leygardagur 26. juli 1980síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
40.000 kr. til
føroysk
ítróttarfólk
Feroyingar fingu
40.000 kr. burturav
teimum 250.000 kr.,
sum í ár blivu latnar til
ítróttarsamstarvið
millum tjóðirnar í Vest-
ur-Norðurlondunum
(feroyingar, grenlend-
ingar og íslendingar)
og hini Norðurlondini.
Stuðul verður eisini lat-
in til at stimbra sam-
arbeiðið millum londini
trý vestanfyri.
Tær 250.000 kr.,
sum í ár vóru tekar,
blivu býttar millum 61
projekt. Ísland fekk
170.000 kr. og Gren-
land fekk eins og Fer-
oyar 40.000 kr.
Tað feroyska pro-
jektið, sum fekk sterst-
an studning, er luttek-
an í fimleikalegu í
Finnlandi. Her vórðu
játtaðar 7.000 kr.
Annars var studn-
ingur latin til føroyska
luttøku å ymsum fund-
um og skeiðum og til
luttøku i flogbólts- og
hondbøltskappingum i
Finnlandi.
Nevnast kann eisini,
at grønlendingar fingu
27.000 kr. til dreingir-
nar, sum skuldu
luttaka i fótbóltskapp-
ingini »Færø-Cup«.
Grønlendingar hava
eisini fingið 2.000 kr.
til ein fund við fer-
oyska hondbóltssam-
bandið um samstarv í
framtíðini.
FA)
Byggja skótahús fyri bingopengar
Húsið hjá Skótaliði
Nólsoyar Pális í
Klaksvík er nú inni-
lokað og fyrsta dag-
in fara skótarnir
undir at bjálva og
leggja gólvið.
Klaksvíkar byggi-
virki hevur bygt
húsið. Arbeiðið
hevur ligið stilt nak-
rar mánaðir, men
nú verður húsið
gjørt liðugt og mett
verður, at tað kann
takast í brúk um
tríggjar mánaðir
ella so.
Húsið verður bygt fyri
pening, sum skótarnir fáa
inn við trimum árligum
risabingoum í KI-høllini.
Higartil eru 300.000 kr.
komnar inn á henda hátt.
Nakað av eginpeningi var
tekur frammanundan og
eitt byggilán uppá
120.000 kr. er tikið í Norð-
oya Sparikassa. Tað skal
eisini gjaldast aftur við
bingopengum.
Sambært kostnadarætl-
anini , sum varð gjerd,
áðrenn farið varð undir
byggingina fyri slekum
ári síðani, kemur húsið at
kosta 630.000 kr.
Nýggja húsið er bygt á
sama grundstykkinum,
sum gamla skótahúsið er
á. Grundstykkið er tó víð-
kað við 150 m*, sum skót-
arnir fingu frá býráðnum.
Pláss fyri
gentum eisini
Skótalið Nólsoyar Pálls
varð stovnað í 1945 og
telur nú 50 dreingir, skót-
ar og úlvar. Onkuntíð hev-
ur talið tó verið uppi á
100.
— Men tá vit eru fluttir
í nýggja húsið, rokna vit
við, at talið fer upp á 150,
sigur Jergin Ellingsgaard,
skótaleiðari. Og tað vera
bæði dreingir og gentur, tí
ætlanin er at stovna eitt
gentuskótalið.
Umsteðurnar hjá SNP
batna munandi við nýggja
húsinum. Húsið, skótarnir
nú hava, er bygt síðst í
fjørutiårunum og er bert
38 m' til steddar. Nýggja
húsið er 153 m* umframt
at 80% av loftinum kunnu
brukast, soleiðis at skótar-
nir nú fáa 275 m? til um-
ráða
Nýggja húsið verður
innrættað við 6 patrulju-
rúmum, fundarsali,
hobbyrúmi, keki og baði-
rúmi. Á loftinum verða
fundarhøli hjá leiðarum og
rovarum, eitt heli til Skt.
Jerundsgildið og ein veit-
slusalur til 50 fólk. Hesin
salur skal eisini brúkast til
at leiga út.
Kanska til
Viðareiðis
Nýggja skótahúsið skal
eita Uppistova. Tað sama
sum gamla húsið. Hetta
húsið fer meguliga til Við-
areiðis, har tað skal brúk-
ast sum ungdómshús.
Hetta er tó ikki avgjert
enn, men viðoyingar
kunnu fáa húsið, vilja teir
hava tað, sigur Jergin Ell-
ingsgaard.
Eisini í
Skúvadali
Men tað er ikki bert í
Klaksvík, umsteðurnar
hjá gulu skótunum gerast
betri. Smáttan í Skúvadali
hevur fingið eina hevuðs-
væling og er nú sum
nýggj, sigur Jergin Ell-
ingsgaard.
Smáttan, sum verður
nógv brúkt av skótunum,
er bygd í 1950. Hesi sein-
astu 10 árini hevur hon
mestsum staðið í vanrøkt.
Umvælingin kostaði
20—30.000 kr. og hesar
pengar hevur Skt. Jer-
undsgildið útvegað við
ymiskum tiltøkum. Teir
hava eisini fingið tilfarið
til vegar og skótarnir hava
smíðað og málað.
Nýggja Uppistova er á
sama stað sum tann
gamla á > Skulatrødmi.
Byggilánið skal gjaldast
aftur yvir 2—3 ár við vinn-
inginum av bingospølum
og eðrum tiltøkum.
Higartil hevur Skótalið
Nólsoyar Pálls havt 10
risabingo og tey hava giv-
ið uml. 300.000 kr. !
Peri í gjár.
Ja. verður tað ikki Per í
Leysara luft, sum fær
Páll Vang inn í Tver-
oyrar býráð, so verður
tað eingin.
*
Man Signar hava trað- *
kað á halan á Niclassi?
— Jú, men stjórin — eg ansi bara eftir, at eg —*—
ikki fái stress...
” NANSNNANNNSSNSSNSNANNSUNSSNNSNSSSNNSNANSSUSNANNASNNNS bh
Eg haldi, at Påll og 9): í Á
Gunnar skulu fáa eitt Óli í Aarstovu
sekstal fyri frístílin hjá Í
"á
7 á
á
/
lå
á
7
Á
"á
"á
á
á
á
"á
"á
"á
"Á
Á
á
á
"á
”
NNNNNNÝÚSAUANNSSANANNSNSNAUNSNANUNSNARNNNANSSSNASSANANANSNNNNNNNANANANANANAN
mee. .
|