Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Siålvsøgd rættindi Í TVEIR MÁNAÐIR hava nú arbeið- ararnir í pólsku eystursjóvarbýunum Gdansk og Gdynia verið í verkfalli, krevjandi tílík rættindi, sum vit her á landi meta grundleggjandi og natúr- lig. STØDAN GERST alsamt spentari fyri hvønn dag sum gongur, og spurt verður hvat fer at henda. Hvussu leingi vil Sovjetsamveldið eystanfyri góðtaka at pólsku arbeiðsmenninir loyva sær at ivast í dygdini í komm- unistiska paradísinum. Hvat sigur DDR vestanfyri, sum saman við hin- um eystanlondunum kann koma í búskaparligar trupulleikar við tað at Póland er ein ógvuliga týðandi liður innan eystur-europeiska búskaparliga felagsskapin Comecon. HESI VERKFØLL benda ikki bert á veikleikar í kommunistisku samfe- lagsskipanini á búskaparliga økinum, men eisini, og ikki minst, á tann polit- iska veikleika hjá einum og hverjum landi, sum kúgar tí frælsa orðinum — har tað ikki er loyvt at siga sína hugs- an um samfelagsskipanina. Har tað t.d. tykist óhugsandi at tingast verð- ur um viðurskiftini á arbeiðsplássin- um. Politisk val í einum tílíkum landi eru heldur einki annað enn sjónleik- ur. OG TAÐ ER tí ikki logið at einaferð flýtur yvir. Tílíkt er hent fyrr eystan- fyri, og tað er bert takka verið vápna- megi, at tílíkar forbeinaðar sam- felagsskipanir eru til. LÍTIÐ MUNAR hvat vit munnu halda hvussu leikur fer. Men lat okkum vóna við Willy Brandt tá hann sum formaður í Sosialistiska Internation- ala heitti á pólsku stjórnina um ikki at leggja uppí við harðskapi, men heldur ganga samráðingarleiðina, og leggur hann afturat: — Tað sum pólsku arbeiðararnir í dag stríðast fyri, er ikki annað enn teirra sjálv- søgdu rættindi. Tann nýklakti blaðstjórin SOSIALURIN Tað er ikki eiti á øllum ti góða, ið Martin Fjallstein — nýklakti blaðstjórin á borgarligu pressuni 14 Sept. — hevur at bjóða fólki. Sum hann sjálvur sigur, so hevur tjóðveldis- flokkurin, sum hevur fingið eyknevnið >rumbul- og øsingarflokkurin« barst fyri loysing i 34 år, tó uttan úrslit — tibetur. Men hver skal gjalda lær- aralenina hjá honum og eðrum danskt-løntum loysingarfólki, verður ikki tikið upp á tunguna, og tað av góðum grundum, tí so vóru fleiri rýmd úr reyðgardistaflokkinum. Tær umleið 300 mill. kr., sum vit fáa úr Danmark um árið, skulu leggjast á herðarnar á arbeiðsmonn- um, handverkarum, fiski- og útróðrarmonnum. Hetta er tað týdningar- miklasta, sum teir royna at dylja fyri fólki. Hetta er tað, teir ikki tora at siga. Sum øllum kunnugt, so betalir danski staturin um helvtina av okkara sosial- lóggávu. 5. okt. 1960 skrivaði systurblaðið hjá 14. Sept., »Dagbladid«, at fólkaflokkurin hevur á- sannað, at vit hava ikki ráð at gjalda hesa sosial- lóggávu. Og á tingi spurdi Knút Wang, sáli, Erlend Patursson, at um teir gingu við til hetta her, so bleiv ikki talan um loysing tey fyrstu 20—25 árini, men Erlendur svaraði, at tað tordu teir ikki. Jú, sanniliga — tey gomlu, sjúkuf, avlamnu, einkjur, foreldraleys bern og onnur, sum koma undir hesa lóg, skuldu ikki ofr- ast á