Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 61 — 9. august 1980 telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Stórhvalaveiðan UPPÍ SAMAN roynir Dimmalætting at billa lesarum sínum inn, at tað er føroyska landsstýrið, sum av sínum eintingum hevur frásagt føroyingum allan rættin til at veiða stórhval á for- oyskum sjógki. MEN HETTA er sjálvandi tvætl. Sann- leikin í hesum máli er, at longu í 1976 samtykti altjóða hvalaveiðunevndin, at seta bann móti veiðu av vestur- norska-føroyska stórhvalastovninum við gildi frá 1978. UM TAÐ MUNDIÐ, tá bannið móti stórhvalaveiðu um okkara leiðir varð samtykt á fyrsta sinni, og tað vil siga í 1976, veiddu føroyingar yvirhøvur ikki stórhval og høvdu heldur ikki gjørt tad i fleiri år. Hetta var sjålvandi orsøkin til, at føroyskir myndugleikar og danska sendinevndin á altjóða hvalaveiðufundinum ikki mótmælti friðingini av vesturnorska-føroyska stórhvalastovninum. HETTA SAMA er sjálvandi eisini orsøkin til at føroyingar og føroyskir myndugleikar ikki hava givið sam- tyktini hjá hvalaveiðunevndini ser- ligan ans. T.d. hava foroyskir myndugleikar ikki útvegað sær lóg- arheimild til at steðga møguligari stórhvalaveiðu á føroyskum sjógki. Men sama ár, sum veiðubannið kom í gildi, fara føroyingar aftur at veiða stórhval og veiðan helt fram í 1979. HETTA LEKUR ÚT, við tí úrsliti, at beint áðrenn fundin hjá altjóða hvala- veiðunevndini í 1980 fara heimsum- fatandi felagsskapir, sum arbeiða fyri at varðveita og friða stórhvala- stovnin, at gera vart við seg og hótta m.a. við at seta tiltøk í verk móti før- oyskum fiskaútflutningi. Landsstýrið hevði tá tveir møguleikar: annað- hvort at geva seg undir veiðubannið, ella at biða um eina kvotu fyri 1981. KØNIR MENN mettu, at møguleikar- nir fyri at fåa eina kvotu tillutada fyri 1981 vóru ongir, men mæltu heldur til, at hesin spurningur varð reistur á fundinum í 1981. Landsstýrið valdi at gera eftir hesum tilmæli. Tað er altíð lætt at vera eftirklókur. Hví gjørdi Dimmalætting ikki vart vid seg tå veiðubannið varð samtykt í 1976??? Skulavidurskiftini Havi lisið tjakið, ið hevur tikið seg upp orsakað av grein, sum Eilif Samuel- sen hevði í Skúlablaðnum, og endurtikin í Dimma- lætting. Eg taki fult undir við teimum, ið hava latið við seg komið. Tað er einki minni enn skelkandi, at á- byrgdarmaður innan skúl- an skal taka so til orð- anna. Hetta sigur mær hverja steðu, maðurin hevur til ta kristnu hug- sjónina, og kom tað eisini klárt fram í ljósið, tá málið um bókina >Kammerat Jesus« var frammi á tingi. Ofatuligt, at slíkir fáa sæti í ábyrgdarsessum. Eilif Samuelsen og hans- ara líkar mugu gera sær tað greitt, at tað er á tí kristnu hugsjónini, at land okkara er bygt, tað verður seg moralskt ella mentunarligt. Einki stendur í stað og als ikki á hesum eki, verð- ur eitt tikið burtur, kemur annað aftur í staðin, og hvat hava tá slíkir, ið er betri? Oll, ið fylgja við, vita at hin ateistiski andin ger seg alt meir og meir galdandi, og kann hann sleppa inn um skúlagátt, er nógv — ja, alt vunnið. Tekin eru longu til at tað í ein vissan mun longu er hent, tí má alt gerast fyri at hann ikki fær fótin fast- an. Mítt ynksi og mín ben er, at teir, ið skulu seta fólk í hesa týdningarmiklu nevnd, standa á varðhaldi og seta upp verjugarð, og vit, ið játta okkara kristnu trúgv, lata okkum úr líka- sælis-haminum og fara trúarinnar herklæðini (Efesusbrævið 6.10-13) hart tað millum annað stendur: >Latið tykkum í ell herklæðir Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaålopum Dievulsins« Vit liva i eini vandamikl- ari tíð og mugu sostatt eisini ger: okkum gald- andi. Tað er als eingin grund til, at vit biða orsaka at vit eru kristin. Ábyrgdarmaður Skúlanevndarval Í Skúlablaðnum fyri juni 1980 hevur E.S. grein har hann nevnir skulanevnd- armål. Har stendur, at teir hava fingið sterri vald í eilum undirvísingarligum spurningum, enn eftir gomlu lógini. E.S. metir tað sum ein stóran vinning fyri skúlan um sloppið kundi verið undan avgerðum, sum merktar eru av persónlig- um, religiesum ella eðrum óviðkomandi áhugamál- Hví er E.S. ræddur fyri at fáa trúgvandi fólk í skúlanevndina? Er tað tí at liberaliseringin kann verða seinkað? Ein trúgvandi