leygardagur 2. august 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ————— "a —— … re OS [| — MO |— "á
Il remmen AA —— — — . sær — — -
|
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
i ” -
+ F*tamtíðin
TÅ LOGTINGIÐ varð sett …lavsøkudag, visti løgmadur í
rødu síni á at mål verða at taka stødu til av stórum tydn-
ingi og ávirkah fyri framtíð okkara. Í umrøduni um
stødu landsins og figgjarutlitid, mætti løgmadur til, at
allar góðar kreftir vórðu saman um at taka tey stig, sum
neyðug verða at taka til stimbran og víðkan av møgu-
leikum okkara til veiðu og til at virka í hesum samfelag
AT TAÐ EISINI vóru dekkir skuggar í teirri myndini,
legmaður legði fram á 6lavsøku, mundu flestu eisini
merkja sær. Hansara bjartskygni varð tó á ongan hátt
køvt av hesum, men løgmansins greiði framløguhåttur
duldi sjålvsagt ikki å nakran hått teir køldu veruleikar-
nar
EIN UNDIRSTRIKAN av at vit í komandi tíðum skulu
taka týðandi avgerðir fyri hetta samfelag. samtyktir
sum koma at viðvíkja møguleikunum til at virka, skapa,
bróta upp úr nýggjum og til at evna burturúr tí, sum vit
framleiða
Í SPURNINGINUM um framhaldandi samvinnu við ta
land, vit nú í 600 år hava verið saman við, nevndi løg-
maður eisini, at her verða týðandi spurningar at taka til
viðgerðar og avgerðar.
AÐALSTEVNA javnaðarfloksins hevur altid verið at
skapa bestu livikor fyri fólkið. sum her býr. Hetta er
sjálvsagt staðugt floksins aðalstevna, tann reyði tráður-
in í politikki floksins.
AT TAKA stødur, sum vilja leggja tryggasta staði undir
tilveruna her á landi, er tað sum flokkurin hevur fyri
eyga. Ikki at vera uppi í ti harkalidi, sum mest veittrar
við innantómum, gyltum lyftum. Tí eingin er so blá-
oygdur, at hann ikki veit, at kostprísurin er avgerandi
fyri all stig. ið verða tíkin
Í
i
;6
”. Rentan
;
FYRSTA DAGIN tingid hevði fund aftaná setuna Olav-
søkudag, legði framburðs- og fiskivinnuflokkurin mál
fram um rentupolitikkin hjá tí almenna. Har varð sagt,
at tað er tann almenni rentupolitikkurin, sum hevur
skuldine í øllum tí ringa. sum hendir í samfelagnum í
figgjarligum samanhangi
EIN FEKK TA fatan, at allur alment lånti peningurin er
hann, sum er dyrastur At tað er frá landsins síðu. at stig
eru tikin til hækking av ollum rentum
MEN HJÁ HONUM, sum fylgir eitt sindur við, var tað
harafturímóti heldur enn ikki torskilt, at ein politiskur
flokkur skal koma sær at koma fram vid slikum, vid slik
um rongum uppiysingum, tå stødan jú er hon, at eingir
rentusatsir eru so lågir, sum hjå ti almenna
OG SO ER tað ikki minni lagið, at tað er hesin flokkurin,
sum skal koma við uppskoti um at lækka skattarent
una, renta av ov seint goldnum skatti, tá hesin flokkurin
ikki minst er hann, sum hevur rópt upp um at skatta-
eftirstødan hevur verið aít ov stór.
SANNLEIKIN er tann, at landið hevur víst fyridømi við
at halda munandi lægri rentu enn privatu pengastovn-
arnir, t.d. iandbúnaðar'án, lægstu í heiminum. húsaláns-
grunnurinn, lægstu í heiminum, menningargrunnurin,
hotellgrunnurin, mentunargrunnurin o.m.a.
EIN ANNAR spurningur, sum heldur átti at verið tíkin
upp. er at biðja landsstyriå um at fáa landsbankan at
virka. Tað er ongantíð ov skjótt, at tað hendir
Ikki Túnatos,
men álvaratos!
At Dimmalætting í
oddagrein fyri nakað síð-
ani setti nakrar spurn:
ingar viðvíkjandi megu-
ligum broytingum í
teimum sosialu veiting-
unum í Feroyum, nú tað
í danska fólkatinginum
hava verið spurningar
frammi um ymiskar
reguleringar á hesum
eki, kann eg skilja, men
tá sama blað í skemti-
teiginum Túnatos 19.
juli brúkar hetta álvars-
mál á slíkan hátt, tá má
eg harmast.
