mikudagur 16. juli 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 55 — 16. juli 1980
Sverri Midjord, borgmeistari, skrivar:
Ein viðmerking til skriv-
ingina í 14. Sept. og Dag-
blaðnum um ymisk
kommunumál
Tað var ongantíð ætlan
mín at fara í bleðini við
viðurskiftum hjá Tver-
oyrar býráð, tey helt eg,
at vit best kundu greiða
her hjá okkum sjálvum.
Til skrivingina um
roknskapir kommunun-
ar er at siga, at tann 5.
mars 1980 hevði fíggjar-
nevndin hjá býráðnum
fund við grannskoðaran
Carl W. Weihe.
Á fundinum vóru
mettir Sverre Midjord,
Havgrímur Hammer og
Gunnar Vestergárd —
øll figgjarnevndin.
Til viðgerðar vóru
roknskapir kommunun-
ar og roknskaparfering-
in. Her varð frá grann-
skoðaranum fert fram,
at neyðugt var við einari
umlegging, og mælti
Carl W. Weihe til, at út-
vegast skuldi nýmótans
roknskapartól og at eitt
fólk skuldi setast á
skrivstovuna afturat.
Tað eru bara trý starvs-
fólk á skrivstovuni á
Tveroyri.
Hetta varð einmælt
góðkent av fíggjar-
nevndini.
Samstundis varð upp-
lýst, at roknskapirnir
fyri 1978/79 skuldi verða
greiðir um 14 dagar. Teir
eru avgreiddir.
Og at roknskapurin
fyri 1979/80 verður
greiður frá kommunu-
skrivstovuni í juli og
grannskoðaður í august
1980.
Tá klårur til framløgu.
Sum frammanfyri
nevnt, var Gunnar Vest-
ergárd við á fundinum 5.
mars 1980. Hann hevði
onga viðmerking.
I Dagblaðnum 10.7
1980 verður sagt frá eini
rættleiðing, andsteðan
hevur gjert kommunala
eftirlitinum varugt við,
at roknskapirnir ikki eru
greiðir. Hetta má sigast
er at fara yvir um ánna
eftir vatni, tí í gerðabók
figgjarnevndarinnar
finst eingin viðmerking
ella fyrispurningur frá
andsteðuni hesum við-
víkjandi. At roknskapar-
viðurskiftini hava verið
umredd, orsakað av ym-
iskum tekniskum brek-
um, sum eru umredd
fyrr, skal eg ikki siga,
men í gerðabókina er
einki fert. Ikki tí, at eg
sum býráðsformaður
hava forðað tí. Nei, tí
andsteðan hevur ikki
biðið um at fáa tað bók-
að. Ein og hvert býráðs-
limur hevur rætt at fáa
ført til gerðabókina við-
merkingar sínar. Men
tað er sum sagt ikki
gjørt. Tað hevur kanska
sítt endamál.
Ódámliga blaðskriv-
ing tykkara elvir til út-
dálkan av einum manni
við skuldsetingum, ið
hann ikki hevur uppi-
borið — einum manni,
sum trúliga hevur tænt
tí almenna á sama ar-
beiðsplássi í yvir 36 ár.
Eingin hevur nakran-
tíð kunnað sett ein fing-
ur á reiðuligheit og ar-
beiðssemi hansara,
hóast arbeiðsumsteður
hansara ikki altíð hava
verið góðar undir skift-
andi tíðum og viðurskift-
um, eins og skiftandi
myndugleikum yvir yrki
hansara. Og hóast tver-
leika, men altíð góðan
vilja fyri skiftandi stýr-
um í kommununi eins og
hjálpsemi hansara yvir-
fyri medborgarum
sínum er gitið bæði á
Tveroyri og aðrastaðni.
Ábyrgdin av kommunu-
viðurskiftunum er mín
og hon tyngir meg ikki.
Í 14. Sept. 5/7 1980
sigur Hermund Michel-
sen, at eingir roknskapir
eru. Hetta hevur tó ikki
forðað sama persóni at
samtykkja útreiðslur av
ymiskum slagi, uttan at
spyrja, hvar og hvussu
peningur skal fáast.
