Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 64 — 20. august 1980 húsateigurin v/ Bjarka Højgaard møbla- og innrættingarark. DMI Trappur Fyri at trappan kann vera góð at ganga á, bæði upp og niður, eigur lutfallið millum grund og stig (sí myndina) at vera í lagi Ein gomul handverkara- regla sigur, at lutfallið eig- ur at vera soleiðis, at 2 stig + 1 grund geva til- samans 63 cm. Av hesum síggja vit, at trappur, ið hava millum 17,5 og 18 cm stig og 26 til 28 cm grund eru góðar at ganga á Breiddin á trappuni hevur her eisini stóran týdning. Meðan trappur sum eru 70 ella 80 cm breiðar eru nóg so trongar, eru trappur uppá 90 ella 100 cm breidd góðar at flyta skáp, seng- ur og annað innbúgv imill- um hæddirnar Eisini trappu-skapið hevur her stóran týdning Beinar trappur eru góðar at ganga á og at flyta stórar lutir ímillum, men er hæddin ov heg, verður hon nakað drúgv at ganga á. Her kann man býta hana upp í partar við ein- um ella fleiri pallum ímill- um, tá verður hon lættari at ganga á. Ein bein trappa krevur tó nokk so nógv pláss, og tí sær man sum oftast kvartsving- trappur, hálvsving- trappur ella vindultrappur av ymiskum slagi, ið fylla minni. Kvartsving-trappan snarar 90” og hon kann gerast við antin palli ella »skeivum« trinum í horn- inum. Kvartsving-trappur við »skeivum« trinum eru ikki so góðar at ganga á, serstakliga niður eftir, sum tær, ið hava pall (repos). Tó krevur trappan Hálvsvingtrappa við pallinum meira pláss enn tann við teimum „skeivu< trinunum. Hálvsving-trappan (snarar 180%) og vindul- trappan (snarar 3607 og meira) krevja ikki so nógv pláss, men tær eru so har aftur ímóti ikki so góðar sum tær fyrrnevndu at flyta innbugv o.a. å, ser- stakliga um breiddin á teimum er í minna lagi. Tað er tí ikki ráðiligt bert at hava atgongd upp á loftshæddina bert við eini smalari vindultrappu, tí tá verður oftani torfert at fáa Í tí almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu stendur undir kapitul VI um >inn- rætting av husum« soljóðandi orðaljóð undir 5 5 um >Atgongdar- og trappuvidurskifti«: Hvør bustadur sær skal hava trappu ella beinleiðis atgongd út. Trappur, forsdyr og tílíkar atgongdir skulu vera í slíkum standi at fólk ótarnað og vandaleyst fáa nýtt tær. . Uttan byggivaldsins loyvi mugu ikki fleiri enn fýra sjålvstødug húski á hvørjari hædd hava atgongd til sama trappurúmið. . Trappur, forsdyr, svalir og tílíkar atgongd- ir skulu viðvíkjandi rásarúmi og hædd lúka hesar treytir: a. Í tvíbýlishúsum (her uppi í tvihåsum, raðhúsum, ketuhúsum og tílíkum h:s- um) við búrúmum í 2 hæddum skal rása- rúmið á trappuni millum hæddirnar vera í minsta lagi 80 cm, og rásarúmið á møguligari kjallaratrappu vera í minsta lagi 70 cm. Í einbýlishúsum skal rásarúmið millum hæddirnar vera í minsta lagi 90 cm. . lødrum sethúsum skal rásarúmið mill- um hæddirnar vera í minsta lagi 1 m. Forrúm úr trappurúmi og út skulu hava rásarúm, sum í minsta lagi er 1,2 m og hæddin innan skal vera í minsta lagi 2,2 m. . Uppi yvir trappum og trappupelium skal allan vegin vera í minsta lagi 2 m høgt frítt rúm. Undir kapitul VII um »Åsetingar og konstruk- tióna stendur undir 5 22 um »Uttandura