mikudagur 6. august 1980síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ungtemplararnir:
Undirvisingin um ris-
andi evni út av lagi
vánalig
— sigur Ungtemplarasambandið, sum nú
fer at arbeiða fyri at fáa nýggju norsku
skipanina inn í føroyska skúlan
Tað er ikki í øllum
skúlum í Føroyum,
at undirvíst verður
um rúsandi evni.
Men har, slík undir-
vísing er, er hon út
av lagi vánalig. Hon
er á einum medi-
sinskum stødi og
alt tilfarið er á
donskum.
Tað er UTF, Ungtempl-
arasamband Feroya, sum
er so misnegt við undir-
vísingina um rúsandi evni.
Fyri at beta um hetta, ætl-
ar felagið at royna at fáa
ta nýggju norsku undir-
vísingarskipanina »Holdn-
ing til rusgift« í føroyska
skulan, sjålvandi lagada
at føroyskum viðurskift-
um. Í samband við lands-
fundin hjá UTF á Tver-
vyri nå um vikuskiftið
verður ein fundur við
landsskúlastjóran og po-
litikarar um hetta mál
Ein maður frå NGU í No-
regi, Terje Heggernes,
skal á fundinum greiða frá
norsku skipanini. Hesin
fundur verður fríggja-
morgunin og UTF vónar,
at skúlamyndugleikarnir
fara at taka undir við
ynskinum um, at norska
undirvísingartilfarið verð-
ur brúkt í Føroyum eisini.
Hetta bleiv upplýst á
einum tíðindafundi í Uppi-
stovu mánadagin, sum
starvsnevndin hjá UTF
helt.
Tað bleiv eisini upplýst,
at UTF hevur spurt lands-
stýrið, hvussu stóran part
av teimum 300.000 kr.,
sum eru settar av til av-
haldsarbeiði, á fíggjar-
lógini, UTF kann rokna
við at fáa. Men onki svar
er komið. UTF heldur, at
nakað av hesum peningi
meguliga kann brúkast til
umsiting og tilrættislegg
ing av norska undirvísing-
artilfarinum
Stovna ungmanna-
deild á Tveroyri
Landsfundurin hjá UTF
verður settur hóskveldið.
Fríggjakveldið verður
stovnað ein ungmanna-
deild fyri Tveroyri. Stovn-
anin hevur verið fyrireik-
að síðani í mars mánað og
nøkur tiltøk hava longu
verið har suðuri. Eini 40
fólk hava teknað seg sum
limir og áhugin er stórur
sigur Lilian Mortensen av
Tveroyri, sum er ein av
trimum limunum í starvs-
nevnd UTF's. Ungmanna-
deildin á Tveroyri verður
tann sjeynda í UTF
Deildir eru í Havn, Sanda-
vági, Getu, Haldarsvík,
Mikladali og á Skála. Í
vetur verður farið undir at
fyrireika stovnan av ung-
mannadeild á Glyvrum og
talan er eisini um at
Uttanduratalv í Havn. Tað ber ivaleyst til at telva bæði í
vindi og mjørka. Fólkið er so stórt...
Landsfundurin hjá UTF byrjar héskvøldid og endar við
veitslu leygarkveldið.
Mett verður, at 80 fólk fara til Tvøroyrar á fundin
stovna eina á Eiði. Junior-
deildir eru í Havn, Sanda-
vági og á Skála.
Tað eru millum 7 og 800
limir í UTF. Teir eru í ald-
rinum 11—32 ár og megin-
parturin er aktivur, sigur
starvsnevndin.
»Åksjonir«
UTF fer nu at leggja størri
dent á juniordeildirnar,
ella barnadeildirnar. Mein-
ingin er at velja eina
nevnd til at arbeiða burt-
urav við børnunum. Ætl-
FORRANG
anin er eisini at útbúgva
leiðarar til juniordeildir-
nar í vetur.
UTF ætlar eisini í sam-
band við landsfundin á
Tveroyri at skipa fyri so-
nevndum vaksjónum“<.
Seinnapartin fríggjadagin
verður farið út á getuna at
býta út flogseðlar og
plakatir og tosað við fólk.
Tá landskappingardystur-
in millum TB og B36 verð-
ur sunnudagin verður eis-
ini ein »aksjån« á Sev-
mýru. Hon verður um
ítrótt og alkohol.
Fekk 19 brugdur
í tveir dagar
Suðuroyarbáturin
Steinhúsbreður roynir
nú eftir brugdum við
Feroyar. Mánadagin
var hann í Fuglafirði
av eðrum túrinum við
13 tonsum av brugdu-
livur,sum varð avreidd
til Havsbrún fyri einar
50.000 kr. Steinhús-
breður fekk 19 brugdur
í tveir dagar. Á fyrra
túrinum fekk hann 7
brugdur. Teir royna
suðureystur úr Suður
oynni.
Tað er bert livrin,
sum verður brúkt.
Havsbrún framleiðir
lýsi burturúr henni. |
Fimm mans eru við |
Steinhúsbreðrum.
Takka fyri
góða undirtøku
Starvsfólkið á B8 og
Pleygudeildini takkar
fyri góðu undirtøk-
una til fótbóltsdyst-
in, sum varð leiktur
fríggjadagin 25. juli.
Starvsfólkið á B8
vann dystin 3—0.
Tað vóru umi. 600 á-
skoðarar og inn komu
12.000 kr.
Kostnaðurin var 20
kr. fyri vaksin og 5
kr. fyri børn, men tað
stóð eilum í boði at
gjalda meira, og tað
gjerdu tey flestu.
Pengarnir fara til
ein grunn til byggjan
av ellis- og rektar-
heimi í Havn.
ESNNNSSANNNNNASNSSANNSNANALN
Óli í Åarstov