Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-07-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i | telf. 14720. 1 1820 box 76, 3800 Torshavn p/f sosialurin sali Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Til gaman og álvara TEIR KOMANDI dagarnar streymar ein triðingur av øll- um bygdarfólkunum til Havnar at halda tjóðarhátíðina, sum tað so tignarliga verður tikið til. Og í Havn metast allir óhugsandi mótsetningar — ítróttarfólk, bøndur, prædikumenn, ótangar. sosialistar, fiskarar, losjumenn, hampafólk o.s.fr. Nøkur koma at hyggja eftir ítrótti. Onnur koma at hitta kenningar. eila bert at hyggja at, meðan uppaftur onnur koma fyri at finna sær ein maka í øllum hesum sjarmerandi hurlivasanum av fløggum littum perum. rossum, tjóðbúnum., plastikkhattum, vitnisburðum og sangi, travolta- og føroyskum dansi, vålandi skógvarnar tunnslitnar oman og niðan eftir Aar vegnum í geylan og fløskuknasi El UNDIR Í, at útlendingar undrast á hendan hurlivasan í gaman og álvara. sum sermerkir hesa kirkjuligu og verðsligu hátíðina. TIL TAÐ MEIRA álvarsama kemur løgtingsmanna- og prestaskrudgongan, gudstænastan og sjálv løgtings- setan, tå legmaður eftir aldargomlum siði setir løg- tingið UMFRAMT AT seta legtingið ber løgmadur fram lands- stýrisins metingar um samfelagsliga skurðind síðan síðstu ólavssku og metir um útlitini framyvir VIT KUNNU BERT gita um, hvat hann fer at siga. Men neyvan fara metingarnar og útlitini í ár at vera so døpur sum fyri einum ári síðani. Tá lá landið í einari stjórnar kreppu og búskaparliga hevði fyrri parturin av árinum roynst soltin, og seinri endin royndist ikki mætari. HÓAST VIT ikki eru í eini glæstritid, so hevur tað, sum higartil er farið av árinum, roynst heldur frægari og út litini, um tey íkki eru góð, so eru tey ikki so dapur sum fyri einum ári síðani ROYNDIRNAR AT koma úr trongstøduni hava kostað og oll mugu taka eitt tak fyri at koma burtur úr henni Einasta treytin, vit seta, er at byrðarnar verða býttar eftir førimuni GÓÐA ÓLAVSOKU Stórhval ið T ER LONGU ktober 1979. at landsstýrið gongur 3 3 3 ð 3V orsk før ska stórt 3la T ar ssty A tíkið t aftirtekta me 3 rhvalakv #1 PING-PONG-orðaleik Sum si 3 3 KK upp við seinastu dagarnar. um hvor stórhvalamálinur forsæt rið í Tinganesið < 2Si gav eitt stór sum forsætismálaráðið sigur, at lands stýrið hevur góðtikið, at Føroyar onga kvotu fáa av stór í 1980. Men samstundis hevur landsstýrið mælt ríkisstyrinum til, at Føroyar í 1981 fáa eina passandi kvotu. og her er nevnt eitt tal upp á 10 stórhvalir TAÐ MÅ FALLA mongum fyri bréstid, at landsstýrið skal hava fingið seg til at góðtaka eina 0 kvotu. Ut frá hverjum hugsunarhátti, eila um tað yvirhevur er hugsað her, eila út frá hverjum sjónarmiði hetta nullið er sett ja. tað má vera flestum ein óloysilig gáta. Vit halda av gerðina vera blóðskeiva LANDSSTYRIÐ MA hava verið í einari eila aðrari klemmu — kanska eini diplomatiskari — tí eini sovorðin harraboð kunnu ikki verða aktað uttan onkra serstaka grund. Serliga tá vit heilt víst halda okkum vita, at hetta ikki er í samsvar við viljan og ynski hjá fólkinum. Tað er at vóna, at landsstýrið ikki svevur sjóvarfallið av sær eina aðra ferð OG SO MA fiskimálaráðharrin. sum hevur hetta mál undir sær, vera so mikið at sær komin, at hann tekur ábyrgdina av eini slíkari landsstýrisavgerð, tí soleiðis at blaka mold í eyguni á fólkinum, sum hann, sambært út- varpinum ger í hesum máli, tað ber bara ikki til. við- merkingar Ein forvitnislig ritgerð