mikudagur 13. august 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 13. august 1980
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og bladstjøri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent?: Dimmalætting
Lysingar:
Sjåldsom
provførsla
| FLEIRI førum hevur Dimmalætting
gjøgnum summarið borið fram hug-
leiðingar um støðu Javnaðarfloksins
til sosialu lóggávuna og um støðu
Javnaðarfloksins til tann partin av
samfelagsrakstrinum sum staturin
rindar til Foroya.
NÚ ER TAÐ valla so, at fólk flest blint
trúgva tí politiska boðskapi sum
kemur til sjóndar í Dimmalætting, tí
hann er vanliga so grefliga fargaður
av óndsinnaðum og speirekandi
glefsum til alt og øll, sum hava sam-
band við Javnaðarflokkin, at flestu
lesarar duga at skilja at lítið hopi er i.
EITT NÚ tá málgagn sambandsins
førir fram, at Javnaðarflokkurin nú
heitt hevur slept áskoðan síni um
rættin um statsstuðul til Føroya.
Hetta roynir Dimma at prógva við at
siga, at Javnaðarflokkurin er í sam-
vinnu við tveir flokkar, sum á skrá
síni hava sum endamál heilt at loysa
frá øllum sum danskt er. Eitt fantast-
iskt háttalag í prévførslu, sum einans
ein sjonglørur, sum blaðstjórin á
Dimmalætting, kann føra fram.
SOMULEIDIS, tá blaðið førir fram, at
Javnaðarflokkurin hevur slept tank-
anum um sosialu prinsippini í sosialu
lógunum, tí danski javnadarflokkurin
nú hevur broytt lóggávurnar soleiðis,
at tað nú er mark fyri, hvussu mikið
ein kann fáa í sosialum veitingum,
um ein hevur stórvegis inntøku aftur-
at. T.v.s., um inntøkur uppá 130.000
kr. og meira liggja frammanundan, so
fær ein ikki óskerda sosiala veiting
afturat. Hetta fær Dimmalætting til
at hóreiggja sær sum hon ger. Hon
sigur seg tala søk fólksins.
MEÐAN SANNLEIKIN er hin øvugti,
at Dimmalætting vid sini fullkomiliga
åbyrgdarleysu skriving er vid i, ti
bólki, sum einans hevur til endamáls
at undirgrava tað sosiala stødi vit
hava. Og tað ger hon við beráddum
huga, bert hon á tann hátt kann
skaða Ja-naðarflokkin.
Viðmerkingar í samband við lesara-
brævið »Tilvild« hjá
Preben Simonsen
Í Dimmalætting nr. 90 frá
9. august 1980 hevur
Preben Simonsen lesara-
bræv undir heitinum >Til-
vild«.
Av ti at Preben Simon-
sen i brævinum skrivar, at
hann til næsta skúlaráðs-
val velur Eilif Samuelsen,
kann tað bert vera Tórs-
havnar Skúlaráð hann sip-
ar til, og at lærararnir, ið
hava sitið sum formenn í
hesum ráð, annaðhvert
eru Martin Holm, sáli, ella
Torkil Skála.
Preben Simonsen skriv-
ar, at einaferð høvdu fleiri
sent klagur inn um ein
ávísan lærara, og at allar
hesar endadu í pappirs-
kurvuni, ti lærarin sjálvur
sat sum formaður í nevnd-
imi.
Núverandi skúlaráðs-
limir, ið nú skjótt hava sit-
ið í ráðnum í 4 ár, kenna
als onki til nakrar klagur
um nakran lærara frá
nekrum havnarborgara —
og kortini skriva tygum:
„Einaferð hevdu fleiri...
0.8.V.!a
Tí vil eg hervið krevja
av tygum, at tygum í
Dimmalætting viðganga
at tað ikki snýr seg um
Tórshavnar Skúlaráð, tá
tað verður skrivað, at:
1: fleiri hevdu sent
klagur um ávísan lærara,
og
2.: at limirnir í skúla-
nevndini blaka so álvars-
lig skriv í pappírskurv-
una.