Hann finnst at keypin-
um av SIRIUS, men
gloymir, at vit eisini eru
við í keypinum av
FLEYR, ja, tað skipið
hevði ikki verið keypt,
um býráðið ikki var við.
Í brævi frá eigaranum
av FLEYR varð týðuliga
undirstrikað, hvenn
týdning tað hevði fyri
plássið at varðveita bæði
skipini. Tað bleiv eisini
týðuliga fert fram av
andsteðuni í samráðing-
um við eigararnar av
FLEYR.
Tað er kanska ikki
neyðugt at kunngera
brævið, sum vit fingu.
Allir býráðslimirnir
hava tað, og býráðið við,
so tit kenna tað.
Men um tit ivast í
dag, vil eg loyva mær at
spyrja, út frá hverjum
grundum vóru Gunnar
Vestergárd og Hermund
Michelsen við at seta
pening í P/R FLEYR.
Var tað av ídnaðarfremj-
andi orsekum ella var
tað politiska skeggið ov
nær hekuni?
Fyri mítt viðkomandi
var eingin ivi. Menn
vóru komnir illa fyri, og
út frá tí frágreiðing, sum
vit fingu frá einum ser-
kenum skipara, var her
møguleiki at royna
nakað nytt.
Her var ikki talan um
reidaravirksemi hjå
kommununi, ti tad var
longu staðfest í
avgerðini, sum eftir upp-
skoti frá Gunnar Vester-
gárd á fundi í desember
1979, tá partapeningur
varð settur í byggjan av
trolara á Skála — saman
við Mortan Johannesen.
Tá varð frå Gunnari
kravt, at kommunan
skuldi hava meirilutan.
Viðvíkjandi Fleyr var
heldur ikki talan um po-
litiska avgerð, men hjálp
til sjålvhjålp.
Tað freddi meg stór-
liga — tann aktivitetur
og áhugi, sum lagdur
varð fyri dagin við keyp-
inum av Fleyr — ein
breið semja. Men kanska
eri eg nakað bláoygdur,
tí hetta helt ikki longi, ja
illa nokk til málið var
greitt.
Hitt skipið, SIRIUS,
skuldi svíða sum svøllur.
Her skuldi einki bjarg-
ast. Tað at eigarin, Pauli
Poulsen, býráðið og fleiri,
mistu, hevur ongan
týdning. Hetta málið
skal brúkast í tí polit-
isku orrustuni. Ikki so
lítið ódámligt haldi eg.
Fyrst at vísa á, fyri at
fremja áhugamál síni,
hvenn týdning tað hevði
at varðveita bæði
skipini, og síðani tá tað
er bjargað, at brúka hitt
sum politiskt kast.
Sanniliga. eg hevði ikki
roknað við hesum.
Eg havi ikki í býráð-
num ført harðar
politiskar linjur, men er
skriving Hermunds
Michelsen's í 14. Sept.,
har hann sigur: >Tverá-
fólk mugu velja ábyrgd-
arfull umboð til býráð-
id«, ein avbjóðing, fari eg
at taka av, ti hesa veg-
leiding tina kunnu tey
vera fyri uttan.
Men kanska hevði
verið uppá pláss at
tikið hondini í egnan
barm! Tí henda skriving-
in sigur mær bert, at tit
síggja flísuna í bróður
eyga, men bjálkan i
tykkara egna síggja tit
ikki.
Sverri Midjord
dagbókin
Norea Radio
Danmark
Millumbylgja 205 m
(1466 kHz) kl. 21.15—
21.30.
Í dag: >I stilhed hos
Jesus«. Andakt við Bent
Kjøller-Hansen, Åkirkeby.
»Bibelleksikon« hjå
Jens Ole Christensen,
stud. teol. Karin og Carlo
Larsen og Erik Trans
syngja.
Norskar sendingar eru
hvønn dag kl. 16.05 á
stuttbylgju 31 m (9,6
mHz) og kl. 17.05 å stutt-
bylgju 25 m (11,8 mHz).
