Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 1980síða 14

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

BA SOSIALURIN Síða 15 Tysdagin 16. september verdur ein vælkendur borgari í Havn, Einar Joensen, bókaforleggjari og prentsmiðjustjóri, 7 ár. Hann er ættaður úr Sumba, men búsettist sum ungur í Haunini, har hann í mong ár hevur rikið sjålvstødugt prent- aravirki, sum í dag við offset— og eðrum nútíð- ar, tekniskum arbeiðs- amboðum man vera eitt av teim mest framkomnu i Føroyum. Men har umframt hevur hann eisini seinnu árini havt egið bókaforlag, „Einars Forlag=. Tað var eitt stórt tiltak, Einar fór undir, tá ið hann fyrst í 1950“ unum byrjaði útgávuna av teimum elstu ting- bókum, ið eru til, frá 1615 til 1654, við stuðuli frá landsstýrinum og Dansk—Færøsk kultur- fond.å Dag um dag og kvøld eftir kvøld hevur Einar verið á landsbókasavnin- um og granskað og skrivað niður við hond innihaldið í hesum gomlu og seguvirðis- miklu skjelum, sum hann síðani lat prenta og gav út á forlagi sínum. Eisini onnur segulig skjal, teirra millum vár- tingbekurnar frá 1667 til 1690, hevur hann megn- að at varðveita fyri eftir- tíðina við at skriva inni- haldið niður og prenta tað. Sama er við Lucas Debesar >Færoæ et Færoa reserata« og >Forseg til en beskriv- else af Færøerne« (frá ár- inum 1800) eftir prestin- um Jergen Landt og »Erindringer fra en reise til Shetlands— og Orkenøerne og Skotland i sommeren 1839« sum Pløyen, hin væl dåmdi amtmapurin, lat úr hondum. Hetta er bert ein part- ur av ti tilfar, Einar Joensen við stórum áræði hevur granskað, prentað og útgivið; nógvar av yrkingunum hjá bróðrinum, Pól F. Joensen, eru útgivnar á Einars forlagi. Teir hava ofta brúk fyri Einari í útvarpinum, har vit hoyra kraftmiklu redd hansara. Tað sigur seg sjálut, at tað hevur kraut bæði tid og pening at fara undir tiltøk Einars á landsbókasaun- inum, ið eru av størsta seguliga týdningi — men eyðkent er fyri Einar, at hann ongantið hevur aftrað seg at avrika hetta mødsama arbeidi, tingbøkurnar, t.d, eru allar avskriv- aðar við hong og síðani prentaðar og utgivnar. Innan feroyska prentlist hevur Einar alt- ið verið ein undangongu- maður, og á fødingar- degnum senda bæði starvsfelagar innan prentvirksemi og innan bóka— og skjalagransk- ingararbeiði hesum mentamanni hjartaligu lukkuynskingar. Stjórnarskifti Tryggvi Sondum Tann 9 í hesum fór stjórnarskifti fram í skótafylkinum Sigmund Brestissonar og Tóru Sigmundsdóttir. Lars Jespersen, ið hevur sitið sum fylkis- stjóri í góð sjey ár, ynskti at verða loystur úr starvinum, orsaka av, at hann hevur fleiri aðrar uppgávur innan skóta- arbeiðið at rekja. Hann verður sitandi sum skótaovasti fyri Feroya Skótasambandi, eins og hann rekir starvið sum altjóðaskrivari fyri Meginfelag Føroysku Dreingjaskóta. Til nýggjan fylkisstj- óra varð valdur Tryggvi Sondum, ið seinastu trý árini hevur virkað sum annar fylkishjálparin. Tryggvi kom uppí skóta- rørsluna í 1944, og helt í fyrstu syftu fram til 1957, og heuði hann í eitt áramál leiðarastarv innan liðið. Tá ið Santa Jerunds Gildið varð stovnað í 1969 kom Tryggvi at fáa samband við skótaliðið av nýggj- um, og kom í 1976 beinl- eiðis uppí skótaarbeiði. Til hjálparar hevur fylkisstjórin valt sær Snæbjørn í Dali og eisini „ Torkil Sorensen. peer ——————————— Vegna sjúku hava vit ikki úrslitið av tipp- ingini fyri seinasta vikuskiftið fyrr enn nú. Betur seint enn ongantíð. Tað var eingin, sum hevði 12 rett, eiheldur nakar, sum hevði 11, men ikki færri enn fýra, sum høvdu 10 rett. Men tann eini av hesum fýra var ógildugur, ti hann var