Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1980síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 21. juni 1980 arar vóru her úr eðrum londum, kom eisini fólk ymsastaðni úr Føroyum higar at arbeiða í kolinum. Hesir búðu í barakkum her uppi í Rangabotni. Í dag standa bert toftirnar eftir av hesum barakkum, og meðan vit ganga mill- um hesar, greiðir Dánjal — Tað var serliga av- bygdafólkið, sum her búði, men tverámenn vóru eisini ímillum. Tað var jú langt úr bygdini og higar. og arbeiðsdagurin var langur, so hegligt var sjálvandi at kunna búgva her — so nær arbeiðs- plássinum. Her var ein barakk har menninir búðu i, ein mat- barakk, formanskantórið og ein smiðja. Pápi mín var smiðjur her og var hevuðsuppgáva hansara at hvessa hakkararnar og so sjálvandi eisini at við- likahalda arbeiðsamboð- ini. Ein skaðadagur — Einaferð minnist eg ein skaðadag her. Hetta var meðan teir vóru við at gera nýggja smiðju. Tað var av allarringasta ódn- arveðri av útnyrðingi. Tað hevði júst verið vaktar- skifti í eftiriitshúsinum hendan seinnapartir: tá ein hvirla tók húsið sum tað var. Eftirlitsmaåurin kom so illa til skaða, at hann doyði nakrar fáar dagar seinni. Hann æt Persson og var svii. Vit fingu boð frá okkum, men ikki var meir enn hjálpin kom veg- in fram. Teir, sum komu til hjálpar, komu niðan eystanfyri dungan. men sovorðin stormur var, at teir fingu nokk av túri- num. Luftin var svert av kolastevi. Í somu hvirlu doyði eis- ini ein ungur maður úr Tjernuvík. Hann stóð og krokaði undir einum veggi. Hvirlan tók veggin niður yvir hann. Eisini minnist eg ein mann, sum doyð inni í nåminum. Sum vanligt vóru teir farnir innar í námið at hegga, tá tað knappliga rapaði á hann. Annars vóru teir, sum vóru vanir at arbeiða i kolinum, altíð ávaraðir væl frammanundan um grót skuldi detta niður Teir kendu ljóðini og vistu, hvat tey høvdu at siga. Tá ávís ljóð heyrd- ust var bert eitt at gera — at sleppa sær burtur. Teir vistu frammanundan júst nær tað rapaði og hvar - Ikki kolagrevstur aftur — bert fyri at skapa arbeiðspláss Vit spurdu Dånjal um hann roknaði við. at tverá- menn aftur fara at bróta kol í Rangabotni. — Tað er ilt at siga, eg rokni ikki við, at hetta verður gjert bert fyri at skapa arbeiðspláss. Um orkuneyðin verður enn stærri enn hon er í dag, eru vit kanska noyddir til tess. Men tá meini eg av- gjørt, at tað almenna skal ganga á odda og seta kola- raksturin í gongd aftur. Hetta er ein landsupp- gáva. Kommunan tók um endan tann tíð tað var fyri at skapa arbeiðspláss M.a. gjørdu teir eisini vegin niðan í Rangabotn, sum tá varð hildið at vera eitt stórt framstig. Men um tað verður aktuelt aftur at bróta kol, verður tað neyvan við teimum amboðum, sum teir tá brúktu. Tað var møtumikid arbeiði, sveitt- in ur hvørjum håri, og menn máttu seta sær stór- an setning fyri at fáa eina hampuliga daglen. At fáa friska luft innar i námið var ókent tá. Ein- asta vit høvdu var, at i minsta lagi tvey nám skuldu vera samanbundin, soleiðis at eitt sindur av luftstreymi kundi koma innar á tann hátt, men nú eru onnur amboð til at taka. Um tað ber til við at súgva luft innar og luft ut, skuldi eisini verið megu- leiki at arbeitt við nutim- ans amboðum inni í námi- num. Um meguleiki var át tikið kolaraksturin upp- aftur við góðum amboð- um, soleiðis at menn kundu arbeitt undir tolu- ligum umstødum, var tað ivaleyst nakað at hugsa um, sigur Dánjal av Rana at enda í samrødu við Sosialin. Toftirnar av barakkini har kolaarbeiðaranir búðu Síða 9 Náttúruverndar folk, sum hava vitjað: Føroyska náttúran er væl varðveidd Men ræðuligu ætlanirnar um at útbyggja vatnorkuna mugu steðgast. Hetta er storsti náttúruverndar- trupulleikin í Foroyum, meta tey! Náttúrudálkingin í Fer- oyum er nógv minni enn í hinum Norðurlondu- num. Somuleiðis eru náttúruvirðini nógv bet- ur varðveidd i Føroyum. Hetta er niðursteðan, sum umboðini frá nått- úruverndarfelegunum í hinum Norðuriondunum eru komin til á Feroya- ferð teirra. Tó vistu tey á einum tiðindafundi mikudagin harðliga á ta náttúruoyð- ing, sum SEV hevur havt í kvittanum