mikudagur 20. august 1980síða 12
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Koltursbáturin hjá
Oddmari Joensen
í Kollafirði vann
kappsiglingina á
Skålafjørdinum
sunnudagin. Num-
mar tvey varð Bár-
an av Saltnesi og
nummar trý Teist-
in av Strondum. 16
bátar luttóku í sigl-
ingini og 14 komu
á mál.
Við tað, veðrið ikki var
til vildar, bleiv ikki, sum
ætlað, startað á Hvíta-
nesi, men á Lambareiði.
Málið var á Oyrunum á
Toftum og teinurin uml.
6 km. Fyrstu bátarnir
brúktu uml hálvan
tíma. Teir vóru rættiliga
javnir á mál, fýra báts-
longdir vóru millum
nummar eitt og tvey og
somuleiðis millum
nummar tvey og trý.
Báran hevði ein góðan
»endaspurt«. Hon vann
8 båtslongdir framå av
Saltnesi ut å Oyrarnar.
Triggir teir fyrstu båt-
arnir fingu steyp til ogn-
ar og vinnarin fekk eisini
ferðasteyp i varðveitslu
til næstu kappsigling.
Lions Club Eysturoy,
sum skipar fyri sigling-
Kollfirðingar vunnu
kappsiglingina
ini, hevur givið øll steyp-
ini.
Teir luttakandi bátar-
nir vóru flestir av Skála-
fjørøinum, men bátar
vóru eisini úr Kollafirði
og av Hvítanesi.
Tveir mans eru við
hverjum báti og teir
fingu sambært traditión-
ini kaffi og pannukekur,
tá siglingin var liðug.
Av tí veðrið var so 6-
lagaligt, tað oysregnaði,
gav tiltakið ikki so nógv
av sær hesaferð. Tað
komu inn um]. 9.000 kr.
brutto. Nettovinning-
urin fer til at fríðka um
náttúruna í Eystur-
oynni.
Atgongumerkini vóru
samstundis lutaseðlar.
Tveir vinningar vóru.
Ein ferð fyri tvey við
Smyrli til Skotlands fór
til Æðuvíkar. Men
mánakveldið hevði fram-
vegis ongin verið eftir
hinum vinninginum, ein-
ari 400 litra frystibox
fullari av feroyskum
mati. Nr. 13.419 vann
hana.
Mammurnar av-
smurdar —
í fótbólti
Í sambandi við kappsigl-
ingina skipaði Tofta
ítróttarfelag fyri fót-
bólti, kappróðri og ødr-
um undirhaldi. Dysturin
millum piltarnar hjá B68
og mammur teirra
endadi vid størsigri til
piltarnar, 16—6. I hålv-
leikinum var steðan
10—2. Hver hálvleikur
var 20 minuttir.
Dysturin millum 68
liðini hjá B68 og IF vann
B68 2—1.
Kappróðurin millum
fýramannafer við
dreingjum vann Svanur
av Skála. Tveir bátar
róðu. Hin var Ternan av
Toftum. Trý áttamanna-
fer róðu eisini. Har varð
úrslitið: 1. Oyndri, 2.
Smiðjubáturin av Skála
og 3. Getu-Tróndur,
mannadur við tofta-
monnum.
Fótbóltsvellurin á
Toftum bleiv eisini vigd-
ur sunnudagin. Formað-
urin í Tofta ítróttarfelag,
Haldor Gaardbo, og Karl
Johannesen, kommunu-
stýrislimur, hildu reður
og síðani sparkaði elsti
aktivi fótbóltsspælarin í
kommununi, tann 34 ára
gamli Jack Højgaard,
fyrsta bóltin á tí vígda
vellinum.
Tofta ítróttarfelag
fekk góðar 20.000 kr.
netto burturúr tiltøkun-
um sunnudagin. Pening-
urin fer til felagsarbeid-
ið.
hornið
Sambært Dimmu eru altíð russisk skip á Havnini, tá okk-
urt serligt er á vási her. Nú er KGB eisini komið hendaveg-
in, helst í sambandi vid 21. august-haldið í morgin...
Frá 21. augusthaldinum í 1978. Reyða kórið syngur
Mótmæla við røðum
og kórsangi
Aftur í ár verður skipað
fyri tiltøkum 21. august í
sambandi við, at henda
dag í 1968 gjørdu londini í
Warsawa-samgonguni við
Sovjetsamveldinum á
odda innrás í Tjekkoslova-
kíið.
Hetta er fjórða árið á
rað, at skipað verður fyri
tiltøkum henda dag í Før-
oyum. I år stila Oyggja-
frami Marx-Leninistar i
Føroyum og Kommunist-
iskir Utisetar i Danmark
fyri.
—F NNNNNNNSNSNASSNANSSASSNANSANSNANSNANSSSSNARNSNS
Byrjað verður við úti-
fundi í miðbýnum í Havn
beint eftir arbeiðstíð í
morgin. Tríggjar reður
verða hildnar. Ein er um
innrásina í Tjekkoslovaki-
ið og sovjettiskan uttan-
ríkispolitikk. Eisini verður
nomið við kappingina mill-
um USA og Sovjett um
valdið i heiminum og um
kriggsvandan, møgu-
leikan fyri einum tridja
heimsbardaga.
Onnur rødan verður um
politikkin hjá teimum báð-
um stórveldunum í Suður-
eystur-Asiu, um Vietnam
og innråsina i Kampuchea
og tann triðja verður ser-
liga um sovjettisku inn-
rásina í Afganistan.
Um kveldið verður so
fundur innandura. Har
verður givin ein frágreið-
ing um, hví dagurin verð-
ur hildin. Aftaná vísir
Heini Olsen ein film um
Afganistan og heldur fyri-
lestur um landið.
Reyða kórið syngur á
báðum fundunum.
SNNNNNSNNNNNANNANS
Óli í Áarstovu
NÁNNANASNSNNNSNSNSSSNAÓSSÓSSNARNSNANSSNSSSANANNANANNNS NNA NSNANANANANNRNA
yi
Á
Á
7
7
Tá
4
Á
á
4
Á
TÁ
4
Á
7
7 Á
ør
Á
á
74
"á
4
TÁ
,