Ein hundraðkrónuseðil
afturat uttan
undirskriftir
Nu er ein føroyskur
hundraðkrónuseðil utt-
an undirskriftir funnin
norðuri i Hvalvík.
Hetta er annar seðilin
av hesum sjáldsama
slagnum, vitað er um.
Hin bleiv funnin í Vest-
manna í vár.
So leingi fleiri ikki
finnast, hava hesar
seðlar ivaleyst stórt
virði. Onki er at ivast í
at savnarar vilja geva
nógvar ferðir 100 kr.
fyri teir.
Næstan hálv
millión
við bussunum
Næstan ein hálv millión
ferðafólk og eitt rakstrar-
hall uppá 604,282 kr. er
úrslitið av fyrsta árinum
hjá Bussleiðini.
Koyringin byrjaði 8.
juli í fjør og til 1. juli í år
vóru seldir 452.929 ferða-
seðlar fyri tilsamans
1.264.446 kr. Raksturin
kostaði 1.868.728 kr., so
hallið er 604.282 kr. Besti
mánaðurin var mars, tá
var hallið 39.277 kr. Mið-
alhallið fyri hvenn mán-
aða var 51.604 kr.
úr. Grundin sigst vera, at
fólkaflokkurin er ov aftur-
haldin, og at javnaðar-
flokkurin hevur slept
sosialismuni. Men hví
gráta tjóðveldismenn um
sosialismuna, teir hava so
oftani fyrr sagt, at teir eru
hverki sosialistar ella
liberalistar, men feroyskir
istar. Hvat tað so er.
Ongantíð hava vit fingið
definerað hesa ismu, og
hví?
Eg haldi, um tjóðveldis-
flokkurin vil fara úr sam-
gonguni, og grundin er, at
Undirtøkan, sum Buss-
leiðin higartil hevur fingið
svarar í stórum til tað,
sum varð mett áðrenn,
hon varð sett á stovn — tó
var ikki roknað við at
»summareffektin« skuldi
verið so stór, at ferða-
fólkatalið minkaði í
summarmánaðunum, men
heldur at ein javnur vekst-
ur fór at vera tvey tey
fyrstu árini, stendur í ein-
um tíðindabrævi frá býar-
verkfreðinginum.
re |
at fáa nakrar atkvødur har
til eitt komandi val, men
so mikið kann eg siga, at
frá javnaðarmonnum fáa
teir ikki eina atkveðu.
At enda. Eg haldi, at
tjóðveldisflokkurin nú
leggur fyri ljósið, hver
hann er, ein hálvavegna
kommunistiskur flokkur,
sum ikki virðir demokrati,
tí eftir einari oddagrein í
l4anda nú herfyri at
døma, so eru teir ikki fyri
demokratii. Og demokra-
tiið vilja javnaðarmenn
altíð verja, hvat so tjóð-
Tjóðveldisflokkurin, ein
ideologiskur hurlivasi
nú torir hann ikki longur
nú á stendur, so lat hann
fara, vit hava ikki brúk
fyri monnum, sum eru
sterkast omanfyri hálsvel-
in og onki annað.
Tjóðveldismenn royna
eisini at sáa split í aðrar
politiskar flokkar í vón um
veldismenn = og aðrir
vingluskøltar siga.
Minnist til tjóðveldis-
menn hvat kanningin hjá
observa vísti. 38% av tjóð-
veldismonnum eru ímóti
sosialismu. Grátið so.
so avgjerdir. Nei, eg vil
siga teir eru ullintir so tað
forslær.
Nú í seinastuni hava vit
í 14. Sept. sæð, at tjóð-
veldismenn eru misnegdir
Eingin flokkur í politisku
segu Feroya hevur klárað
so væl at lagt fram í ljósið
ein so stóran politiskan
hurlivasa sum tjóðveldis-
flokkurin hevur klárað
hesa seinastu tíðina.
Tjóðveldismenn hava við
altíð gabbað av, at teir eru
samgongupartnarar
sínar, og vil sleppa burtur- Javnaðarmaður