Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 1980síða 15

‹ fyrra síða allar 15 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stórhending i føroyskari handilssøgu: 30 hand- ilstyritøk- ur lata Klokkan tvey i dag klippir Petur Christiansen, borg- meistari, teir tríggjar snórarnar við inngong- irnar til ta liðugt útbygdu Sølumidstødina av — og 30 handlar og aðrar tæn- astufyritøkur kunnu lata upp. Summir í nýggjum hølum, meðan aðrir lata upp fyri fyrstu ferð í SMS. Hóast dagurin man vera ein tann størsti í før- oysku handilssøguni, hava handilsfólk i SMS avgjørt ikki at gera nakað óvanligt hóvasták burtur úr upplatingini, men vilja tey heldur hava ein stillan og róligan dag, sum tikið verður til í SMS-blaðnum. Og tað hava tey óivað st Starvsfólkini i SMS hava havt úr at gjørt seinast tíðina og í góðveðrinum mánadagin bar væl til at hava vørurnar standandi uttanfyri, meðan hyllapláss varð funnið brúk fyri, tí seinastu tíð- ina hava tey flestu arbeitt dag sum nátt fyri at fáa alt liðugt til tíðina — og alt bendir á, at tað fer at eydnast í stóran mun. 18 nýggj leigumál Tilsamans eru 30 leigumál í Selumiðsteðini. Fyri út- byggingina vóru tey 12 í tali. Sostatt er talan um 18 nýggj leigumál. Hesi fevna líka frá banka og poshúsi til hand- il við silvur og gull prýð- islutum. Annars eru hand- lar av øllum slagi — klædnahandlar, foto-, radio-, musikk-, ítróttar- og målingahandlar. Harafturat kemur so matstoyan vid kafeteria og restauration, sum hev- ur fingid navnid Perlan, og ferðamannastovan, sum flogfelagið rekur. Nú SMS letur upp av nýggjum verða upp- og afturlatingartíðirnar broyttar nakað. Selumið- steðin letur nú upp kl. 7 á morgni og aftur kl. 23. Bæði kioskin og breyðsel- an lata upp kl. 7. Teir vanligu handlarnir hava opið somu tíðir sum áður. Hvussu nógv fólk fara at arbeið auppi í SMS er ikki heilt greitt, men tey fara at liggja millum 150 og 200. — Tak tað bara róligt — tú slerdi hann slett ikki kaldan, hann reyk bara niður í eitt av holunum! — Tá hann einaferð hevur sissað seg, sig honum so, at hann var off-side! Óli í Áarstovu Inter-kommunali re- novatiónsfelagsskapur- in sigur, at tá Havnin ikki vil koma uppí, kann hon hava ein lort! * Dagblaðið er nú farið frá revolvara-journal- istikki til kanón- journalistikk!