leygardagur 19. juli 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
—————G———"—" Ge
sosialurin
Nr. 56 — 19. juli 1980
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Tvørrandi ferða-
fólkapolitikkur
Á SÆTTA ÁRI á rað hevur Smyril flutt tús-
undir av ferðafólki hendan vegin uttan at
nakað stórvegis er gjørt fyri at taka ímóti
teimum. Hesa árstíðina meta vit teimum
dagliga — við ryggsekki, á hjólhesti, í bilum
og víða hvar í oyggjunum slødast tjøld.
Í GRUNDINI hava føroyingar neyvan nakað
ímóti øllum ferðafólkunum. Tey gagna og
nakað av peningi leggja tey eftir sær. Men
tey eru eisini til ampa. M.a. tá tey fara slóð-
andi gjøgnum tað síða grasið og seta tjaldið
upp á bønum.
FERÐAFÓLKINI eru bæði til gleði og trega,
men orsøkin til tvørleikarnar er óivað bert
hon, at vit ikki reka ein ferðafólkapolitikk.
Vit hava ikki funnið fram til ein setning um,
hvussu nógv ferðafólk vit vilja hava, hvagar
vit skulu senda tey, hvat vit skulu vísa teim-
um, hverjar tænastur vit skulu veita teimum
ella hvussu vit skulu herberga teimum!
Í FJØR SKIPAÐI Føroya Ferðamannafelag
fyri eini »turiststevnu«. Luttakararnir á
stevnuni vóru fólk, sum á ein ella annan hátt
høvdu okkurt við ferðing og ferðafólk at
gera. Stevnan ásannaði, at ein ferðafólka-
politikkur, sum gagnar mest møguligt, sam-
stundis sum hann er til minst møguligan
ampa, må rekast!
SOMULEIÐIS VARÐ sligið fast, at eitt ferða-
mannaråd, sum skal samskipa »turismuna«,
er treytin fyri einum veruligum ferðafólka-
politikki. Flestu luttakararnir ivadust ikki i, at
vit kundu vinna meira pening, um ein ferða-
fólkapolitikkur varð rikin. Men samstundis
ávaraðu luttakararnir ímóti at selja Føroyar
sum ferðamannaland. Og hesum taka allir
føroyingar undir við.
HÓAST STEVNAN í mangar mátar eydnaðist
væl, er okkum vitandi, einki ítekiligt úrslit
komið burtur úr, hóast nógv itøkiligt varð
havt á lofti. Ikki minst trupulleikarnir í sam-
band við tjalding — camping. Nú eru vit í
seks ár yvirfloymd við tjaldfólkum, men enn
hevur sjálvur høvudsstadurin ikki eitt tjald-
ingarpláss við hentleikum at vísa á. Her ligg-
ur ikki sektin hjá landi ella ferðamannafelag,
men eina og aleina hjá Tórshavnar býráð.
TREYTIN FYRI, at tað almenna kann reka
ein ferðafólkapolitikk, er, at vit fáa ynskini
hjá teimum hjåstøddu at vita, segði umboð
fyri landsstýrið. Enn er ikki nakað alment
komið fram frá »turiststevnuni«. Men vón-
andi kunnu umboð fyri land, kommunur og
ferðafólkavinnuna, um vit kunnu nevna hana
so, seta seg saman, soleiðis at vit fáa eitt
ferðamannaráð og kunnu reka ein ferða-
fólkapolitikk til gagns fyri allar partar, áðrenn
10. siglingarárið hjá Smyrli í 1984.
jomo
Sankta Óli og hin kvinnu-
ligi marxist-drekin
Ája, nú fór hann aftur í
holt við eitt konufólk, hin
stóri sankta Óli, sum berj-
ist móti øllum ti, sum
kemur frá vinstru, líka frá
ljósareyðum javnaðar-
monnum til eldreyðar
kommunistar. Nú skal
hann aftur frelsa okkum
frá einum spekilsi, sum
hann sjálvur hevur upp-
funnið: Eitt stórt djør,
sum vil koma henda vegin
og eta okkum øll, um vit
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við. at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
DAGBLAÐIÐ — eitt infantilt blað — vendur sær til hin rótleysa
ikki halda okkum langt
burtur frá vinstru, og mín
sann eisini frá konufólki
har.
