mikudagur 13. august 1980síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ikki vánalig, men
ov litið hevur
verið gjørt
— sigur landsskúlastjórin um undirvísing-
ina um rúsevni. Ein skúlabók um rúsevni er
í gerð
— Eg kann ikki taka
undir við, at undir-
vísingin er út av lagi
vánalig. Men eg
skal viðurkenna, at
ov lítið hevur verið
gjørt. Annars er tað
ymiskt. Summi
gera nógv burturúr,
summi minni.
Hetta sigur landsskúla-
stjórin, Ludvík Petersen, í
einari viðmerking til tað,
sum hevur staðið í blødun-
um um undirvísingina um
rúsevni í føroyska skúlan-
um. Starvsnevndin hjá
Ungtemplarasambandin-
um segði á einum tíðinda-
fundi í síðstu viku, at eftir
hennara meting er henda
undirvising út av lagi
vánalig.
UTF ætlar nú at ar-
beiða fyri at fáa eina
norska undirvísingarskip-
an í lag í Feroyum. Í
sambandi við landsfundin
hjá UTF á Tveroyri um
vikuskiftið var ein fundur
um undirvising um rús-
andi evni. Ludvík Peter-
sen greiddi frá um undir-
vísingina í Feroyum og
eitt umboð frá NGU í
Noregi greiddi frá norsku
skipanini, sum kallast
»Holdning til rusgift«.
Bók í gerð
Ludvík Petersen sigur, at
enn hevur hann ikki fingið
norska tilfarið frá UTF.
Hann kann ikki siga, um
landsskúlafyrisitingin fer
at gera nakað við tað, um
hon fær tilfarið. Men UTF
kann arbeiða við tí, sigur
hann.
— Vit taka annars væl
ímóti tilfari og positivum
arbeiði. Ludvík Petersen
sigur, at við nýggju fólka-
skúlalógini bleiv undirvís-
ingin um rúsevni styrkt. Í
lógini stendur, at skúla-
bern skula fáa upplýsing
um njótingar og rúsevni.
Mælt verður til, at henda
upplýsing verður givin í
4.—9. flokki, tilsamans 20
tímar. Í hesum tímum
skal dentur leggjast á ta
etisku síðuna. Tann medi-
sinska er framvegis í bio-
logiini.
Viðvíkjandi undirvis-
ingartilfari arbeidir Skula-
bókagrunnurin við einari
bók, sigur landsskúla-
stjórin.
.
Ææ“
Danski rokk-jazz bólkurin Brdr. Rubato og saxofon- og sangarinnurnar Rikke
Sinding og Susan Ohrt, sum í hesum degum vitja Havnar Jazzfelag, spæla í
Vestmanna í kveld.
Hóskveldið og fríggjakveldið spæla tey í Jazzfelagnum.
Sigla kapp aftur í ár
Aftur í ár skipar Lions Club Eysturoy fyri kappsigling á Skála-
firði.
Kappsiglingin, sum er millum 4- og 5-mannafør, verður kom-
andi sunnudag. Byrjað verður á Hvítanesi kl. 14 og málið er í Oyr-
unum á Toftum. Loyva veðurgudarnir ikki, at startað verður á
Hvítanesi, verður siglt inni í sjálvum Skálafirðinum.
Í sambandi við kappsiglingina skipar Tofta ítróttarfelag fyri
ymiskum undirhaldi.
Tey, sum ætla sær at taka lut í kappsiglingini, mugu boða frá í
seinasta lagi í morgin, hósdagin, hjá Símun Rasmussen á
Strondum. Og hann hevur telefon nr. 47165
hålvan pris!
Nú skilji eg betur, hví tey selja hesi sjónvarpstólini fyri
Í NANNNNASNSNNANNNNASSNNAUASNANANSSARNSAKSAS
Óli í Áarstovu
á