Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1980síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ingveldur Hjaltested og Jónina Gísladóttir í Fuglafirði: Sum at hoyra eina litla operu Aftur fekst tú hevi at hoyra eina konsert, sum borin varð fram av fremm- andum listafólki. Og eisini hesaferð var tað Konsert- felagið, ið bar so í bandi, at fáa hesar frægu íslends- ku »stelpurnar«: Ingvel- dur Hjaltested, sopran, og Jéninu Gisladéttir pianist, til bygdina 60 fólk vóru samankomin at lurta eftir framúr góðum sangi og fylgispæli, og spell er, at ikki fleiri leggja frá landi tá ið tílíkar letur bjóðast Í mun til tað fólk, ið hyggur at fótbólti, var hetta lítið. Men prosentvís mundi hetta nógv og tað fólk, ið vitjar tílíkar konsertir í útlond- um — kanska eitt »dism« meir Umi vera eins Umseta kenslurnar Mong eru tey her á landi, ið dáma sang og dyrka hesa grein bæði tíðliga og síðla. Alt gott um tað. Men tað, sum undrast verður á, er, hví fólk, ið eru sangglað — ið syngja dagliga fyri eðrum, ikki meta upp og lurta eftir eini sangkvinnu, sum hevur fleiri áramál aftan bak sum operasangarinna og hartil eisini eina drúgva sangútbúgving Tilfarið, ið er lagt í tílíkt menniskja, er fjølbroytt musikalskt talent, góð redd, gott minni, sjónleik- araevni o.s.frv. Alt hetta er lagt niður í eitt fólk, og tú fært eisini at síggja og uppliva at so er, tá ið slík listafólk trína á pallin og umseta kenslurnar við reddini, varrunum, eygun- um, andlitinum sínari heild og ikki at gloyma kroppin, ið andar av inten- siviteti, resonansi og rerir seg í sterri og smærri rerslum. Alt hetta er upp- bygt av einari venjing. ið ikki hevur verið tilvildar- lig, men í sannfering um, at tað at syngja rætt og tolka tað, sum sungið verður, krevur dygd, ein góðan etiskan og estetisk- an vilja fyri at kunna framelska tað duldarfulla, sum er lagt niður í eina- hverja líst. Í hesum fer- inum er tað sanglistin, ið hugsað verður um. Stórbær og dramatisk Hóast Ingveldur Hjalte- sted var einsamøll á palli hetta kveld, tóktisk tað, sum ein lítil opera varð framferd. Kynstrug sam- ansjóðaði hon áhoyrarnar og seg sjálva — saman við pianistinum sjálvandi — til ein dialog, sum ringt er at greiða frá, men sagt við fáum orðum: sum bert listafólk kunnu framm- ana. Um skotið verður rætt, so er rødd hennara ikki lyrisk, men haraftur- ímóti stórbær og dramat- isk, um sagt kann vera soleiðis. Seinna helvt av skránni gekk munandi betur enn tann fyrra. Rúmið var heldur kaldligt, og ikki er hetta tað besta fyri redd- ina. Men hon yvirvann henda trupulleika og tað má sigast, at hon var sera tekkilig, tá ið hon sang operalegini eftir Puccini Ei dáni í, at áhoyrararnir livdu við í streyminum, bæði frá klaverinum og henni. Kann tað ikki hugs- ast, at hon merkti hesa ósjónligu kontakt? Ver vísur í ti. Gott »samstarv« var millum hana og áhoyr- arnar — ein góður dialog- ur. Hetta var eisini orsak- að av einum góðum, musikalskum væl saman- settum klaverfylgispæli av Jóninu Gísladóttir, ið bygdi væl upp undir song- legini. Gott samstarv var eisini teirra millum. Livst so spyrst Hetta var ein góð og frålik konsert. Og betri hevði hon óivað verið, um fleiri fólk hevdu vitjað hana. fr | — Men ikki kann meira ger- ast, enn at bjóða tónleika- fólki henda vegin og lýsa konsertirnar í útvarpi og blødum. Meguliga fer ansurin fyri tílíkum tón- leiki at mennast í framtíð- ini, tí ikki verður so lítið í dag gjørt við sang og tónleik í skúlunum. Og on- kuntíð fer tann skúlanæm- ingur, sum í dag eigur eina blokkfloytu, at verða trúgvur áhoyrari. Tað ér vón til. Meguleik- arnir eru nógvir — livst so spyrst. Frits Johannesen Ein byarmynd hvervur. Baldursbrá handilin. har mangur havnarborgari hevur keypt morgunbreyð, er ikki longur. Hann stongdi í vikuni langar og na Simonsen er. Hann sonur Ands E g Joensen ( TI IC IC SS SS SS SS SES SS SES SS SS SS SS SS 96 36; EXNARNRÁRNARRI Kanningar u ættargranskarar nú komnir fram til hver hin áður ókendi Preben — Hann er múrari! Pauli Ævlesen Óli í Áarstovu í Fi | # Í staðin fyri at døma handilskvinnuna Í Vestmanna, sum hevur ; selt sevdamedisin, fer ákæruvaldið at krevja ; at landsstýrismaðurin, sum hevur givið loyvið skal eta alt seyðamedi- NN ———