leygardagur 5. juli 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lýsingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Blaðmenn:
»Gurupråt«
DIMMALÆTTING, målgagn fyri Sambands-
flokkin og »Venstres Vennera í Føroyum,
hevur nú í rúma tíð ríkað skaldaheim okkara
við ymiskum sløgum av práti. Vit hava lisið
týsdagsprát, hósdagsprát o.s.fr., men frá
seinasta týsdegi gjørdust vit eitt prát ríkari.
Hesin teigur eitur »Gurupråt«. Hvat skuldi
hann annars itið, tá vit hugsa um, at hetta er
sjálvur formaðurin í Sambandsflokkinum,
Pauli Ellefsen, sum her sigur sína hugsan.
GURUPRÁTIÐ hjá Paula skal helst skiljast
sum eitt aftursvar til eina oddagrein í Sosiali-
num, har vit loyvdu okkum at ivast í fyri-
mununum við føroyskum limaskapi í felags-
marknaðinum. Men svar til júst hetta var tor-
ført at finna.
Í STAÐIN verður undirstrikað hvussu skila-
góður Uffe Elleman-Jensen er, hvussu gott
skil hann hevur á donskum fíggjarviðurskift-
um (og tískil á føroyskum). Hvussu synd tað
er í danska vinstraflokkinum, nú hann stend-
ur uttan fyri stjórnina í Danmark. Hvussu
synd tað er í Sambandsflokkinum, nú hann
stendur uttanfyri landsstýrissamgonguna í
Føroyum. Vit mugu tó viðganga, at tað hóast
alt er betri, at tað er synd í Sambandsflokki-
num at standa uttan fyri, enn at tað var synd
í øllum Føroya fólki, um sambandsflokkurin
var innanfyri. Og móti endanum í gurupráti-
num harmast hann um, at oddagreinaskrivar-
in í Sosialinum nú er komin heilt niður á botn.
Tað er nógv fyri at vit noyðast heilt niður á
botn fyri at fáa formann Sambandsfloksins í
talu.
TAÐ ODDAGREININ í Sosialinum snúði seg
um, var at vit ivadust í fyrimununum við ein-
um føroyskum limaskapi í EF. Vit vístu eisini
á, at hóast Sambandsflokkurin fyri seks ár-
um síðani tók somu støðu sum hinir flokkar-
nir — ímóti EF-limaskapi — so sæst nú skillig-
ari fyri hvønn dag sum gongur, hvussu al-
tráður Sambandsflokkurin nú er fyri føroysk-
um limaskapi í felagsmarknaðinum. Somu-
leiðis vístu vit á vandan hjá teimum smærru
tjóðunum í EF. Men alt hetta hevur formaður
Sambnadsfloksins ongan áhuga fyri. Til
hetta var einki svar og tað er heldur ikki so
legið.
TAÐ ER NÓGV lættari hjá Sambandsflokki-
num at hava eina meira lunkaða stødu til EF-
limaskap sum til so mangt annað. At skatta
dýpið, at kanna eftir hvat fólk hugsa, áðrenn
hamurin av álvara verður kastaður. Teir hava
lagt sær orðini hjá Uffe Elleman-Jensen í
geyma: »Vi vil slås for Jer í EF.« Vit bíða
spent eftir næsta »Gurupråti«.
Øl leggja fyrst eftir
sosialurin
Nr. 52 — 5. juli 1980
Moldin á Sandi einaferð enn
Viðmerking til Jóannes Johannessen
Í samband við hetta mál
skrivar tú í 14. september
28/6-80, at eg — sum
skálkaskjól — sigi, at
moldin úr havnavíðkanini
á Sandi ikki verður koyrd í
havi. Eg loyvi mær við
hesum at átala vánaliga
málburð tín.
Mær persónliga nýtist
nevnuliga einki sklka-
skjól, tí tað, eg segði fyri
5—6 vikum síðani, var, at
tá var eingin mold (so gott
sum) farin á sjógv, tí lítið
og einki var grivið tá, og
"sostatt var tað ikki ov
seint at royna at bjarga
teirri góðu moldini.
Mær sum bygdarráðs-
formaður nýtist heldur
einki skálkaskjól í hesum
máli — heldur enn erðum
— tí eg havi eitt samt
bygdarráð aftanfyri ta
funnu loysnina, um enn
tað- kunnu vera minni
einkultheitir, sum skilja
áskoðanirnar, nevniliga
júst viðvíkjandi tí góðu
moldini. Eg havi eisini
fingið ta fatan, at stersti
parturin av sandingum
góðtaka sjónarmiðuni hjá
Sands bygdarráði í hesum
máli.
At tað er tvætl, at
størsti parturin av moldini /
er vánaligur og /ella ónítu-
ligur, verður so ein metan
— tín metan, og sjálvur
skal eg ikki meta um tað,
men nógvir menn hava
sagt mær — eisini kongs-
bendur — at teir vildu
ikki hava hesa moldina á
sín haga ella be, og vildu
als ikki goldið fyri flutn-
ing av henni. SJÁLVT
GULL KANN KEYPAST
OV DÝRT.