Teigurin
soleiðis:
„Koma hesar reglur at
verða galdandi fyri Fer-
oyar, sum vit undir sit-
andi stýri hava roynt ný-
reglur á annan hátt, man
hetta fara at ganga út
yvir okkum og verða
reglurnar soleiðis, at tey
gomlu skulu doyggja
fyri at ríkið skal liva«.
endar
Hetta stendur
skemtiteiginum Túna-
tos! Ikki má haldast, at
Dimmalætting her vísir
semiligan atburð, ella ríð-
a teir so niðarlaga polit-
iskt, at hetta, sum er til
viðgerðar í danska fólka-
tinginum, kann brúkast
sum veruleiki í Feroy-
um.
Onki verður sagt um,
hvat fólkatingslimur
sambandsfloksins hevur
sagt í hesum máli, men
kanska lenar tað seg
best at bíða, tí sum sagt:
»Hensigten helliger mid-
let«.
Men sanniliga. Eg
kann ikki fáa meg at
trúgva, at tað er soleiðis
statt. Tað stendur í
hvussu so er mær greitt,
at tað ikki á nakran hátt
skal skerjast á teimum
sosialu veitingunum
Feroyum. Um so verður
at skerjingar verða frá
rikinum, sum eg ikki
trúgvi verða, so mugu
vit taka tað yvir okkara
fíggjarlóg.
Sannleikin er jú tann,
at gomul og sjúk, sum
eiga ein sjálvfylgiligan
rætt til hjálp, fáa alt ov
lítið. Teirra rættur, ja,
tað er ein rættur, sum
tey eiga, er tíverri ikki
vardur nóg væl, tað hev-
ur víst seg, síðani fólka-
pensiónin kom í 1959.
Sum tá var ein mun-
andi bati ikki hevur havt
ta útvikling sum annað
mangt, sjálvt um okkara
samfelag hevur broytt
seg til tað betra í so
mangar mátar
Tann tryggleiki, sum
er við teimum sosialu
veitingunum og sum
bleiv skaptur við lóg um
Nr. 59 — 2. august 1980
fólkapensión, skal ikki
skerjast so leingi, sum
okkara flokkur verður
umboðaður í Tinganesi
og á Føroya løgtingi.
Eg minnist ikki
skeivt, at tad var bert
verandi blaðstjóri á
Dimmalætting, GL.
Samuelsen, sum í sínari
tíð stemmaði fyri upp-
skoti P.M. Dam's, sum
sett varð fram 1958,
im fólkapensión.
bleiv í
gonguskjalinum
hetta kravið, fyrst av
javnaðarflokkinum.
tað bleiv framt!
Tað kann vera, at
fólkatingið ætlar broyt-
ingar. Men teir hava so
nógv, sum ikki er gald-
andi fyri Feroyar. Og tað
vil heldur ikki siga. at
Føroya legting ger tað
sama.
SEINr! sam-
sett
Og
Fyri meg og min flokk
er tað greitt, at ongar
reglur verða broyttar.
Um neyðugt verður við
skerjingum orsakað av
fíggjarligum viðurskift-
um, verða onnur eki at
skerjast, ikki tað sosiala.
Tað skal ikki undir
nøkrum umstødum
rørast við tann lítla stuð-
ul, sum gomul og sjúk
fáa. Her má heldur hugs-
ast um ein bata, tí ikki er
við- -
merkingar
henda lóggáva fylgd nóg
væl upp, í mun til alla
aðra príshækkan. Tey,
sum við virkissemi hava
gjørt tað liviligt her á
hesum klettum, skulu
vita, tá tey fella frá, at
teimum er tryggjaður
ein góður aldurdómur.
Og tey, sum eru sjúk
ella hava annað brek,
skula vita, at tey hava
rætt til hjálp, eina hjálp,
sum tey sjálvi hava lagt
grundarlagið undir
Tá talan er um gomul
og sjúk, kann og skal
ikki verða spurt um
krónur og oyru.
