leygardagur 2. august 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
»Kvinnan á politiskum
plakatum« eitur eitt rit,
ið vesturtýska forlagið
fyri list, Frøhlich &
Kaufmann, hevur givið
út. Ritið vísir við 120 re-
produktiónum kvinnuna
— frá tí hon varð nýtt
sum frælsistekin — til
kvinnustríðið í 70-árun-
um. Úrvalið av plakat-
unum vísir ta sosial-
politisku broytingina í
steðuni hjá kvinnuni tey
seinastu hundrað árini.
Blaðar tú igjøgnum
ritið, sært tú hvussu
kvinnan í áravís hevur
latið seg misnýta í
propagandu. Kápu-
myndin vísir 70'árs fræl-
sisgudinnuna við væl-
smurdum varrum, fríð-
kanarpurlum og við eini
grýtu smoygdari niður
yvir eygu og oyru. Pla-
katin er upprunaliga
italsk og á henni stendur
»Kvinnan hevur av-
markaðan sjónarring=.
Skilligt er at tað er
maðurin, ið stendur aft-
anfyri ráðandi kvinnu-
myndina. Hesir somu
Kvinnan
sum
valagn
menn hava altíð vitað
hvussu teir best kunnu
nýta kvinnuna sum part
í teirra ætlanum, annað-
hvert tað so í krígstíð
hevur verið at heita á
móðirkensluna, ella sum
glæstrimynd í vestur-
lendska vælferðarsamfe-
lagnum.
Longu um aldarmótið
koma plakatir, ið tala
fyri kvinnustríðnum. Í
1904, tá stríðið um val-
rætt kvinnunnar var
uppá tað harðasta, kom
plakatin >Kettan spælir
við músina<. Hendan
vísir ein óðan katt (tann
liberala stjórnin í Eng-
landi) við eini verjuleys-
ari kvinnu hangandi úr
kjaftinum.
Men tá fyrri heimsbar-
dagi brast á, tervaði
krígsídnaðinum eina
verjuleysa- kvinnu og
eina trygga móðir — eina
kvinnumynd, ið á víg-
vellinum kanska kundi
geva summum eina
meining. »God bless
Daddy — 45.000 Aust-
ralian fathers are fight-
Hendan er úr Amerika. Maðurin fær ein frammaná
Lr
n kapitalurin
ggindin hjå kvinnuni er to ikki
maðurin,
ing«. (Gud vælsigni pápa
— 45.000 australskir
pápar eru í kriggj«).
Henda tekstin stendur á
eini plakat, ið avmyndar
eina mammu, ið eymliga
kyssir barn sítt. A eðr-
um plakatum kunnu vit
t.d. lesa >Will You Go or
Must I«? (»Fert tú ella
veri eg noydd«) spyr ein
avgjørd irsk kvinna við
byrsu i hond, sin tøvandi
mann.
Fyri at vekja stríðs-
vilja hjá amerikumonn-
um, komu plakatir, ið
tæntu hernaðarligum
endamálum. Myndirnar
vístu tekkiligar »pinup«
gentur, ið fegnar vildu
vera mannfólk. >I'd join
the Navy<! Skjótt varð
kvinnan noydd at yvir-
taka arbeiði á teimum
ymisku virkjunum, ar-
beiði, ið áður bert var
mannfólkaarbeiði. >For
Every Fighter a Women
Worker< (Fyri hvenn
hermann — ein kvinnu-
ligan arbeidara«),
stendur å eini ameri-
kanskari plakat, ið sýnir
eina kvinnu i arbeiðs-
klæðum, vísandi sína
styrki. — Brádliga varð
hennara arbeiðsorka
javnmett við mannsins.
Slagorð og
ávirkan
Slagorðini, ið komu fram
aftaná seinna heimsbar-
daga, talaðu einamest
ímóti kríggi. Kvinnu-
stríðið kyknar upp av
nýggjum í Týsklandi,
við tiltøkum ímóti $218
um fosturteku. Í sam-
band við hetta kann
nevnast ein plakat, ið
sýnir eina útslitna
kvinnu, ið er við barn,
samstundis sum hon
leiðir eitt barn og hevur
eitt í fanginum. — »Nied-
er mitt den Abtreibungs-
paragraphen«, hetta var
i 1928.
Søguliga åhugaverd er
plakatin frå 1930 hjå
týska javnaðarflokkin-
um, har teir ávara ímóti
nazismuni. Plakatin sýn-
»Kvinnan hevur avmarkadan sjønarring« — Itali-
ensk plakat
ir eina kvinnu liggjandi å
knæ framman fyri einum
SS-hermanni knýtandi
lissur hansara. »Frauen
so geht's euch im Dritt-
en Reich«. (»Kvinnur,
soleiðis verður steða
tykkara í 3. ríkinum.
Stríðist ímóti nazism-
uni«). Plakatin hjá nazis-
tunum sýnir gleði, sólin
við hagakrossinum í
miðjuni, skínandi á eina
týska mammu við tveim-
um vekrum bernum.
Aftanfyri sæst ein kirkja
i vøkrum umhvervi. »Die
Deutsche Frau wåhlt
Hitler«. (»Tyska
kvinnan velur Hitler«.) I
1938 syna plakaturnar
eina mammu við trimum
bernum, »Nun haben wir
wieder eine gliickliche
Zukunft (>......., takk før-
arin«).
