Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 TB—B36 7—1 (3—1):| sosialurin B36 var heppið við »bert« at tapa 1—7 TB vann sín higartil størsta sigur í landskapp- ingini í år. 7— 1 gjørdist urslitiå, men TB kundi havt fingið fleiri mål, um ikki fleiri skot fóru við síðuna av. Eini 10 mál afturat kundu teir havt fingið! TB tryggjaði tvey stig afturat í landskappingini í ár við at vinna 7—1 á B36 sunnudagin. Tað var longu í 4. min. at TB legði seg á odda, men í 7. min. javnaði B36 út til i—1. Hetta var tað ein- asta málið, B36 fekk í dystinum. Uff-side Hetta fyrsta málið hjá TB var í veruleikanum off- side. og hetta demdi dóm- arin, Martin á Mýruni, tað eisini til í fyrstani. Men annar linjuverjin, sum stóð betur fyri, segði tað vera mål, og soleiðis bleiv tað eisini. Men tað var Gff- side! TB fekk tvey mál aftur at í fyrra hálvleiki, og farið varð til hálvleiks- steðg við einum 3—1 sigri til TB Bæði liðini royndu at pressa í fyrra hálvleiki, men tað gekk hjá hverg- um. Bert eitt álop Tað var í seinna hálvleiki, at alt hetta gekk illa hjá B36. Teir høvdu bara eitt ålop, og tað var ti at teir áttu miðvell. Aftaná hetta PUMA PUMA PUMA ÍTRÓTTARHANDILIN Hoydalsvegur 2 - tlf. 12753 kom alt spælið at ganga fyri seg á B36-helvtini. B36 tók allar miðvallar- leikararnar hjá sær aftur í verjuna, so um bólturin 2. deild: frá B36 varð sparkaður fram, vóru bert TBarar at taka ímóti honum Gekk væl Spælið hjá TB gekk heilt væl í seinna hálvleiki, bert tað. at fleiri skot fóru á yvirliggjaran og beint við síðuna av. Eisini var onk- ur TB-leikari inni í sjálv- um málteiginum við bólt- inum — tað gekk heldur ikki. Her vóru B36ararnir hepnir, tí TB kundi havt fingið fleiri mál. Orkaðu ikki Móti endanum av dystin- um sluppu TBararnir at gera sum teir vildu. B36- ararnir orkaðu stutt og greitt ikki meira at sparka til bóltin. Ikki tilvildarlig Í seinna hálvleiki fekk TB 4 mál afturat, so endaliga staðan gjerdist 7—1. Og hesi málini komu ikki av tilvild — heldur ikki tað hjá B36. Tað vakrasta málið í dystinum gjørdi Svein- bjørn Danielsson. Hann stóð aftur vid hornaflagg- Royn steðgaði sigursgongdini Enn eitt lið mátti sanna, at torført er at vinna á Royn í Hvalba. Royn-sigur- in kann økja um spenningin í fremra endanum, meðan alt tykist avgjørt í hinum endanum Torført er at vinna å »Wembley« í Hvalba! Hetta mátti ósigraða oddaliðið í 2. deild, B68, sanna leygardagin. Seinnu árini hevur Royn altíð verið at finna í fremra endanum av 2 deild og so er eisini í ár og mong eru liðini — bæði í 1 og 2. deild — ið hava sann- að, at sera trupult er at vinna á Royn á >Wemb- ley« í Hvalba — sum Royn formaðurin, Levi Nicla- sen, skemtiliga nevndi einasta grasvøllin i Før- oyum å FSF årsfundi. Og at Royn og Levi enn duga, måtti B68 sanna leygardagin. Fyri fyrstu ferð i hesum kappingar- årinum tapti B68 dyst i landskappingini Royn vann dystin vid trimum málum móti einum aftaná at hava verið á odda 2—0 í hálvleiki, og var tað »the grand old man« hjá Royn — Levi Niclasen — ið skjeyt tvey av málunum, meðan Troels Rasmussen skjeyt triðja málið. Fyri B68 skjeyt Bent Lefkvist mál. Spennandi verður nú at síggja, hvussu Royn við teirra »blanding« av »gomlum« og ungum leik- arum fer at standa seg víð- ari í kappingini. Við eitt sindur av hepni er megu- leiki Royn kann í stríð- num um uppflyting, men hetta krevur tó at B68 skal tapa í minsta lagi tveir dystir afturat. Ikki er vist at øll lið fara at greiða dystir teirra móti B68 so væl sum suðuroy- arliðini. Tey trý stigini, ið B68 higartil hevur mist, eru øll farin í Suðuroy. Leygardagin tvey móti Royn og fyrr í kappingar- árinum eitt móti botnlið- num TB, tá liðini bæði leiktu javnleik á Tveroyri. Kláraði TB seg væl móti B68 so gjørdu teir tað avgjert ikki móti Fram í Gundadali leygar- dagin. Tað flótandi kvika álopsspæl, ið bæði TB 1. deild og unglingar leika, er als ikki at síggja hjá 2. deildarliðnum. Leygar- £, * iyri at gera seg galdandi Nr. 62 — 13. august 1980 “ KONDI Føroysk ítróttarklæðir Pit SJÓKLÆDNAVIRKIÐ Telefon 55040 ið hjá B36, tå hann skrúv- aði bóltin i mål! Fyri TB gjørdi Svein- bjørn 4 mål, Åsmund og Trond Nolsøe og Jack Pet- ersen hver sitt, meðan Palli Rasmussen gjerdi málið fyri B36. Dysturin kundi enda við, at TB fekk eini 10 mál ella fleiri og B36 eini tvey. Men B36 var heppið! J.D. dagin var ongantíð nakar ivi um, hver fór at vinna. Tá farið varð til hálvleiks- steðg, var Fram á odda við trimum málum móti ong- um. Í byrjanini av seinna hálvleiki menti TB seg — ikki við vekrum leiki, men við áhaldandi trýsti móti Fram-málinum — tó uttan úrslit. Tá einki spurdist burtur úr TB-trýstinum, gjerdist leikur meira javn- tað Fram, ið undan leikloki fekk økt um leiðsluna til enda liga úrslitið: 4—0 sigur til Fram. Málini hjá Fram skutu Gunnar Nielsen tvey og Líggjas Husgaard og Tom Gisselbæk hver sítt. Í Runavík leiktu NSI og HB og eins og hitt fe- lagið longur úti á Skála- fjorðinum, hevur NSI ætlanir um at náa 1. deild og leygardagin varð komið eitt fet nærri málin- um. NSI vann nevniliga dystin við tveimum mál- um móti ongum aftaná at hava verið á odda 1—0 í hálvleiki. Málini fyri NSÍ skutu Eyðun Gárdbo og Sig- mund Johannesen. Á Eiði skuldu EB og SÍ leika. Lidini mettu bæði til ásetta tíð, men ur og varð stutt eingin