Hetta, rokni eg við, er
breið semja um á Feroya
legtingi og verður talan
um, at vit verða noydd
til at yvirtaka meiri
gjaldingar í samband við
hesa skipan, skilji eg, at
sjálvt sambandsflokkur-
in verður við, um ikki
annað, av taktiskum
grundum.
Eitt vil eg sláa fast!
Fyri meg er tað krystall-
klárt, tá tað viðvíkir
gomul og sjúk, og tey,
sum á annan hátt hava
hjálp fyri neyðini, tey
eiga ein rætt og tann
rættur er fyri meg ikki
Túnatos men Álvaratos.
Sverre Midjord
Hvat meinar Eilif Samuelsen við
Í Sosialinum nr. 58 er les-
arabræv, har skúlaneynd-
arlimur svarar uppá odda-
grein, sum Eilif Samuel-
sen, lærari, hevur havt í
Skúlablaðnum um tilvild-
arlig fólk í skulanevndun-
um.
Upprunaliga ætlaði eg
ikki at koma við viðmerk-
ingum til hesa grein, tí vit
javnaðarfólk hava so
sanniliga verið væl nøgd
við okkara umboð í teim
um ymsu skúlanevndun-
um kring alt landið. Men
eftir at hava lisið hetta les-
arabrævið í Sosialinum nr.
58, tók eg nú kortini til
pennin fyri at bakka hend-
an skulanevndarlim upp.
Hvat meinar so Eilif
Samuelsen vid tilvildarlig
fólkavald umboð? Er tað
kanska ikki tilvildarligt at
gerast logtingslimur uppá
eitt lutakast, serliga tá
hugsað verður um, at onn-
ur valevni til seinasta løg-
tingsval fingu væl yvir
200 atkveður og vórðu
kortini ikki vald. Sjálvur
fekk Eilif 105 atkvødur og
varð kortini valdur. Var
ikki — tilvildarligt?
Sannleikin er tann, Eilif,
at tå hevur sjålvur stadid
uppstillaður til skúlaráðið
í Havn tvær ella tríggjar
ferðir, men ert hverja ferð
vigaður og funnin ov lætt-
ur av Havnar borgarum, tí
hesi hava fyritrekt Jóhs.
Alvheygg framum teg. Øll
xenna vit Johs. Alvheygg
sum ein djúpt trúgvandi
tað
mann og tí er tað bert at
frøast yvir, at júst hann
situr í Tórshavnar skúla-
ráð og ikki tú.
Og hvat billar tú tær
inn, at nýta Skúlablaðið til
propaganda fyri teg sjálv-
an? Var eg lærari, so hevði
eg tikið hesa oddagrein
tína illa upp. tí hetta kanst
tú ikki loyva tær
Men hví manst tú sjálv-
ur vera so ivrigur eftir at
sleppa í Tórshavnar skúla-
ráð? Man tað ikki nett-
upp vera av persónligum
orsøkum. Tað ivist eg ikki
í. Eina ella tvær ferðir
hevur tú sekt um skúla-
stjórastarv í Havn, men
ert báðar ferðir vorðin
vrakaður til fordeil fyri
aðrar. Og hvat er so at
tilvildarlig fólkavald umboð?
gera? Jú, tað er gerast for-
maður í Feroya Lærara-
felag, formaður í felags-
læruraráðnum í Havn og
nú limur í skúlanevnd løg-
tingsins. So nú manglar
bert tad eina, og tað er at
gerast skúlaráðslimur
Havn. Men tað skal vera
mín áheitan til oll
sam-
bandsfólk, veljið Jóhs.
Alvheygg til komandi
skúlaráð, tí hann ger eitt
megnararbeiði. Tað vita
vit øll.
Og eitt er heilt vist, at
verður tú valdur, Eilif,
kanska ern eina ferð uppá
lutakast, so vil eg so
sanniliga kalla tað fyri til-
vildarligt.
Fyrrv. skulanevndarlimur
Nú ein dagin loftaði eg ein
um sera áhugaverdum
hugsurarsteði. Vísmaður-
in greiður her frá hesum
æviga skrólandi barndóm-
sins dreymi.
Vit pakka alt inní kon-
serves. Blødini, søguna,
sålirnar og framtidina. Øll
lika
gerast líka, t.v.s.
fremmandagjørd og skulu
hugsa eins. At hetta yvir-
hevur letur seg gera, er
ótrúligt. Man hitaviðger
tey og pakka tey inn, so
hugsa tey líka sum ein,