at fremja við Eiðisvatn og Fjailavatn. Tey løgdu herðslu á, at hesar ætlanir attu at skrinleggjast fyri allar ævir Grundin til, at umboð úr náttúruverndarfelegu- num í hinum Norður- londunum eru í Feroyum í letuni, er hon, at eitt slíkt felag, Feroya Nátt- úru- og umhvervisvernd- arfelag, er stovnað í Fer- oyum fyrr í ár. Í Feroyum er hildin annar av teimum tveim- um árligu stjórnarfundu- num. Men vitjanin er eis- ini gjørd fyri at heiðrað FNU, leggur eitt av um- boðunum kvikliga aftur- at! Stort i mun til okið — Hvørja fatan hava tit av nåtturu- og dålking- artrupulleikum i Føroy- um? — Ætlaninar um at ut byggja vatnorkuna vid Eiðisvatn og Fjallavatn eru ræduligar. Tær fåa stórar avleiðingar, um tær verða framdar. Tær eru eisini ógvuliga um- fevnandi í mun til ekið. Ja, nógv sterri enn tað, sum gjørt er í hinum Norðurlondunum. Hetta er avgjert tann stersti spurningurin, svarar eitt av umboðunum úr Noregi. Og eitt umboð úr Sve- ríki leggur afturat: — Ætlanin vil eisini forkoma einum tí stærsta mýrulendinum í Feroy- um. Hesi ekini eru mill- um tey mest hóttu í heiminum. Ti hevur Fer- oyar eisini skyldu at varðveita tey — hetta er ein alheimstrupulleiki. Rusktrupulleikar A Feroya-ferðini eru náttúruverndarfólkini sjálvandi vorðin varug við rusktrupulleikan Førvyum. Soleidis halda tey, at tað er heilt forkastiligt, at ein rusk-brennistød og eitt vatnverk kunnu liggja lið um lið í Havn- ardali Frá fleiri av umboðu- numverður heitt á feroy- ingar um at fáa bett um hesi viðurdkiftini alt fyri eitt — Men endamálið er jú ikki at skapa rusk. men afturimóti at broyta brúks-mentalitetin so- leiðis, at vit ikki hava nakað rusk, leggur Tor- móður Dahl afturat í hesum viðfangið. Ikki nóg umhugsnir Men føroyingar eru ikki nóg umhugsnir í so máta, vísir eitt umboð úr Danmark á: — Vit hava sæd, at frá einum sterri ferða- mannaskipi er stórur rusk-plastikkposi út- blakaður. Hetta var hug- stoytandi at síggja. — Nú leggja tit rættu- hga stóran dent á dálk- ingarspurningin í stærri perspektivi — m.a. ta kemisku dálkingina — men hvussu er við tí meiri ásjónligu dálking- ini í Føroyum? — Vit hava sæd nogv rusk allastaðni. Tað sær ikki gott ut, men tad munnu vera få samfeløg, sum sleppa undan ruski, sigur eitt av teimum norsku umboðunum. og vísir samstundis á, at tann ásjónliga dálkingin er minni enn í hinum Norðurlondunum — t.d. í Noregi. Í Noregi hava skúla- bern rudda strendurnar í AA ; 4 Tann ásjónliga daikingin er ikki størri í Foroy- um enn í hinum Norðurlondunum. Tó slepst ikki undan at siga, at føroyingar eru rættuliga gæloysnir í so máta, heldur eitt umboð. Myndin sýnir ein vinkassa av flamingo, sum liggur und- ir Erjafossi við Storavatn á Sandoynni 15 ár, men eingin munur sæst. Tvørturimoti líkist Osio-fjerðurin einum køsti. Umfevnandi bildålking Eitt umboð úr Danmark visir eisini á, at bildalk- ingin í Feroyum av álv- ara hevur glørt vart við seg. Hann heldur, at tað er óneyðuga nógvir bilar, og metir, at orsekin er hon, at myndugleikarnir fóru ov seint í holt við at útbyggja kollektivu ferðsluna. — Harafturat er tað heilt vanligt at síggja. at bilar standa og koyra í tomgongd. Hetta óskilið eigur at steðgast, leggur hann afturat. Eisini visir eitt umboð á, at føroyingar eiga at umhugsa ein ferðafólka- politikk: - Tað er av stórum týdningi, at man finnur út av, hvussu nógv ferðafólk feroyingar vilja hava, og hvar hesi skulu fara, og halda til, fyri at skaða náffúruna minst meguligt. Trupulleikarnir lættir at loysa Fleiri av umboðunum vísa á, at teir náttúru- verndartrupulleikarnir, sum eru i Føroyum, eru lættir at loysa sum so. — Vit hava merkt tað skilliga, at Føroyum kann man yvirskoða samfelagið, sigur eitt svenskt umboð og legg- ur afturat: — Vit hava skilt, at føroyingar liva tætt at náttúruni — hon er her allastaðni rundan um okkum. Hetta ger, at Feroyar er eitt land, har man kann byggja eitt samfelag, sum hevur javnvág millum menn- iskju og náttúru. Eitt annað umboð leggur afturat: — Um vit onnur høvdu Føroyar sum stødid, so var lætt at fara til verka hjå einum náttúruverndarfelagi