Aftur kriggj
Sidani kom seinni heims-
bardagi, og aftur véru
plakatir við fegrum,
smílandi kvinnum í
vøkrum búnum — kvinn-
ur, ið nú aftur vóru ynsk-
tar á arbeiðsmarknaðin-
um. Í Sovjett haraftur-
ímóti sýna plakaturnar
kvinnuna við neva á
lofti. Hesar heita á fólk
um at stríðast ímóti
fasismuni. Við krigslok
kvinnan aftur
víst sum tann ráðaleysa
mamman handan píka-
tráðin ella sum arbeiðari
á vápnaverksmiðjum. Í
friðartíðum er uppgávan
hjá kvinnuni at taka sær
av heiminum, soleiðis at
tryggleiki og ættarsiðir
verða feordir víðari.
>Vote Christians<, ein
italsk plakat frá 1948
sýnir eina glaða familju,
ið verður álopin av lúm-
ska orðinum »hjunar-
bandsslit« og »friur kær-
leiki«.
Tann eintåttada upp-
fatanin av kvinnuni,
verdur å okkara døgum
nytt sum valagn. Tann
veråur
japanski Komej-To-
flokkurin friggjar til
veljararnar = við eini
gentu í stuttum kjóla, og
vælagnið hjá teimum
kristiligu demokratun-
um í Vesturtýsklandi er
ein vekur, smílandi
»Fråuleinwunder«, sum
ávarar ímóti vinstra-
vindum.
Steðgið glæstri-
myndunum
Við kvinnustríðnum
komu plakatir, ið heita á
kvinnur um ikki at selja
seg sjálvar. „Women,
Women — unite<
stendur á eini enskari
plakat. »Kamp mot all
kvinne-undertrykning«
stendur å eini norskari,
har fleiri ættarlið av
kvinnum ganga fram
móti sama máli. Aftur
verður kjakast um fost-
urteku. Ein vesturtýsk
plakat vísir á grundlóg-
ina við hesum orðum:
»Menniskjans virði er
ófrávíkiligt<. Á plakatini
er avmyndað ein nakin
kvinna, umgird av
mannligum dómarum,
sum við kleimutum
hondum kráma uppi á
henni. (Hon eigur
sin egna kropp).
»Likarættur
heima«,
ikki
byrjar
stendur å eini
enskari plakat og visir
ein ungan mann, ið sekir
sær bókliga vitan um
líkarætt, samstundis
sum hann verður upp-
vartaður av eini kvinnu.
Ynskið er ikki at geva
manninum ein framman
á, sum amerikanska pla-
katin vísir og heldur ikki
at vera í tí steðu, sum
kvinnur við »orrizonti
limitati«, (avmarkadum
sjónarringi). Endamálið
má vera eitt felags stríð
fram móti einum rætt-
vísari samfelag. Høvuds-
fíggindi kvinnunnar er
ikki maðurin — men
kapitalurin.
Nr. 59 — 2. august 1980
Læknavaktirnar
Tórshavn: Oddmar Færa i
tlf. 14330 i
Eysturoyggin: I dag: Pet |
ur Reinert, tlf. 23106; í |
morgin: Sigvald Kristian- Í
sen, tlf. 41490 |
Suðuroyggin (suður): Tf.
73030
Suðuroyggin (norður): Tlf
71560
Tannlæknavaktin,
Fuglafjerður: Torkil Bed-
er kl. 11, altargongd
Hellurnar: Torkil Beder
kl. 19, altargongd
Skúvoy (um viðrar, annars
Skopun): H. Fossing kl.
Talvan gongur í báðum
kirkjum til frama fyri
donsku sjómanskirkjuna
Hvalba: Johan Weihe og
Jónsvein Bech, stud.
teol.
|
Tórshavn i
Bráðfeingishjálp fæst
dag og í morgin kl. 13—14.
TIf. 14544.
Gudstænastur
12, altargongd
Dalur: H. Fossing kl. 19.
Tveroyri: Elsa Funding,
altargongd
Vígsla
Við gudstænastuna í Sjóv-
ar kirkju sunnudagin kl.
11 verður uppíbygging
kirkjunnar vigd. Sam-
stundis verður Petur Pet-
ersen settur í starvið sum
prestur í Sjóvar presta-
gjaldi.
Norea Radio
í
Danmark
Mitlumbylgja 205 m (1466
kHz) kl. 21.15—21.30.
Mánadagin 4.: »Er krist
endommen en spænde-
trøje?«
Ung frå LM håskulan-
i
um i Hillerød hava lagt til
rættis og tey luttaka eisini
i sendingini.
Tysdagin 5.:
min næste?«
Tridi partur av bibliu-
skúlanum um Jesu likn-
ilsi. Karl Riis, bíbliuskúla-
lærari, leggur til rættis.
Sela-kvartettin og Hym-
nos-kórið syngja.
Norskar sendingar eru
hvenn dag kl. 16.05 á
stuttbylgju 31 m (9,6
mHz) og kl. 17.05 á stutt
bylgju 25 m (11,8 mHz).
Evangeliska
røddin
Hoyrist hvert månakvøid
kl. 22.30 å føroyskum frå
Monte Carlo, millum-
bylgja 205 m (1466 kHz)
Orð krossins
Hoyrist hvert månakvøld
kl. 23.15 Á íslendskum frá
Monte Carlo, millum-
bylgja 205 m (1466 kHz)
»Hvem er