Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 1980síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Framdu herverk i viðalundini í Havn: Ætlaðu ikki at eta svanan — men drópu hann tí hann var særdur og píntist Í summar framdu trigg- ir menn herverk í viða- lundini í Havn og drópu ein av svanunum. Mikumorgunin var for- kanning í Dómhúsun- um. Tveir av teimum skuldsettu vórðu yvir- hoyrdir. Tann triði, ið siglir úti, metti ikki upp. Hann hevur annars undir politiyvir- hovringunum sagt, at hann hevur einki havt vid herverkid og svana- drápið at gera. Teir tríggir eru skuld- settir sambært nakrar greinar í revsilógini og veiðilógina. Skuldset- ingarnar umfata groft herverk, djórapínslu og ólógliga veiðu eftir totalfriðaðum fugli. Teir tríggir skuldsettu hevdu mett hverjum eðrum niðri við Meinig- heitshúsið á midnátt. Hetta var tann 20. mai í ár. Teir hevdu fingið eitt sindur í hevdið og fóru nú nidan gjøgnum býin, leig- aðu ein bil og niðan í Gundadal at keypa soda- vatn úr eini automat. Nú var ætlanin at fara heim til ein teirra — veðrið var av tí besta, og tí avgjørdu teir at spáka sær gjøgnum viðalundina. Tað var her, at herverk- ið varð framt. Teir kastaðu fyrst ein bonk út í tí stóru tjernina — tað var tå, at ein av teimum trim- um datt út í og varð igjøgnum. Higani varð nú farið oman í til ta lítlu tjørnina, har tveir svanar hildu til. Ætlaðu at fanga eina dunnu — Upprunaliga høvdu vit ætlad at fanga eina dunnu, men tær vóru so ringar at fáa fatur á, segði ein av monnunum undir forhoyr- inum. Hann greiddi frá, at teir kastaðu grót eftir svanunum — ikki fyri at raka teir, men fyri at reka teir upp í ein krók. — Eg veit ikki, hvat ætlanin var við hesum, segði hesin sami undir for- hoyrinum — og tá hann varð spurdur, »um teir hevdu tosað um svana- steik<, svaraði hann, at tað hevdu teir ikki. Svanin særdist Tað var meðan teir róku svanirnar upp í ein krók, at ein av svanunum varð raktur í annan vongin og særdist av hesum. Teir tríggir fóru so heim til ein teirra m.a. fyri at skifta í turr klæði. Nú varð tosað um, at teir kundu ikki lata svanan liggja har og pínast. Teir máttu heldur gera av við hann. Hin svanin vardi tann særda Aftaná at hava drukkið eina fløsku av portvin og nakað av whisky fóru teir tríggir so aftur í viðalund- ina. Við sær hevdu teir hvessaðar kvívar. Tað var ringt at fáa fatur á tí særda svananum m.a. tí, at hin svanin royndi at verja hann. Ein av teimum skuld- settu leyp nú út í tjørnina og fekk at enda fatur á svananum, sum hann kipti og skarð hevdið av. Hevdið lótu teir liggja eftir í viðalundini, men svanan tóku teir við sær heim aftur. Nú varð tosað um, hvussu teir skuldu sleppa sær av við svanan. Ein teirra helt fyri, at teir kundu eta hann. Etariid ein lygusega Teir skrædlaðu síðani svanan. — Eg át einki, ti kjøtid var oetiligt, segði tann eini undir forhoyrin- um og legði aftrat, at ætl- anin als ikki hevði verið at eta hann. Hin, sum varð avhoyrdur, segði, at etarí- ið var ein lygusega. så BYGGIKRAM Hin svenski køkurin #1 Star Køkurin Bad-&klædnaskåp Tað er sjáldan, ein fær tað besta, tå ein keypir tað bíligasta. MEN CL) Star uevur ssorT TAÐ OMØGULIGA MØGULIGT js —— —"— —|— - — TS: -{VY od ATH romm me < hen—/ - Orsakað av svenskum snildi, know-how og effektiviteti kunnu vit nú selja ein av bestu køkunum á marknaðinum fyri ein pris, sum liggur langt niðanfyri, hvat nakar annar kann bjóða. Komið inn á gólvið og gerist sannførd Vit hava STAR køkar, bað og klædnaskáp á goymslu. Keypið nýggjan køk i dag — vit seta hann upp í morgin Uppi á Hálsi. Tlf. 1 1250 Havnar + 7';> Timburhandil BYGGITILFAR Síða 3 Í Í Í i 3 fø wW svara < Skulu vit hava kelduskatt í Fer- oyum? Herman Lindberg: Tað haldi eg. So fáa kommunurnar skatt- in inn beinanvegin, og so sleppa vit eisini undan teimum stóru skattaeftir- steðunum. Poula Poulsen: Ja, tí so veit ein, hvat ein hevur av pengum, tá ein fær løn. Ein sleppur eisini frá at hugsa um, hvat ein fær í skatt árið eftir Kári á Lofti: Ja, avgjert. So verður lættari at fáa skattin inn, og so sleppa vit samstund- is frá nógvum úti- standandi peningi.