„Tá tað ikki er við í pro-
jektinum at flyta 160.000
tons av tilfari burtur frá
havnagkinum, so eru tað
fleiri orsekir til tað, sum
longu sagt frá. Tær átti tú
at kennt, um tú vilt.
At bendur hava boðið
sær til at taka moldina er
ikki rætt, tí øll, sum vilja
hava mold, fáa hana við at
avheinta hana, og tað
hava fleiri gjert. Tríggir
jarðarbrúkarar hava ávíst
ekir á Sandi, hagar mold
kundi koyrast, men teir
orkaðu ikki sjálvir at
gjalda fyri flutningin, sum
er sera forstáðiligt.
Kommunan hevur eingi
økir at goyma mold á, og
heldur ongar pengar at
flyta hana fyri.
Ein av hesum hevur síð-
an boðað frá, at hann tek-
ur tilboðið ella ynskið um
mold aftur, tí hann hevur
kannað góðskuna í mold-
ini. Mær er sagt frá, at ein
annar bað Feroya Jarðar-
ráð um figgjarligan stuðul
til at flyta moldina fyri til
haga sín, men havi eg
frætt, at ráðið roknaði seg
framm til, at hettar var alt
ov kostnaðarmikið og als
ikki lensamt? Tú eigur at
vita, um hettar er so, tú
kennir onkran í ráðnum?
Annars hevur ein av
meguleikunum verið
nevndur at flyta nakrar
túsund m' mold til skrán-
ingarnar á einum ávísum
uppdyrkingarvegi, og eg
tosaði við teg um hettar
—. her var jú talan um at
nýta pening úr lands-
kassanum til endamålid,
men tú segði teg vera hart
ímóti hesum og bað meg
endiliga arbeiða ímóti, at
henda ávísa játtanin var
nýtt til hetta? Tú hevði
onga mold biðið um! Ja-
men, góði Jóannes, tað
kostar at vera so avgjerd-
ur idealistur! Ella er mann
bert idealistur, tá onnur
skullu loysa trupuleikar-
nar og gjalda?
Eg havi roynt eftir føri-
muni at arbeit við realist-
iskum meguleikum í hes-
um máli. Tað vil siga at
bjarga teirri góðu moldini.
sum er ovasta lagið í av-
grevstrinum, men tí verri
er hettar higartil bert lut-
víst eydnast. Tað skilst.
at menn meta tað vera
betri og bíligari at níta
verandi hagalendir við á-
verandi mold o.e. til ný-
dyrking, enn tilfarið úr
havnini. Á Sandi er nær-
um hver plettur vallaður
frá Skaparans hond.
At enda kann eg ikki
lata vera við at viðmerkja,
at sumt í longu samreðuni
við 14. september er so illa
sagt frá ella so illa endur-
givið, at tað gevur skeiva
mynd av Miðstovugarði-
num, og um tað var rætt,
sum skrivað, so hevði
Jóanes havt brúk fyri ein-
um skálkaskjóli?
Er øll samrødan endur-
givin líka misfatað, so átti
eg kanska als ikki at við-
merkt henni.
Vinarliga
jbm.
——[f— rf |————————————— ——————
Gud er Gud um land alt legdist oydi
Gud er Gud um land alt
legðist oyði, Gud er Gud
um menniskjan ell doyði.
Soleiðis sigur ein sangur
og tað er so satt sum tað
er sagt. Mátti Gud í himli-
num hjálpt okkum til at
tonkt yvir hetta. Gud er
ikki hjálparleysur uttan
okkum, men vit eru hjálp-
arleys uttan Hann. Má
Gud hjálpa okkum til at
siggja okkara hjálpar-
loysi, og síggja at vit hava
brúk fyri einum Frelsara,
einum sum kann hjálpa
okkum burtur úr neyðini
og syndini, hjálpa okkum
út úr hjálparloysinum
Amen. W.
Landssjúkrahúsið
3800 Tórshavn
Starv sum næmingur á Vaskarínum
er leyst at søkja til 1. oktober 1980.
Lærutíðin er 3 ár. Í lærutíðini skal
næmingurin í tilsamans 11 vikur á
teoriskeið á Teknologisk institut í
Danmark.
Tann, ið settur verður, skal hava
fylt 18 ár og helst hava realprógv ella
líknandi útbúgving.
Lønin í næmingatíðini er fyri tíðina
frá kr. 3.676,57 til kr. 5.019,17 um
mánaðin.
Umsókn saman við avriti av próv-
tøkuskjali og møguligum viðmælum
frå fyrrverandi plåssum, verdur innan
15. august 1980 at senda til umsjónar-
mannin, Landssjúkrahúsið, 3800
Tórshavn.
Summarfrí
Eg eri í summarfrí frá 7./7.—4./8.
Í summarfrítíðini arbeiðir Jóan Pet-
ur Davidsen, lækni fyri meg í viðtalu-
hølunum í B6ékbindaragøtu, telf.
12233. Aftaná viðtalutíð á telf. 120 61.
Andor Ellefsen
kommunulækni
Tilboð uppá at
vaska bussar
okkar ynskist. Nærri upplýsingar við
at ringja telf. 126 26.
BUSSLEIDIN