mikudagur 1. oktober 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Spælireglur
Bingospælið varir í umleið 8 vikur. Í hverjum blaði
kunngera vit nøkur tel. Klippið tey telini út, ið svara
til tína plåtu, og goymið tey. Um tú fær oll 15 tølini,
ið eru á tínari plátu, hevur tú BINGÓ, og tú hevur
vunnið. Telini skulu ikki límast á plátuna, men bert
sendast saman við plátuni til okkara í innskrivaðum
brævbjålva. Minnist til at skriva BINGO uttan á
brævbjålvan.
Um tú ikki fært BINGO, men í minsta lagi 10 tal,
sum svara til tey á plátuni, ert tú við í lutakastinum
um hevuðsvinningarnar. Eisini í hesum førinum
leggur tú telini saman við plátuni í ein brævbjálva og
sendir hann til okkara. Í hesum førinum skal bræt
bjálvin merkjast >10 ROTT
Koyrið bert EINA plátu í hvønn brævbjålvan, av ti
at vit ikki lata hann upp áðrenn drigið verður um
hevuðsvinningarnar. Nøvnini á ollum vinnarunum
verða kunngjørd í SOSIALINUM
Høvuds-
vinningar:
I. Kalkhoff
sukkla v/5 gear-
ohn
um frå Fa.
W. Thomsen
2. Mixari
frå Elektrolux
3. Radio
við bandspælara
frå LM-handlinum
Bingo-
viInningarnir:
1. Lummaroknarar frå
Nýggja Bókhandli
2.8 mm spælifilmar
frá Fotobúðini
3. Blað- og skuffu-
kasettir frá
Nýggja Bókhandli
4. Góðgæti frá
Horninum (SMS)
5. Bókapakkar frá
Nýggja Békhandli
6. Kaffi frá
Petur Nolsøe (1 kg.)
Tvær ferðir um vikuna senda vit útvið 200 Sosialar av
landinum. Meginparturin av hesum blødum fara til lesandi
føroyingar í Danmark og stovnar, sum hava tilknyti til
Føroyar.
Blødini fara vid flogfari sama dag, tey koma ut. Vanliga fær
móttakarin í Keypmannahavn, Århus, Oslo ella hvar hann er
SOSIALIN dagin eftir ella annan dagin eftir útkomuna !
Vit ivast ikki í, at tað eru mangir útisetar, sum kundu hugsa
sær at fingið SOSIALIN sendandi, soleiðis at eisini teir á
hendan hátt kundu fingið nýggj tíðindi heimanífrá.
Lat hetta vera okkara áheitan á foreldur og onnur sum hava
onkran av »teirra« í útlondum. Teknið tey sum haldarar av
SOSIALINUM. Hetta gerst fyri 90 krónur um fjórðingsárið. Tá
er luftpostgjaldið íroknað.
Senda tygum tekningarlepan til okkara beinanvegin fær
viðkomandi SOSIALIN ókeypis til 1. oktobur.
Vit skulu eisini leggja efturat, at møguleiki er fyri at tey,
sum eru í Føroyum gjalda fyri hann ella hana, sum fær blaðið.
p i #| Í 'å ,
| Í | Y
I Opostad
| SOSTALURIN
|
Rokning skal sendast til |
5 7 |
Postbox 76
= 7 — g - 3800 Torshavn
.
Kannað posthúsinum
—
—
s* tt
bit
#1)
MARIN
Merkisverd konsert í kvold
Foroyskar og japanskar
yrkingar og løg hjá Holmboe
J. H. O. Djurhuus, Jaka-
mosji, William Heinesen,
Jorikito, T. N. Djurhuus,
Komasji, Chr. Matras,
Fukayabu.
Summi av hesum nøvn-
unum kenna allir føroying-
ar. Hini kenna neyvan
nógv her i okkara leiðum.
Tað eru nevnini á japansk-
um yrkjarum.
Tað, sum okkara yrkjar-
ar hava felags við teir
hinumegin knettin er, at
danska tónaskaldið Vagn
Holmboe hevur gjert leg
til yrkingarnar hjá
teimum.
Hesi leg vera at hoyra á
heiðurskonsertini í
Læraraskulahøllini í kveld
kl. 19,30. Vagn Holmboe
Vagn Holmboe
er komin til
Foroya í sam-
bandi við heið-
urskonsertina,
sum verður í
kvold
fylti 70 í fjør og tað er
Havnarkórið, sum vil
heiðra hann við hesi kons-
ertini. Umframt Havnar-
kórið undir leiðslu av
Ólavi Hátún luttaka Bodil
Christiansen, sopransolo,
sum syngur teir japansku
>Moya< sangirnar, Eva
Meile hevur klaverfyri-
spælið, og Henrik Svitzer
spælir solosonatu fyri
floytu.
Hetta er ein merkisverd
konsert, sum her er fingin
í lag. Konsertin endar við,
at Havnarkórið syngur
brot úr Sigmundskvæði
yngra, sum Vagn Holm-
boe hevur kórsett.
Um tónaskaldið
Ólavur Hátún hevur
skrivað nekur orð um
Vagn Holmboe, sum vit
prenta her:
»VAGN HOLMBOE er føddur
Framhald á síðu 5
Fleiri og fleiri
áhuga fyri gassi
— Vit fingu nógvar fyri-
spurningar å Handils-
stevnuni. Nógv fleiri enn
vit høvdu roknað við.
Eftirspurningurin er nú
vorðin so stórur, at okkurt
mátti gerast.
Tað er stjórin í P/f Fer-
oya Gassselu, Finn Mor-
tensen, sum sigur hetta.
Feroya Gasssela lat mána-
dagin upp nýggjan handil
í Kongagetu 4 í Havn. Í
handlinum fáast øll
gasstól.
Ahugin fyri gassi er
steðugt vaksandi, nú olju-
prísirnir er vorðnir so
hegir. Gassið er bíligt,
sigur Finn Mortensen.
Umroknað til streym kost-
ar tað 42 oyru fyri kilo-
watt. Gass kann brúkast
til at hita við, til matgerð,
ljós og til at hita vatn við.
Tað kann eisini brúkast til
bilar. Føroya Gasssela
hevur nú selt 14 bilgass-
anlegg.
Nýggja Kosan handils-
helið í Kongagetu er opið
kl. 10—12 og 14—17,30.
Leygardag er opið 10—12.