bert útfyltur við krossum. Tað vil siga, at tað vera tríggir um at býta vinningin, sum fyri 10 rett hesaferð er 600,— kr. Teir tríggir eru allir úr Havn, meðan tann ógildugi er úr Fuglafirði. Vit vóru hesaferð noyddir til at gera lutakast av tveimum dystum. Tað var fyrst dysturin í unglingadeildini millum HB og VB. VB tók seg úr kappingini fyri 14 degum síðani. Dysturin í 3. deild millum B71 og LÍF varð ikki leiktur, tí at dómarin ikki metti. Um tippað verður. at heimaliðið (fyrst nevnda liðið) vinnur, skal setast eitt 1-tal í raðið undir >1<. Um tippað verður javnleikur, skal sitt X setast í raðið undir »X«. Um tippað verður, at útiliðið (aftara liðið) sigrar. skal setast eitt 2-tal í raðið undir »2«. Bert eitt tekin kann setast út fyri hvønn dystin. Um tekin verða sett í skeivt rað, er seðilin ógildigur Setast skulu bert 1-tøl í >1-raðiða, bert X í »X-radid« og 2-tøl í »2-radid«. Bæði tipsrødini mega vera sins útfylt. Raðið til høgru er eftiransingarrað tygara, soleiðis at tygum síggja. hvussu innsenda raðið varð útfylt. Tippingarseðilin verður at senda til: sosialin, postrum 76. 3800 Tórshavn, og skal hann vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin áðrenn leikdagarnar Navn Bustadur siF—ki Sumba—B36 3.d. Skála-LÍF 3.deild B71—B68 3.deild Sjónvarpsfelagið Leygardagur 13. septembur Kl. 15,00 Speedway WM-finala Samandråttur av Speedway finaluni, sum før fram å Nya Ullevi stadion i Goteborg Kl. 16,00 Nevaleikur Dysturin stendur millum Uganda-nevaleikaran Ayub Kalule og Bushy Bester ur Suðurafrika. Hetta er fjórðu ferð at Kalule skal verja heims- meistaraheitið sítt í lættari millumvekt Kl. 17,14 Lidugt. Kl. 19,30 Muppet Show. Gestur i Muppet Show i kvøld er australska sjon- leikarakvinnan Anne Murray Kl. 19,57 Harur i Finnlandi. Snjóharan er hvít um veturin og brún um veturin. Í Finnlandi eru bæði vanligar harur og snjóharur Kl. 20,22Dirch Passer. Kl. 21.20 Seinastu år Roosevelts — seinri partur Triggir kendir politikarar eru høvudsleikarar i hesum seinra parti av hesi amerikansku sjon- varpssending. Teir eru Roosevelt. Stalin og Churchill. Veikur og sjúkur fer Roosevelt til Jalta at hitta Stalin og Churchill, sum ikki eru samdir við Roosevelt um hansara metan av hvat seinri heimsbardagi skal enda við Kl. 22,37 Rebecca 3 (4) Kl. 23,27 Liðugt. Sunnudagur 14. septembur Kl. 15,00 Guðstænasta av Argjum. Kl. 16,00 Um dans. Seinasta av seks sendingum Kl. 17,05 Liðugt. Kl. 19,00 Spælistovan. — Um Grønland. Kl. 19,26 Gallakonsert ur Wien. Tað eru i ár liðin 100 år síðani Jaques Offenbach doyði og eisini 100 ár síðani Robert Stoltz var bor- in í heim. Wienar Symfonikararnir spæla í kveld verk av teimum báðum. — Av Offenbach hoyra vit M.a. Overturuna til »Vøkru Helenu«. Av verkum hjå Stoltz hoyra vit m.a. »Du solst der Kaiser meiner Sehle sein« Kl. 20,27 Koumen — hirðfólk i Sahara. Kl. 20,21 Hvør er hin rætti? Kl. 22,04 Ráðandi kongsevnið 3 (8) Kl. 22,58 Andakt. Kl. 23,03 Lidugt. Tysdagur 16. septembur Kl. 19,30 Barna Bio. — Ymsir barnafilmir Kl. 19,55 Nasisman og listin 2 Nasisman hevði fyri neyðini at finna ymsar »syndabukkar«, til at fremja egnu mál síni. Vit siggja hvussu tað eydnaðist teimum at kasta hat- ur á jødar. Jedar vera sammettir við rottur, sum nerast um allan heimin. Hetta skuldi hjálpa Hitler í at gera av við allar jedar Kl. 20.21 Visukvøld við Poul Dissing Kl. 20,57 TV-aktuelt — Bøje Nielsen Kl. 21,45 Glashúsið. Tyskur filmur. Ikki fyri børn Filmurin er frå 1977 og byggir å justitsmorå Verkfrødingurin Philip Braun sat i fangatippi i fimm år fyri nakað hann var ósekur í Kl. 23,14 Lidugt