í Varðanum um skaldseg- urnar hjá Martin Joen- sen fekk Óla Breckmann at gera eitt hvassligt álop á allan sosialistisk- an arbeiðarapolitikk, marxismu, kommun- ismu, vunnin rættindi hjå arbeidarastættini, og á sjálvan ritgerðarhev- undin, sum hevur gjert kanningina út frá eini marxistiskari heimsupp- fatan. Ritgerðin er ein gjellig analysa av skaldsegun- um »Fiskimenn« og >Tað lýsir av landi«. Tey, sum hava lisið bekurnar, hava givið sær far um nógv av tí, sum ritgerðin viðger, uttan tó at hava hugsað so djúpt. Hev- undin tulkar, men tigur við sínum Þpolitisku meiningum. Men hesum fær dag- blaðs-lesarin ikki fatan av í ummælunum hjá Ola Breckmann í Dag- blaðnum, tí í eðrum hverjum broti viðger Óli rithevundan ógvuliga ó- fólkaliga. Hevundin, ein kvinne: verður m.a. skýrdur hatskur, men Nr. 58 — 26. juli 1980 Eitt hatskt og ófólkaligt ummæli Medvitið lítið ini menniskjaligari hann, sum veruliga av- dúkar seg sum hatskan, er Oli Breckmann! Somuleidis | avdúkar Óli eina ógvuliga ódemo- kratiska og intoleranta tankagongd, tá hann nærum leggur eftir rit- stjórnini á Varðanum fyri at hava tikið ritgerð- ina upp. Hon man ann- ars vera eitt tað mest fullfiggjada, sum er gjørt um føroyskan ar- beidaraskaldskap. Ritgerdin visir m.a., hvussu lítið stættarmed- vitið var millum fiski- menn í eini tíð, tá arbeið- ararørslan so smátt var farin at gera vart við seg í krevum sínum um betri kor og semdir. Men samstundis sann- ferir ritgerðin okkum um, at stættarmedvitið er nærum eins lítið í dag, tá hugsað verður um tann stóra stuðul, teir borgarligu flokkarnir fáa frá tí arbeiðandi stætt- ini, hvers grundleggj- andi áskoðan er mótstíð við allan borgarligan politikk. Tann kapitalistiska samfelags- og vinnulívs- skipanin skapti fram- burð i Føroyum. Við hes- um sum grundgeving verjir Oli Breckmann kapitalismuna i vidasta týdningi, meðan stríð sosialismunnar fyri at beta um korini hjá tí ar- beiðandi stættini bert hevur tálmað framburð- inum eftir Ólasa hugsan! Men Óli gloymir, at tað grundleggjandi undir øllum samfelag- num er arbeidsorkan hjå arbeidarunum, fiski- monnunum og fiska- gentunum. Óli gloymir, at tað einasta hesi áttu, var teirra arbeiðsmegi, sum tey seldu fyri eitt minni virði, enn tey framleiddu fyri. Munur- in fór í aðrar lummar. Og einki hevdu tey at skula sagt, men bert at akta harraboð. Hesi ómenn- iskjaligu viðurskifti við- gerð Martin Joensen! Tað vistu øll uttan Oli Breckmann. Okkara samfelags- skipan er framvegis skipað á og virkar eftir kapitalistiskum treytum og fyriskriftum í stóran mun. Men tann sosialist- kor- iska arbeidararørslan hevur brákað ryggja- geislarnar í tí útamandi, kapitalistisku skipanini! Í dag hava eisini ar- beiðararnir, fiskimennin- ir og fiskagenturnar nak- að at skula sagt, hóast hetta er illa dámt av kapitalistiskum skutil- sveinum sum Óla Breck- mann. Og í dag fáa len- takararnir um fullan lut í framleiðsluúrslitinum. Enn, kunnu vit siga. Men hegrasinnaði á- gangurin og egoistiska rákið, sum vit merkja kalda gjósturin av, kann lættliga avskepla tey vunnu rættindini hjá tí arbeiðandi stættini. Seinastu valini hava víst, at lítið skal til at ræða ta stætt, sum er í somu stødu sum fiski- menninir, arbeiðararnir og fiskagenturnar í skaldsegunum hjá Mart- in Joensen, hóast tær samfelagsligu umsteður- nar í allar mátar eru meira menniskjaligar — einamest av javnaðar- manna ávum. jomo Eru fólkavald umboð tilvildarlig? Um tað nakar sum segði „eftirlit“ við almennum bilum Ka Skulanevndarlimur