trappur« soljóðandi: . Uttandura trappur, ið geva atgongd til meira enn eitt leigumál, skulu gerast úr gróti, betong, jarnsitum ella tílíkum. . Uttandura trappur til høvudsdyr skulu í minsta lagi hava 28 cm grund og aðrar utt- andura trappur minst 25 cm grund. Stigini mugu ikki verða gjørd við meira enn 18 cm Uttandura trappur skulu hava rimaverk i tann mun tað verður hildið neyðugt. Utt- andura kjallaratrappur skulu hava hand- lista á aðrari síðuni. Undir sama kapitli stendur undir 5 23 um »Innandura trappur« soljóðandi: 1. Trappur skul gerast við í mesta lagi 18 cm stigum og minst 25 cm grund. Eykatrapp- ur kunnu tó verða gjørdar við í mesta lagi 21 cm stigum og íkki minni grund enn stigi. Í húsum, ið hava 2 hæddir omaná kjallarahæddina, kunnu trappur verða gjørdar úr tilfari, ið brennur, við baksíðu, sum hevur klæðing av flokki 1. Í húsum við fleiri enn 2 hæddum omaná kjallarahæddina skulu trappurnar verða gjørdar úr betong ella ødrum elddyggum tilfari. Í einbýlishúsum (her uppi í tvíhúsum, rað- húsum, ketuhúsum o.t.) kunnu trappurnar verða gjørdar við upp til 21 cm stigum, og ikki minni grund enn stigi. Á trætrappum er verjan á baksíðuni ikki neyðug, tá ið trappan bara bindur 2 hæddir saman. . Allar trappur skulu á teimum beru síðun- um hava sterkt rimaverk, sum er í minsta lagi 80 cm mált upp frá trappuframsíðuni í trappupørtunum og í minsta lagi 90 cm høgt á trappupallunum. Loddrætt op i rimaverkinum mugu í mesta lagi vera 12 cm breið. Vatntætt op skulu gerast soleið- is, at børn eru tryggiliga vard. Framman- fyri vindeyga ella annað op, sum ikki er í minsta lagi 80 cm omanfyri trappur ella trappupallar, skal verða sett rimaverk ella onnur álítandi verja. . Viðvíkjandi trappum, ið eru ólíkar teimum omanfyri nevndu, kann byggivaldið í hverjum einstøkum føri herða krøvini ella lætta um tey. Kvartsvingtrappa sengur, kommodur og skáp upp igjøgnum. Byggisamtyktin sigur eisini, at tað skal vera frítt rúm uppá minst 2 m yvir trappum og trappupell- um. Hetta mát eigur at verða hildið, tí sjálvt um man sjálvur gongur fríur av kantinum omanfyri, so er tað har aftur ímóti oft- ani tverligt at bera lutir á bakinum igjøgnum trapp- ur, ið hava eina lægri hædd. Meðan trappurnar í teimum gomlu húsunum sum oftast vóru innbygd- ar í eitt trappurúm, við stoyttrinum og hurð fyri ein ella báðar endarnar, verður alt meiri vanligt at síggja trappur, ið eru fritt- standandi ella við bert ein- um parti uppat einum veggi. og við ongum stoyt- trinum. Fyrimunurin við Vindultrappa teimum fríttstandandi trappunum er, at tær eru lættar at reingera, tær eru dekorativar og tær kunnu flytast uttan alt ov nógv hóvasták. Fyrimunurin við teimum innbygdu trappunum er, at tær krevja ikki so nógv pláss og at tær verja betur ímóti gjósti og eldi millum hæddirnar. Hetta seinna, um tær eru klæddar á und- irsíðuni við eldskýggjandi evni. Tilfarið til trappurnar er sum oftast betong, træ, metali ella ein »blanding« av hesum evnum. Betong- trappurnar verða sum oft- ast nýttar sum úttrappur. Inni verða tær sum oftast nýttar sum trappur ímill- um kjallara- og stovu- hædd. Trinini á hesum trappunum verða sum oft- ast klædd við flísum úr = 4