skúla- nevndarlimur setir dám á nevndina við sínum per- sóni, og avgerðirnar verða merktar av tí, hann hevur innanborða. Liberalisering av teim- um kristnu normunum er avkristnan av landinum, og byrjað verður í skúlan- um. Oyðileggur ein alt, ið kristindómurin stendur fyri, so skapa vit eitt so- sialt, politiskt og andaligt tómrúm, og tå húsið er tómt fara demonirnar inn. Í Venjingarskúlanum har E.S. virkar er einasta skúlapláss í Havnini, hvar royking er loyvd... (uttan loyvi frá skúlaráðnum, kortini). Í nógvum londum verð- ur stórt arbeiði gjert fyri at hjálpa næmingum til ikki at byrja at roykja, tí at tubbakksroyking er heilsuskaðilig og kann elva til at farið verður undir nýtslu av sterkari evnum, men so er ikki á Venjingarskúlanum. Her er ein liberalisering. Tá legtingið skuldi seta eina nevnd, sum skuldi gera uppskot til tubbaks- lóggávu, stemmaði sam- bandsflokkurin, og harvið E.S., ikki fyri málinum. Feroya fólk! Latið okk- um verja skúlan við at seta trúgvandi fólk inn í skúlanevndirnar, so vit kunna brynja okkum at standa ímóti øllum tí illa, sum skolar inn á okkum, so sum tvungin kynfrødi, frítt at roykja og so dar- winismuni. Ein ikki-darwinistur Hin tilvildarligi Eilif Samuelsen Gott komið i pennarnar i Sosialinum nr. 58 og 59, har skulanevndarlimir geva Eilifi eina oyrafiku, tí nakað so niðursetandi hevur ongin maður skriv- að um okkara skulanevnd- ir, sum hesin maðurin í »Skulabladånum« 6. hefti juni 1980. Og hetta er sjálvur formaðurin í Fer- oya Lærarafelag. Øll vita vit, at Eilif er blaðstjóri á Skúlablað- num. Hann er harður og ráðaríkur og mangan tyk-' ist, at ikki sert av »propa- ganda« logar uppvið. At honum bert manglar at geras limur í Tórs- havnar Skúlaráð, so hevur hann allar træðrirnar í síni hond (bæði >persónligar, lokalar, politiskar, religi- øsar og eðrum óviðkom- andi). Tað er tí so týðuligt, at ådurnevnda grein i »Skulabladånum« er ein propagandagrein, tí hann byrjar greinina við at siga: „Í heyst verður val til bý- ráðini og bygdaráðini. ——— Skúlanevnd verður vald samtiåis«. Ikki er tí nakar ovfarin av, at Eilif nú blokkerar trý størv, sum landsstýrið hevur lýst leys. Hesi størv eru ov illa lent, sigur hann. ——— (Man hann hava ætlað at sekt eitt av hesum og skal hava tað í hægri lenarklassa, áðrenn tað verður sekt???) ella er hetta tilvildarligt ??? Her luktar av onkrum. Ella er tað »at hava stødi í spurn- ingum, hvat ið gagnar bernum best <???? Eilif veit væl, at skúla- nevndaravgerðir í lærara- setan hava verið skúgvað- ar til viks av skúlafyrisit- ingini (eitt frískt demi norði í Klaksvík í vár). Hví talaði hann sum formaður í Lærarafelagnum tá ikki at, ella var eisini hetta til- Nei, Eilif. Ikki dugir at skriva vanvirðisliga um okkara fólkavaldu skúla- nevndir, sjálvt ikki í »Skulabladid«, tí tað eru nógv, sum fyglja við ikki av tilvild, men av áhuga fyri skúlanum. Lat tí vera at brúka blaðið at mjelva tína egnu keku við, tí tað er tó málgagn fyri heim og skúla. skúlamaður Tveroyri í rangastrúpan Tað tykist okkum, sum Dagblaðið, Oli Breckmann og viðhaldsfólk teirra á Tvøroyri, tað "ori seg bankastjóri, lærarar og onnur. veruliga hava fingið Tveroyri í ranga- strúpan. Tað er nú ringur fugl- ur, spm drýtur í egið reið- ur, og tað hava hesir so eggjuliga gjørt. Eru teir nevndir, eru teir eisini kendir. Oddafiskar fólka- floksins á Tveroyri. Men sanniliga skuldu teir havt ivaleyst við at sópa frá egnum durum. Skemtiteigur Dagblað- sins vísir, hvussu niðar- laga teir ríða. Teir umreða Fiskepigernes fagforen- ing, men til tað vil eg siga, at høvdu all feløg rekt sína samfelagsligu skyldu eins væl og okkara gamla felag, so hevði væl staðið til. Vit hava altíð verið for fyri at viðgjort mál uttan Brixi. Og trælakórið, sum sipað verður til, hevur verið við til at loyst tað trælabandið, sum lá á tí føroysku arbeiðskvinnuni. Og góður hevur tann bitin verið, sum eisini tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. fólkaflokskvinnur sum menn so setliga hava etið av tiltøkum, framd av Fiskepigernes fagforen- ing, bæði fyrr og ikki minni nú. Tann bitin hevur ongan- tíð verið settur í ranga- strúpan, men setliga sveigdur. Asla Jespersen, formaður Fiskepigernes Fagforening á Tveroyri