvulig slitsterkt, men tað er nokk so hart at ganga á. Vátur skittur kann vera tvørligur at reingera. Kokos teppi fåast sum vovin ella vid slitlagi, ið er stoypt niður í eitt lag av gummi ella skúm gummi. Verður eitt vovið kokosteppi mtt, má havast í huga, at tað gevur seg nokk so nógv alt eftir hvussu nógv væta er í luftini. Tí verður tað oftast fest í gólvið við smáum stiftum úti við veggirnar. Fyri at beta um henda tvørleika fáast nú eisini kokosflísar við gummi- ella skúmgummibak klædningi. Hesar eru heilt stødugar, men nógv dýrari enn tað fyrra slagið. Ein fyri- munur er tó afturat við hesum flísum og tað er, at har slitið er mest, kann man býta uppá flísarnar. so slitið verður javnt yvir alt gólvið. Tey vovnu kokosteppini í heilum longd um krevja eitt leyst undirlag av td. jute. Ansast má tó eftir at ikki ov nógv væta kemur til jute-evnið, tí tað tødnar ógvuliga nógv av hesum. Alegging, reingerð o.a. Bæði syntetisk og ullint teppi teppi kunnu geva statiskt elektrisitet, um luftin er turr nokk. Tó skal luftin verða rættiliga turr (sum td. um veturin), áðrenn eitt ullint teppi verður statiskt. Teppi, ið ikki eru impregnerað ímóti hesum frammanundan, kunnu hjálpast við at spræna ein løg av 1/100 »Rodalon« ella »Majoren« og restina vatn. Til hesa viðgerð kann ein vanlig blómukanna nýtast og tað skal 1/2 | til hverjar 15—20 m?. Henda viðgerð heldur sær í einar 3 mánaðir Aðrenn eitt teppi verður lagt út, eigur man at vissa sær, at undirlagið er heilt tætt, annars vil tað slítast meira í stødum. Gólv, ið eru lakeraði eila voksaði mugu antin slípast, eila fáa eitt lag av pappi á |(talkumpulvur kann eisini nýtast), áðrenn eitt gólvteppi við skúm- gummirangu verður lagt á. Annars vil skúmgummievnið festa seg í gólvið og so við og við terast. Gólvið eigur altíð at vera heilt turt, man tað eru ikki øll teppisløg, ið tola at verða løgd á eitt gólv, ið hevur gólv- hita. Reingerðingin av gólvtepp- um fer fram antin við maskinu ella handamegi. Sum reingerðingsevni kann nýtast teppishampoo, ella onnur veik sápa. Teppimaskinurnar busta teppið og spræna sápuevnið niður í luvin. Síðani verður skitturin antin bustaður ella sogin upp í maskinuna. Tó tekur henda viðgerð ikki altíð tann skittin, ið sítur niðast í luvinum. Vovin teppi kunnu tødna av hesari viðgerð Undirløg sum t.d. jute tødna rættiliga nógv, um væta kemur til. Teppi i køkinum Tað hevur verið nógv tosad og skrivað um hvert tað er rætt (eisini heilsuliga) at leggja teppi á í køkinum og t.d. í baðirúminum. Ti! hetta er at siga, at eitt teppi t.d. í køkinum fær nógvan skitt og matleivdir á seg dagliga, sum ikki kunnu burturbeinast við dustsúgvaranum. Tí má tilfar ið í teppinum vera av einum slíkum slagi, at tað tolir nógva reingerð. Og um íkki mikroverur og soppar skulu trívast alt ov væl í tí, eigur tað at verða luftað út i køkinum so ofta sum gjørligt fyri at luftin ikki skal verða ov vætu- kend (verurnar trívast ikki so væl í turrari luft). Harafturat eigur luvin at vera so stutt sum gjørligt og tilfarið í tepp- inum eigur at at vera 100% syntetiskt (eisini rangan). Verður alt hetta fylgt, vísir ein donsk kanning, at tað íkki trívast so nógvar mikroverur í einum slíkum køksteppi, sum onkur kanska kundi hildið. Boe æ EAN A— F 3 ; í