Ein kærkomin megu-
leiki fyri eitt reaktionert
mannfólki, lætt offur
(heldur hann). Eitt
vinstrasinnað konufólk
hevur skrivað eina drúgva
grein í Varðan, har hon
hevur víst á tað, sum ein
og hver kennari av bók-
mentum veit, at Martin
Joensen hevur skrivað
bekur sínar sum eina lýs-
ing av tí feroyska samfe-
lagnum fyrr út frá eini
marxistiskari heimsupp-
fatan.
Hesum vil Óli sjálvandi
ikki trúgva, og serliga ikki
tá ummælið kemur frá ein-
um konufólki. Og nú royn-
ir hann aftur at happa eitt
dugnaligt konufólk, sum
hann hevur roynt fyrr, um
tær eru vinstrasinnaðar
ella reyðsokkar ella tílíkt:
Við at lesa grein hennara
sum hin óndi lesur Bíbli-
una, taka brot út úr eini
heild, vevja tey saman í
ein Ola Breckmanns vav-
greyt, og kryddra við ein-
ari rúgvu av kenslubornum
skemarorðum, sum onki
prógva um, at Óli hevur
rætt, bert at hann er upp-
ostur.
Hann skrivar t.d.
um akademiska hugmóð,
marxistiskt tvætl, sum er
skrivað av betongsosial-
istum, um mazurka av
vrøvli, um akutt tilfelli av
sjålvbedrag o.s.fr. uttan
at hann eina einastu ferð
vísir á, hvat í bókaummæl-
inum av bókunum hjá
Martin Joensen, hann er 6-
samdur við — ti hetta er
hann ikki førur fyri, og
hetta viðgongur hann
sjálvur óbeinleiðis: >Aðrir
enn undirritaði kunnu
svara ummælaranum,
Turið Joensen, í einum
bókmentaligum sam-
bandi«.
Virding fyri veruleikanum
Men tå ið Óli ikki hevur
skil fyri bókmentum, hví
skrivar hann so yvirhev-
ur?
Jú, tí at hann elskar at
fara í hernað móti marx-
istum, og tráar serliga eft-
ir at fara í holt við marx
istisk konufólk, so nú er
hann aftur blivin ólukku-
liga forelskaður, neyðar-
dýri, uppi í einum av teim-
um intellektuellu marxist-
isku kvinnunum, sum
hann ikki kann fáa, og tí
må hann hevna seg inn á
tær einaferð afturat.
Stakkals Óli! Er einki
marxistiskt konufólk til,
sum vil taka sær eitt sind-
ur av honum, so hann ikki
noyðist at yvirfera alla
sína trongd til fleiri blað-
síður í Dagblaðnum, sum
týðiliga vísir, at maðurin
er á tremur av kompleks-
um, sjálvshatri og ræðslu
fyri konufólki? —
Hin vælmeinandi
Seinasta fríggjadag sóu
vit so aftur ein »sann-
leika“ á opnuni í »Dag-
blaðnum<. Tað var annað
>Ummæli av ummæli« har
blaðstjórin viðger avdúk-
anina Turið Joensen
gjørdi av føroyska samfe-
lagnum
Fyrst og fremst vendir
Oli Br. aftur til hina
gomlu Marx harpuna.
Hann beinleiðis skuldsetir
skrivaran fyri at vera
Marx'ist, hóast at tað
ONGASTAÐNI í greinini
stendur, at hon er tað.
Fyri tað næsta stendur
soleiðis í Varðanum síða
46, regla 7. »Eitt dømi um
hetta er øll tann rúgvis-
mikla lóggávan um privat
ognarrættin, ein lóg, sum
stórt sæð bara hevur nega-
tiva merking fyri øll onnur
enn ognarstættina, men
sum kortini verður vird av
flestum samfelagsbólkum.
Hetta skal ikki skiljast so,
at tann ráðandi stættin
MEDVITAÐ breiðir
hugmyndir sínar út — oft-
ast er tað ómedvitað-.
