mikudagur 1. oktober 1980síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
NSÍ—B68 0—3(0—2):
Spælið nógv -
tarnað av vindinum '
Spælið í »lokaluppgeråini« millum NSÍ og B68
varð nógv tarnað av vindi
Nógvur vindur lá
fram eftir vellinum
í Rúnavík, tá NSI
og B68 mettust í
seinasta dysti
teirra í 2. deild í
hvussu er í eitt ár.
Í veruleikanum hevdu lið-
B68 flytur upp í 1. deild
ini lítið at leika um. B68
hevði longu frammanund-
an tryggjað sær pláss í 1.
deild komandi kappingar-
ár og NSÍ lá trygt í ovara
endanum og kundi hverki
flyta niður ella ekja mun-
andi um steðu teirra í
deildini
Men er tað nakar
dystur, ið hesi liðini bæði
vilja vinna, so er tað júst
hesin.
Longu frá byrjan skilt-
ist at NSÍ — ið stríddist
við skaddar leikarar ; bæði
Napoleon Justinussen og
venjarin Sverri Jacobsen
eru so illa skaddir, at ikki
ber teimum til at leika —
byrjaði væl betur enn
toftamenn, hóast hesir
leiktu undan nógva vind-
inum.
Hóast NSÍ royndi at fáa
leikin at ganga eydnaðist
hverki teimum ella B68 at
fáa veruligan fótbóltsleik í
lag og sum leikurin leið,
vann B68 sær yvirvág í
leiki og tá farið varð til
hálvleikssteðg var B68 á
odda við tveimum málum
SOSIALURIN
B68-leikararnir koyrdu runt Toftabygd i lastbili
móti ongum. Målini vóru
skotin av Aksel Højgaard
og Odmar Færø
- Eisini i seinna hålvleiki,
tå NSI leikti undan vind-
inum, gekk sera striltið at
fáa rættuligt spæl í gongd.
Bólturin mátti haldast
niðri á vellinum um vind-
urin ikki skuldi taka hann,
men tíverri eydnaðist
hetta so langt frá.
B68 royndist tó betur
hendan hálvleikin og eyd-
naðist tað teimum at fáa
eitt mál afturat móti end-
anum av dystinum
Brotsspark varð demt
tå B68-álopsleikari
feldur inni í brotsteiginum
varð
tá hann var á veg móti
opnum málið B 68-
málverjin, Kjartan Nesá
skjeyt brotssparkið og
settið hann trygt bóltin
í netið framvið NSI-mál
verja, Bent Jákup Høj
gaard, til endaligu
steðuna 3 sigur t
B 68
SOSIALURIN ynskir
B68 tillukku vid uppi-
bornu uppflytingini til
deild, sum teir nú hava
stríðst fyri í fleiri ár
Hava vunnið meistara-
heitið seks ferðir
Síðani landskappingin byrjaði í 1942 hevur
TB vunnið seks meistaraheitið í meistara-
deildina/1. deild og eru trý av hesum vunn-
in seinastu fimm árini
Fyrstu ferð rættu-
lig landskapping í
fótbólti varð leikt
var í 1942.
TB varð stovnað 13. mei
1892, meðan næstu felog-
ini vórðu stovnaði í 1904,
men ikki fyrrenn í 1939
var veruligt ítróttarsamb-
and sett á stovn, og til
hetta Ítróttarsamband
ISF) í 1942 fekk lands
kapping í lag, vóru kapp-
ingarnar, ið felegini leiktu
lands- og steypingarkapp-
ingar, ið felegini sjálvi
skipaðu fyri.
Síðan landskappingin
byrjaði hevur tað eydnast
TB at vinna seks meist-
araheitið í meistaradeild-
ini/1. deild.
Fyrsta meistaraheitið
varð vunnið í 1943, næsta
í 1949 og triðja í 1951
Nú kom langur steðgur í
og TB kom niður í ein leik-
ligan aldudal í sekstiárin-
um og ikki fyrrenn í
byrjanini og miðjuni av
sjeytiárunum byrjaði at
ganga fram á aftur.
Yngru deildirnar — pilt-
ar, smádreingir og dreing-
ir, vunnu fleiri meistara-
heitir og tá hesir leikarar
komu á 1. deildarlidid,
kom verulig gongd í aftur
Í 1976 og 1977 vann TB
foroyameistaraheitið, með-
an felagið næstu tvey ár-
ini varð nummar tvey
aftaná ávikavist HB og
ÍF, men í ár — kappingar-
ári 1980 — eydnaðist so
aftur at bjarga meistara-
heitinum til Tveroyrar —
fimm stig frammanfyri
næsta liðið við málúrteku,
ið neyvan er sædd betur í
deild, nevnliga
HHA—mM
Meistararnir
funnir
Landskappingin 1980
í fótbólti er lokin.
Síðani kappingin
byrjaði fyri umleið
Fi månadum
nevnliga 19
eru um 900
leiktir og eru
allir vinnararnir
føroyameistararn-
í ymsu, deildunum
Í eldru deildunum
ar longu tvey ella
try umfer
undan
bólkum og
rarnir og
meistararnir har
funnir við finaludyst-
Ymsu vinnararnir
og meistararnir og
niðurflytarar = vórðu
hesir:
1. deild:
Feroyameistari TB
Nidurflytari MB
2. deild:
Vinnari
Nidurflytari
3. deild:
Vinnari LIF
Nidurflytari KI
. deild:
Vinnari VB
i3 vann finaluna
móti HB
Unglingadeildin:
Feroyameistari TB
Dreingjadeildin:
Feroyameistari HB
ið vann finaluna
móti VB.
Smådreingjadeildin :
Føroyameistari KI,
ið vann finaluna
móti NSI
Piltadeildin:
Feroyameistari GÍ,
ið vann finaluna
móti VB
B68
HB