Men um tygum meina
at hetta er Tórshavnar
Skúlaráð, ið talan er um í
hesum føri, so eru hesir
pástandir heilt og aldeilis
ósannir, tí sum sagt eru
ongar klagur komnar um
nakran lærara, og tað eru
ongi álvarslig skriv blak-
aði í pappírskurvuna.
So nú er tað upp til tyg-
um sjálvan at avgera, um
tygum vilja avsanna at
talan er um Tórshavnar
Skúlaráð, og um tygum
ikki gera tað, so verða tyg-
um at taka tær meguligu
avleiðingarnar. Hetta er
meint í ramasta álvara.
Men nú til sjálvan
brævskrivaran Preben
Simonsen. Man nakar
kenna hendan mann?
Tá ið Tórshavnar Skúla-
ráð skuldi seta seg í sam-
band við Preben Simonsen
kom undan kavi, at hann
als ikki býr í Havn, er ikki
føddur í Føroyum, býr ikki
í Føroyum og er heldur
ikki fluttur úr Feroyum.
Sannleikin er tann, at
hesin maður slett ikki er
til. Hann er hverki inn-
registreraður i Lands-
fólkayvirlitinum ella í
Fólkayvirlitinum fyri
Tórshavnar bý. Hann er
sostatt ongantíð feddur
heldur!
Man hesin maður, ið
hetta lesarabræv hevur
skrivað, ikki heldur eita
Samuelsen og ikki Simon-
sen? Jú, mon ikki?
Er hetta tað slagið av
lesarabrevum, ið fara at
koma í Dimmalætting frá
nú av og til skúlanevndar-
valini hava verið í heyst,
ja, so Gud náði okkum
Feroya fólk!
Skúlaráðslimur í Havn
Um gelugreinina Skúlanevndarval
Tað var ikki hissini, sum
oddagrein mín í Skúla-
blaðnum um skulanevnd-
arval fekk gruggað upp
nekur av teimum mest ó-
tiltalandi og óreinu lyndis-
eyðkennunum í menniskj-
unum.
Tey flestu av lesara-
brevunum, sum sjálvandi
øll eru dulnevnd, eru eyð-
kend av eini øvundsjuku,
einum sjálvrættvísi og
óndskapi, sum eru heilt ó-
hugnalig. Tað er einki
mark fyri, hvat ið drigið
verður fram fyri at spilla
meg út persónliga, í staðin
fyri at halda seg til tað, ið
eg havi skrivað. Eg verði
gjørdur til ein raman
heidning, sum ætlar at av
krisna føroyska skúlan. og
sjálvur Paulus verður hål-
aður fram fyri at,
»Abyrgdarmadur«
sum
skriv-
ar, »vit, ið játta okkara
kristnu trúgv kunnu lata
okkum úr líkasælishamin-
um og fara í herklæði trú-
standa ímóti
svikaålopum djevulsins«.
Her kann sjålvt hin fari-
searin fara heim at leggja
seg. Her stendur hann als
ikki måt, tå id talan er um
sjålvrættvisi, sjálvgóðsku
og demisjúku.
Onkur av lesarabrøvun-
arinnar at
um siga, at eg skrivi niður-
setandi og vanviri
um okkara íólkavaldu
skúlaneyvndir, og at eg
skrivi um — tilvildarlig
fólkavald umboð.
Danski arkitekturin,
skaldið og mentamaðurin,
Poul Henningsen skal
einaferð hava sagt, at
Danmark er tað landið í
heiminum, sum hevur
flest analfabetar, sum
duga at lesa.
Eg havi vissuliga onga-
staðni í greinini skrivað
um tilvildarlig fólkavald
umboð, og tað skal einans
ein óndsinnaður og for
brendur hugsanarháttur
til at fáa snara tí, ið eg
havi skrivað, tann vegin.
