Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 1980síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 62 — 13. august 1980 sjónarmið Einaferð enn verður heimabindingin nevnd. Vit hava leingi tolað seymimaskinuna og vita at nakað av seyming gerst best í hond. Tað verður gjørt í hond, og kostnadurin er hareftir, men alt tað sum líka so væl — ella betur — seym- ast í maskinu, verður seymað í maskin. Borimaskinurnar eru allar góðkend amboð, maskinsagin, ymisk skeritól o.a. mangt. Men bindimaskinan má ikki takast á tungu — í hvussu so er ikki tann lítla, sum sendur í nógv- um vanligum heimum og lættir um har, sum nógv skulu klæðast. Best er at seta hana í skáp, tá fólk kemur inn, tí kanska tey vita ikki betur, enn at pleggini tey ganga í, eru hondbundin, og so verð- ur mamman mett at vera raskari. Og virkini, sum hava góðtikið maskinur, fram- leiða troyggjur í metur- mát til ein prís, sum ger heimabindingina ólen- andi. Tey kappast við út- lendsk virki, sum leingi hava kappast við okkum at gera »føroyskar« troyggjur bíligari. Hetta hava útlendingar gjørt leingi. Skeivt er, tað er ikki at tala um, men áttu vit ikki sjálvi so heldur at kappast at gera troyggj- ur 0.a. so gott sum meguligt til reiðiligan pris, og so latið hini sitid við tí ringu vøruni. Tá ein tíð var farin høvdu summi fólk enn keypt ta vånaligu, bíligu veruna og tey um tað, men tey nógvu høvdu dugað at sæð munin á og spurt eftir føroyskari dygdarvøru. Hon er hald- betur og tí líka bílig í longdini, og tað vita fólk. Hevði ikki ein gongd leið verið, at vit aftur her hildu okkara serkenni og framleiddu føroyska veru í føroyskum sniði — upprunaligum ella nýggj- um. Teknaðu nýtt, sum var serliga egnað til ma- skinur og framleiddu tað í maskinum heima og á virkjum, viðgingu at ikki alt gerst líka gott á ma- skinum, bundu tað í hond og seldu tað fyri prís, sum svarar til tað, sum er rímuligt fyri hondbundið. Bundnaturriklædi og mynstrutir skóleistar t.d. vænti eg verða ongantíð bundin á maskin. Fremsta ynski okkara mátti so verið, at fleiri tégvsløg vórðu spunnin, sum egnaðu seg til ma- skinbinding. men nakað av føroyskum tógvi kann brúkast eisini til tað, so okkum nýtist ikki at bíða bara eftir tí. Heimabindingin hevði aftur verið lønandi. Við fleiri møguleikum fyri serkendari veru høvdu eisini virkini fingið meira burturúr. Vit høvdu klætt okk- um meira í egna veru og høvdu gleðst um tað, tí hon hevði verið betur enn tann innflutta. Vit áttu voru at útflyta, sum hóast hon kanska var dýrari hevði havt betur orð á sær og varð meira eftirspurd. At enda loyvi eg mær at tilskila, at eg rokni við, at ullin hevði verið betur og nógv meira, um ulla- prísirnir vóru betur. Tilskilast má eisini, at ikki alt tað, sum verður heimabundið í maskin, er so væl gjørt, at tað kann seljast — tað er heldur ikki alt, bara tí at tað er hondbundið. Men av tí at nógv eru, sum fegin vildu fingist við tílíkan heimaídnað, hevði kanska verið rætt at skipa fyri smáskeið- um helst í øllum oyggj- unum, og tey, sum høvdu hug og hegni sluppu at læra seg tað sindrið, sum skal til fyri at vera teirra er góð. Og ein spurningur til øll, sum á ein hvønn hátt fáast við tóvirki: Hví skipa ikki tóvirkisfólk eitt felag? Vit vita, at tey ymisku fakfelggini mangan hava stuðlað arbeiðarunum og ivaleyst hevði tann ar- beiðarabólkurin eisini staðið sterkari í einum felagsskapi, sum hevði vart áhugamál tóvirkar ans, antin hann so var ullaseljari, bindikona, vevari, seymikona, spinnari, skinntilvirkari el.a. Norea Radio Danmark Millumbylgja 205 m (1466 kHz) kl. 21.15—21.30. Í dag: »Spis, drik og vær glad«. Andreas Møller, trúboð- ari í Ringsted, luttekur. Harriet og Jergen Hern- ing og Poul Lykke Nielsen syngja. Sandoyingar Septiktangar verða tømdir í Sand- oynni frá 15. august. Sigið frá á tif.: 61344 í Skopun 61025 á Sandi 61238 í Skálavík 61461 í Húsavík Jógvan Haraldsen Lýsing Søkt verður eftir fólki til bókhalds- arbeiði. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið Landsstýri. Umsóknir við prógvum og viðmæl- um verða at senda til skrivstovu okk- ara skjótast gjørligt. Føroya Lívstrygging Ársaðalfundur dagbókin Norskar sendingar eru hvenn dag kl. 16.05 á stuttbylgju 31 m (9,6 mHz) og kl. 17.05 á stutt- bylgju 25 m (11,8 mHz). Fødingardagur I dag fyllir Elisabeth Olsen, Tjørnuvik, 70 år. og Føroya Hervið verður lyst til aðalfund i Havn- ar Badmintonfelag mikukveldið 27. august kl. 19.30 í kantinuni í Ítróttar- heoilini. Dagsskrá sambært lógini. MAÐUR HEVUR VANDAN VIÐ - SUM IKKI AKTAR KOYRISIÐ! NEVNDIN