loysingaraltarinum. Hetta er alt saman sann- leiki og nógv afturat um loysingarsteðuna hjá Er- lendi, Hákuni, Hilmari Kass og Adolfi, men alt hetta royna teir at dylja. Men so lætt skulu teir ikki sleppa. Feroya fólk, vaknið og brótið tykkum út úr loys- ingarstøduni, sum ný- klakti blaðstjórin roynir at múlabinda tykkum við Sambært Ova Mikkelsen mælti Finnbogi Isaksen til fyri nøkrum árum síð- ani at niðurleggja blað teirra 14. Sept. Var tað ringt tá, er tað traman verri nú. Tað skal eg geva Finnboga rætt í! Lesið Sosialin. Limur í javnaðarflokkinum Um hernað Tað verður monotont sum frá líður at lesa lestrarnar í Dagblaðnum. Eg keypi tað aldri meira og lesi tað sjáldan. Ein kann aldri líta á Dagblaðið. Dagblað- ið ynskir neutronbumbur framleiddar. Ja, tað ynsk- ir multiframleiðslu av multimorðvápnum. Tey, sum ynskja avvápnað, frið og demokrati, tey verða straks av Dagblaðnum Carty-stíli. Síðani verða morðvargarnir í Chile og apartheidrasistarnir í Suð- ur-Afrika og aðra staðni róstir. Lagsbrødur Óla hevdu verið fyri træla- haldi í dag, um tað var »profitabult«. Tví for ólukkan. Hví fór Frakland úr Nato? Var tað ikki tí, at ein njósnari avdúkaði og kunngjerdi, at UM russur- Europa við bakteriulog- iskum og kemiskum hern- aði? Hví skal Europa lata seg misnýta sum fríhald og bulvirki og kanónsteð hjá USA? Er USA tað vert, at Europa ofrar seg totalt fyri tað?? Nei, tað man ikki vera. Ei heldur Russland. Helvtin av luftflotum USA og Russlands eru neutron- og a-bumbum. Natostødin å Sornfelli er ein álvarslig hóttan móti øllum Føroyum. Nú er tað komið upp, at í Keflavík verða goymdar a-bumbur. Hvat vita vit um, hvat verður goymt í Mjerka- dali?? Har kann liggja all- ur fanansskapur. NATO má burtur sum skjótast. At útbyggja NATO í Fer- oyum MA ALS IKKI stemplað sum óndir in hertók Europa, so altíðá veingjum við fullari TALAN VERÐA UM!! kommunistar í besta Mc. skuldi USA avoyða last av kobolt-, brint-, Friðarfólk Kappsiglingi Aftur í ár varð skipað fyri skilag6dari sigling. Lágu bátarnir sunnan- kapping ímillum fýra- og kappsigling á Skálafjorð- inum. Tiltakið er at fegnast um, serstakliga fyri okkum eldru, sum hóast nútíðar trupulleikar her- við við takksemi verða at ásanna, at bettu livikorini nú hava megnað at gjørt áður mangan baldrutu siglingina við smábáti til veruliga siðvenjandi ítrótt, ístaðin fyri tátt í tí dagliga strevinum, sum áður. Áhugin fyri tiltakinum hevur verið góður og lut- tekan verið hareftir við, minnist meg rætt, upp í tríati bátsmanningum, sum hverjar í sínum lagi hava rigga seg til — í flestu førum ár eftir år, so hvert sum royndirnar gjørdust fleiri og soleiðis bett munandi um útgerð- ina; tað veri seg nýggj segl, tíðum í áður ósædd- um sniði, rakkum, húnum, hálsablokkum v.m.. Alt samalt royndir til ábetur av monnum við veruligum áhuga fyri hesi ítrótt og árligu siglingini á Skålafjørdinum. Hugaligt er tað ein fagr- an dag hjá okkum eldru soleiðis at kunna endur- liva eina av teimum fagr- astu summarmyndunum, hetta at sigla ella líta at Stevnuhaldið í Feroy- um