mikudagur 24. september 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Føroyameistaraheitid i unglingadeildini
Meistaraheitið fyri
fyrstu ferð
til Suðuroyar
Fyri fyrstu ferð síðani unglingadeildin varð
sett á stovn, hevur tað eydnast TB, at vinna
meistaraheitið í hesi deild
Síðani unglinga-
deildin varð sett á
stovn í 1967, er tað
ikki fyrrenn í ár
eydnast einum av
liðunum í Suðuroy,
at vinna meistara-
heitið.
Higartil hevur HB vunnið
meistaraheitið seks ferðir,
KÍ tríggjar ferðir, GÍ tvær
ferðir og ÍF og B36 hver
sína ferð.
Men í ár var tað ung-
lingaliðið hjá TB, ið varð
fremsta liðið í landskapp-
ingini.
Liðið hevur leikt 14
dystir og vunnið allar, og
hava teir sostatt vunnið
meistaraheitið við fullum
stigatalið, nevnliga 28
stigum. Tað skal tó við-
merkjast, at triggir av
hesur sigrum vórðu
vunnir uttan dyst, tá mót-
stoðuliðið ikki metti til
ásettu dystirnar.
Liðið hevur í hesum
kappingarári vunnið yvir
60 mál, meðan teir bert
hava tapt fimm, so tað
skilst at meistaraheitið er
uppiborið og at hini liðini
ikki hava megnað at gjert
stóra mótsteðu móti TB-
unglingunum.
Seinasta dystin í hesum
kappingarárinum skuldi
TB-unglingarnir leika
sunnumorgunin móti NSÍ,
men tá ikki bart NSÍ til at
mannað lið, varð hesin av
ongum, og varð handanin
av landskappingarsteyp-
inum og skreytbleðum tí
útsett til seinnapartin.
SOSIALURIN
Landskappingarsteypið
og skreytblødini til hvønn
einstakan leikara vórðu i-
staðin handaði í hálvleiks-
steðginum í dystinum í 1.
deild millum TB og GÍ, og
nýttu unglingarnir tá hevi
at renna heiðurs- og
sigursrundu kring vellin á
Sevmýru, har væl av fólki
var samankomi.
Ikki kann sigast annað,
enn at TB onga orsek
hevur at óttast fyri úrslit-
unum hjá eldru deildunum
komandi leikárini, tí skill
igt er, at nýggir evnagóðir
ungir leikarar eru fleiri
innan felagið.
SOSIALURIN vil
ynskja TB-unglingunum
tillukku við uppiborna
meistaraheitið teirra.
8
GÍ-piltarnir
foroyameistarar 1980
Á myndini síggjast: John Petersen,
Anton Skoradal, Jóan Petur Olsen,
Erland Tverfoss. Jákup Andreas
Joensen, Alvi Justinussen, Gunnar
Olsen, Hjalti Dalheim, Eli Hansen,
Magni Jarnskor, Petur S. Holm,
Rúni Justinussen Tummas
Petersen, Sofus Gregersen, Per Dal-
heim og Davis Dalbe
HB-dreingirnir
foroyameistarar
1980
Vit hava tíverri ikki fingið nevnini í leikarunum.