Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1980síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 54 — 12. juli 1980 flytir til eypmannahavn Henrieth Pedersen Trækfuglen Hetta er onnur skaldseg an, sum Henrieth Peder- sen gevur út, og er hend- an eisini um eina kvinnu- lagnu, men meðan >Ada- lin« (Thaning & Appel 1978). fer fram í 17. eld, so gongur »Trækfuglen« fyri seg i okkara tid, tvs frå 1930—50 Handlingin er i stutt- um um eina føroyska gentu, ið flytir til Keyp- mannahavnar fyri at hyggja seg um og royna okkurt nýtt. Í Keyp- mannahavn hendir mangt og hvat. Annemi, sum gentan eitur, verður skjótt gift, men maðurin verður skotin av týskar- um undir krígnum, og um sama mundi feðir Annemi eitt deyðfett barn. Eftir eina tíð kem- ur hon aftur til Feroya, men er nú vorðin ein onnur og trívist ikki heima aftur. Skaldsegan endar við, at Annemi er á veg til Danmarkar aftur Fyrst er at siga, at rit- hevundin kennir væl tað feroyska umhvervið, sum hon skrivar um. Somuleiðis haldi eg, at tað feroyska bygdalívið er væl lýst, og teir per- sónarnir, vit meta í bygdini, eru teir flestu trúligir. Harnæst er tann broytingin, sum tað er at flyta úr Feroyum og nið- ur til Danmarkar, eisini væl viðgjerd, soleiðis at tað skilst, at rithevundin hevur verið ígjegnum alt hetta Myndin, sum verður givin av hevuðs- persóninum Annemi er eydnast heilt væl, og lys- ingin av henni og livi hennara i bygdini Nord- vig, har hon kennir seg annaðleiðis og íinni- stongda, og sær lívið fara framvið, er eisini væl viðgjert, (og er ikki heilt ólíkt tí frágreiðing, sum feroyskar gentur hava givið til bókina „Feroyskar gentur í Keypmannahavn«, 1971). Men tad er synd at siga, at rithøvundin hev- ur latið seg ávirkað av ellum teim mongu (og góðu) skaldsegunum, sum eru skrivaðar av og um kvinnur tey seinastu tíggju árini. Her er onki nýtt av nekrum slag, og Skaldsøga um eina foroyska gentu, ið Henneth Pedersen 2 Trækfuglen tú fær ikki eina »nyggja« kvinnumynd í hesi bók. — Annars er at siga um persónarnar sum heild, at teir eru ikki gjerdir nóg livandi, men standa fyri tær sum »klicheir« Harafturat eru alt ov nógvir persónar, sum tú bert metir eina ella tvær ferðir í allari bókini. Rit- hevundin, haldi eg, hevur eitt sindur ringt við at fáa eitt natúrligt samanhang millum handlingina og teir per- sónar, ið fyrikoma í henni. Alt hetta ger skaldseguna keðiliga at lesa Men Henriet Pedersen dugir at siga frá, og mangt og hvat hendir í bókini. Vit fáa frágreið- ing um ikki minni enn tvey brúdleyp, eina neyðteku, tvær fødingar og eitt beinbrot. — Tær bestu síðurnar í bókini haldi eg vera tær, sum eru um Annemi og vin- konur hennara, tá tær sum bern spæla saman — her kemur styrkin fram hjá rithevundan- um Henrieth Pedersen hevur sínar viðmerking- ar til tær ymisku situa- tiónirnar í bókini og eru summar av hesum held- ur legnar, sum t.d. tað hon skrivar um kærleika á s. 33 >De var faldet for verdens største og ældste magt, parrings- driften, der trods milli- onernes tidslag herskede ganske usvækket dog klædt på af kulturen under begrebet — kær- lighed« (...) At skriva so- leiðis í eini skaldsøgu frá í dag (1980) haldi eg vera heilt burturvið og ger ikki skaldseguna betri. At enda skal vera nomið eitt sindur við tað málsliga í bókini. Hon er skrivað á vanligum donskum máli, men hevur nógv feroysk (ella getudonsk) orð uppii sum t.d. brogeles, ilde- vornemanden, binde fred, kæfteslid, være til skibs, skaddetábe etc. Um rithøvundin nýtir hesi orð, fyri at gleða okkum føroyingar, ella fyri at gera bókina meira áhugaverda fyri danir, veit eg ikki, men eg haldi ikki, at tað riggar serliga væl at blanda tvey mál saman á ein slíkan hátt. Bergljót D. Hentze Gloymdu tygum haldaragjaldið ? tygum hava enn ein møguleika! dagbókin Læknavaktirnar Tórshavn: Kristianna Nordendal, tif. 12979 Eysturoyggin: Poul Olsen, tlf. 47010 Norðoyggjar: Ólavur Gaard, tlf. 56900 Suðuroyar norðara lækna- demi: Tlf. 71560 Suðuroyar sunnara lækna- demi: Tlf. 73030 Tanalæknavaktin, Tórshavn Tannlæknavaktin, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og morgin kl. 13—14, tlf. 14544. Gudstænastur Havnar kirkja: P.E Fabritius Vesturkirkjan: H.E. Niss- en Argir: Høgni Poulsen Kollafjørdur: Peter Peter- sen kl. 11 Hosvik: Peter Petersen kl. 12.15, altargongd Leirvik: Torkil Beder kl. 11, altargongd Hellurnar: Torkil Beder kl. 19, altargongd Glyvrar: Jåkup Kass, altargongd Rituvik: Jåkup Kass, kl. 16.00 Strendur: Hans J. Joen- sen Klaksvik: lestur Viðareiði: Henning Bøges- vang, altargongd Tveroyri: Johan Weihe og Jónsvein Bech, stud. teol. Vágur: Bjarni Bæk kl. 11 Sumba: Bjarni Bæk kl. 18 Norea Radio Danmark Millumbylgja 205 (1466 kHz) Mánadagin 14.: »Drej 04- 527190 — eller skriv til Norea Radio, 6100 Had- erslev!« Spurningar og sang ynski frá lurtarunum. Poul Lykke Nielsen og Jens Erik Rasmussen. Týsdagin 15.: >Jeg tror pá Helligånden« Gjøgnumgongd av trúar- jåttanini. Bibliuskuli hjå Jørgen Sejergaard, stud. teol., 6. partur Sela-kvartettin syngur Norskar sendingar hvenn dag kl. 16.05 (stutt- bylgja 31 m, 9,6 mHz) og kl. 17.05 (stuttbylgja 25 m, 11,8 mHz). Umskipan hjå Traderline 1. juli var umskipan gjørd å skrivstovuni hjå Trader- line Høgni Vestergaard er settur í starvið sum leiðari av allari linju- og charter- sigling og hann avgreidir endurgjaldskrøv og trygg- ingarspurningar. Andru Simonsen stjórn- ar ollum viðlíkahaldi at maskinum og somuleiðis INgUunum. skipum, maskinmann- Eydfinn Lamhauge er leiðari av kundatænastuni og prísdeildini. Tað er hann, sum gevur tilboð uppá flutning av stórum nøgdum og hevur leiðsl- una av fakturering 0.9. Eyðun Poulsen er vorð- in augreiðsluleiðari. Hann umsitur alla útflýggjan, skjal til tollvald, havnar- skrivstovur o.a. Hann av- greidir eisini alt gods, sum verður sent úr Føroyum til , útheimin.