Eitt dømi um hvussu
ómedvitaðar lógirnar eru
Óli Br. loypir her bein-
leiðis framav og skuldset-
ur MEDVITAÐ /sjálv-
andi, greinskrivaran fyri
bæði mangt og ólíkt. Turið
Joensen sigur beinleiðis at
penga- og valdsmenninir
eru umskiltir, tí teir vita
ikki, hvat teir gera. (Tað
sama segði Jesus). Men
her er kortini ein sum
VEIT hvat hann ger. Og
tað er Óli Br. Hann roynir
við vitskuni, medvitinum
hjá sær sjálvum at káva
útyvir veruleikan. Hann
beinleiðis dyrkar fanans-
skap, t.v.s. émedvitid hjá
fólki. Tað, sum hann
skrivar, er beinleiðis
adresserað til hin rótleysa
føroyingin. Hann kávar
útyvir, at Jesus í sínari tíð
var IMOTI peningavald-
inum. Seinni i tidini hevur
peningavaldið so
misbrúkt hansara orð, við
hjálp av t.d. peningaligum
snildum. korrupsjón o.a.
Kirkjan var í ummælinum
gjørd til partamann hjá
peningavaldinum, er
nekur lygn í tí. Í Kirkjube
ætlaðu teir at byggja eina
dómkirkju. Hver skuldi
gjalda hana? Jú, arbeið-
andi fólkið, sum penga-
kirkjan hevði syrgt fyri
blivu andaliga avskeplað
og óvitandi. Í dag er kirkj-
an í lagi. Hin gamla leik-
lutin sum andaligar vaski-
maskinur, hava trúarbólk-
arnir fyri ein stóran part
yvirtikið. Td. versliga
frelsu, sum ONGASTAÐ-
NI er umredd í halgubók.
Liberalisman hjá fólka-
flokkinum.
Nú skal Havnin hava
nýggjan svimjihyl. Ein
stórur sigur. Ja, fyri hin
mest smáborgarliga og lo-
kalpatriotiska >havnar-
mannin<. Hugsa m.a. um
at Havnin fer at liggja eini
tvey sekund skjótari enn
Klaksvíkin, til næstu
svimjikapping. Fólka-
floksmenn siga, at tað
verður ov dýrt at byggja
svimjihøll um nøkur ár. Ti
skal hon gerast nu. Hvat
skulu arbeiðsmenninir og
gravimaskinurnar so gera,
tá ið næsta, eftirhondini
einstáttaða kapitalkrepp-
an kemur. Tá verður
sanniliga trupult at seta
almenn projekt í verk, fyri
at fáa hjólini at mæla.
Sum nú er, sær út til, at tá
pengasamfelagið Feroyar
fyrst er komið út í eina
»énda arbeiðsloysisring-
rás<, verður eingin vegur
útaftur. Vit hava einki at
taka av!
»Liberalisturin« John
Keynes hevði óivað roter-
að í grevini, um hann visti
av. Hvat skulu »liberalist-
arnir< taka til? Vápnaídn-
að kanska?
Í dag hevur >vælferðar-
samfelagið< Feroyar ikki
»råd« til tey gomlu. Tey
gomlu sum gjøgnum
hálvthundrað ár hava
goldið skatt, til m.a. ellis-
rentu, sum tey verða
skattaði av. Umframt at
hon er ómetaliga lítil.
Annars, hvussu stóra
vatngoymslu ræður Havn-
in yvir? Ella er alt hetta
bert ein fylgja av at vera
»Oli«beralur?
Æran hjå kapitalismuni
Øll vita hvussu skadilig
kapitalisman hevur verið
fyri Føroyar. Hvussu
menn hava sett bæði heim
og familju upp á spæl,
bara fyri at fáa meir pen-
ing og vald. Hetta er veru
leikin. Eitt av mongum
dømum um, hvussu kapi
talisman hevur sáað ónd-
skap og fanansskap. Upp-
havið til familjustríð.
stættarstríð, maktgirnd.
og heimskrigg) er alt kapi-
talisman. Pengasterku
oljufeløgini »investeradu«
i napalmbumbum, sum
blivu tveittar yvir ósek í
t.d. Vietnam. Neutronheit
»facts«, men tað er bara
so, ti hava øll, eisini Oli
Br. enn møguleikan at
venda hesi livsnoktandi,
perversu, kynisku, ómenn-
iskjansligu maktgredi
bakið.
At Judas seldi Jesus
fyri peningaligan letu-
vinning, átti at verið sega.
og ikki ein endurtakandi
beistagerð, ið stríðir ímóti
kristnu sidlæru okkara!
p poulsen
tjak og meingingar
heldur fram
A —