er ikki so nýtt, sum mong okkara vilja vera við, einahelst tá vit ilskast um beistalevnadin, sum stundum sermerkir stevn- urnar nú á degum. Hóast hetta, so er aðaltátturin í stevnunum, hetta at fera saman fólk ymsa staðni frá til felags tiltøk, kapp- ingar og sámuliga dag- dvelju, alt ov virðismikið til at verða skotraður til viks av okkara illvilja til tað sindrið av ólevnað, sum ikki tykist at slepp- ast undan. Rætt so var andin í t.d. grindaferðum áður í tíðini. Grindaróðurin og sigling- in tyktust á mangan hátt at vera væl samskipað, og tað eygað, sum soleiðis skoðaði bátaherin sum eina heild, kundi mangan undrandi frøast um tey viðfeddu samstarvsevni, hesar manningar kundu sýna, um endamálið var eittanst. Gjerdist sigling- in long ella róðurin drúgv- ur og fongurin kanska óvissur, kundi hugurin stundum reika uttanum, eitt nú til teir einkultu bátarnar, seglforing, ára- lag og annað, sum hvert í sínum lagi rættuliga týðu- liga bóru boð um, hvaðani úr oyggjunum, teir vóru. eftir, teir hægru norðan- eftir, tey ofta nakað hægru og mjáaru seglini sunnaneftir og tey nakað breiðaru norðaneftir, fyri ikki at tala um árarnar sum týðuligasta frábrigd- ið, sum til dømis hjá suð- uroyingum við teirra longu og mjáu bleðum. Nakað av hesum var tað, sum fyrst vakti ans hjá mær, tá Lionsfelagið fyrstu ferð skipaði fyri hesi sigling. Fyrstu árini vóru seglini mest sum vit minnast tey frá okkara degum, hóast nakað sterri í mun til båtarnar. Kapping áleggur í øll- um førum teim luttakandi hugin til åbøtur, sum eitt nú seglunum hjá teimum siglandi. Skapið er megu- liga ikki altíð tað, vit hildu vera vakurt fyri eitt segl, men sum eygleiðari má á- sannast, at mong av teim- um nýggju roynast eins væl og frægari enn tey gomlu. Sum ein teirra, ið veru- liga hevur funnið frægd í og áhuga fyri frálíka Li- onstiltakinum, kann eg ikki bara mær við at vísa á Ojavnar, sum meguli reglugerð kundi bett nakað um, eitt nú hetta við bátastedd. Alment verður siglingin lýst sum fimmmannafer, men týðu- ligt er tað, at stórur partur av luttakandi bátunum standa lítið frægari mát enn trýbekkar og trisar. Taka vit fyramannaførini, ið innanstavna eitast at standa tjúgu føtur, so liggja hesi vanliga oman- fyri 620 cm, hetta alt eftir hverjir tummar, tað verið seg teir eldru ella teir nýggju donsku, ið nýttir verða til hesar tjúgu fet- urnar. Skal tað slakast við steddini, sum t.d. við at nýta enskar tummar, so liggja vit kortini við tjúgu fótum uppi á eini longd (innanstavna) uppá 609,6 cm. So mít tuppskot, steddini viðvíkjandi, vildi verið, at sett markið ímill- um 600 og 660 cm, hetta fyri ikki at forða teimum nakað smærru, sum higar- til so trúliga hava luttikið ár um ár. Annað er so tað, at plastikkbátarnir, sum eftir hvat eg havi hoyrt, ikki standa mát við nakað evarskalítið føroyskt fýra- mannafar, áttu at siglt í bólki fyri seg, um teir heilatikið skuldu luttikið. Fyrimúnir og vansar við vikavist tí sterra og lítla bátinum kunnu ivaleyst setast upp ímóti hverjum eðrum til tað óendaliga, Framhald á síðu 15 Em