Harafturímóti skal eg
geva teimum rætt, ið ógv
ast yvir seinasta brotið í
greinini, sum ljóðar soleið-
is: >Tað hevði verið ein
stórur vinningur fyri skúl-
an, um sloppið kundi verið
undan slíkum avgerðum,
sum vóru merktar av per-
sónligum, lokalum, polit-
iskum, religigsum ella eðr-
um óviðkomandi
målum«.
Her havi eg ikki orðað
meg nóg týðuliga. Tað, ið
eg hugsaði um í hesum
sambandinum, var tað,
sum hevur verið hevuðs-
irbeiðið hjá nógvum
skúlanevndum, nevniliga
setan av vikarum og inn-
stilling av lærarum til
starv. Slíkar avgerðir eiga
ikki at vera merktar av
skyldskapi, av politiskum
liti ella religiøsari stødu
hjá umsekjaranum.
Tað er sjálvandi eyð-
vitað, at skúlanevndarlim-
ir, í teimum málum, sum
ikki hava við starvssetan-
ir at gera, eiga at taka
stødu út frá síni persón-
ligu sannfering, og henda
sannfering vil altíð vera
merkt av, hverja steðu tey
hava til tað veri seg
politiskar, religiøsar, mo-
ralskar, sosialar ella tjóð-
skaparligar spurningar
Í september 1977 skriv
aði eg í Skúlablaðnum eina
oddagrein, sum kallaðist
Sinnalagseftirlit. Hetta
var í samband við, at
nakrir lærarar og lærara-
lesandi, sum hevdu skriv-
að undir eina adressu,
vórðu hóttir við, at hetta
fór at koma teimum aftur
um brekkur, tá ið teir fóru
at sekja starv. Í hesi grein
stóð m.a.:
»I eðrum londum verður
fort kartotek yvir fólk,
sum hava meiningar, elfa
sum haldast at hava mein-
ingar, sum víkja frá teim-
um, ið eru ráðandi á fjall-
inum í letuni. Her hjá okk-
um, í okkara smáu viður-
skiftum er ikki neyðugt
við kartotekum. Hevur tú
eina ferð sagt nakað um
kommunismu, liberalismu
ella eitthvert annað, so ert
tú markaður.
Vit liva í einum landi,
har vit hava grundlógar-
skipaða trygd fyri, at hver
einstakur hevur frítt at
hugsa, trúgva og tala.
Við at hugsa um tað
trongskygni, ta fanatismu
og intoleransu, ið sýnist at
hava so góð gróðrarlíkindi
her á landi, so er ikki eing-
in orsek til at óttast, at
slíkar undirskriftir kunnu
fáa avleiðingar tann dag,
ið undirskrivararnir fara
at søkja sær starv.
Úr Vesturtýsklandi
kenna vit >Berufsverbot<,
ein roynd hjá myndugleik-
unum at fremja sinnalags-
eftirlit, tá ið talan er um
setan í alment starv.
Tað eigur eingin ivi at
vera um, at í Feroyum
hava øll óskerdan rætt til
ideologiskt frælsi, at ein
og hver kann hava sína
politisku og átrúnaðarligu
sannfering, uttan at tað
skal føra til skerjingar av
rættindum á nakran hátt.
Føroya Lærarafelag er
eitt partapolitiskt óheft
felag, sum fer at standa
fast í kravinum um, at per-
sónliga ideologiska frælsi
hjá lærarunum verður virt
allastaðni, annaðhvert so
vindurin blæsur frá hegru
vinstru ella — úr erva.«
Eilif Samuelsen
Billykilin
iit ioreldur, sum eiga bil,
latið ongantíð billykilin til
11
børn
tykáara, sum ikki
hava koyrikort!
Tonkið yvir, hverjar
ólukkur, tey kunnu gera.
Og hendir ólukkan, eru tit
tá uttan skyld?
Betur er at vera fyri-
varin.
Ein, sum fylgir við