Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Snjóhvíta breyðið kann vera skaðiligt Hevur verið bannað í Danmark í nógv ár Ein stórur partur av tí mjelinum, sum vit brúka til matframleiðslu í Fer- oyum í dag, er ikki loyvd- ur at brúka í Danmark. Tað er mjel, sum verður gjert í Hollandi og Bret- landi — og hetta mjølid hevur fingið tilsett ymisk kemikaliur, sum heilsu- mynduleikarnir i Danmark hava bannað fyri skjótt 10 árum síðani Hetta kom fram á einum »bakarafundi« seinasta vikuskiftið. Tveir danir vóður bodnir til Feroya av Landshandlinum og Per Poulsen bakarameistara at greiða frá ymsum við- víkjandi mjel- og breyð- framleiðslu. Tað mundu vera millum 20 og 30 bakararar I lan mi 1 eium landinum, st mettu upp á bakarrínum hjá Per Poulsen í Tjarnar- lág sunnudagin Her vórðu fyrst víst fram 18 ymisk útlendsk breyðslog, sum donsku bakararnir meintu førovingar eisini eiga at fáa gleði av Umframt at greiða frá ymsum fakligum í sam- band við bakarífram- leiðslu komu teir báðir da- nirnir, Smith og Boisen eisini inn á spurningin við tí mjelinum, sum vit nýta á bakaríum og í vanliga húsarhaldinum at baka við Bannað í Danmark Tað er nevniliga so, at teir í Danmark longu fyri 10 árum síðani fóru at tosa um meguliga vandan fyri at brúka åvis kemikaliur í Umileið 25 bakarar úr øllum Føroyum vórðu savnadir at lurta eftir G. Smith frå »Valsi- mjølinum. Talan var ser- liga um tey evni, sum verða brúkt til at bleikja breyðið við. Hetta tjakið, har serliga brúkararnir sjálvir birtu uppundir, endaði við, at mjølfram- leiðararnir avgjørdu at ganga burtur frá at brúka kaliumbromat og eitt clor- samband í mjølinum. Seinni — í 1973 — kom lóg í Danmark, har hesi evni vórðu bannað. Síðani er tann sonevndi »posotiv- listin< komin. Hann sigur hverji evni, sum eru loyvd at brúka. Hesi umreddu u ikki við á hesum evni ert Onnur lond, sum hava mjelframleiðslu koyra framvegis hesi evn- ini í mjelið. Har he brúkarin enn ikki gjert vart við seg, og frá vísind- arligari síðu verður sagt sum so, at tað er ikki prógvað, atjúst hesi evnini hava skaðiligt árin á menniskju. Vera í kroppinum Gunnar Smith, sum er laboratorieleidari á tí stóru »Valsemøllen« í Es- bjerg, ið er tann mest ný- mótans mylnan í Norður- europa, sigur — Tað er eingin ivi um, at hesi kemikaliur eru skaðilig, hóast hetta ikki er vísindaliga prógvað enn. Tey blíva verandi í kroppinum leingi aftaná og hava sera torfert við at fara úr aftur kroppinum. Júst tá ávís evni ikki fara úr kroppinum, kunnu tey hava skaðiligt árin. Hann sigur víðari, at tað átti ikki at verið neyðugt at koyra tey ávísu kemi- kaliini mjelið til at bleikja breyðið við. Tí breyð frá nátúrligum gulum mjeli smækkar fyri tað fyrsta betur. og har- næst er tað meira vera rein Brúkarin sjálvur velja Gunnar Smith heldur fyri at tað hevur stóran Cy dning, at Drukarin sjálv- ur kann velja tey breyð Tað má ikki vera so at brúkarin bert hevur tey snjóhvítu breyðini at velja ímillum. Skal eg geva foroyska brúkararnum eini góð ráð, so eigur hann altíð at hyggja eftir, hvat breyðini eru gjørd av. Tá er tað sjálvsagt ein treyt, at bakarin merkir breyðini. Og hann heldur fram: — Tað er mangt, sum bendir á, at breyð verður ein sterri og sterri partur av okkara matnýtslu, og tá er av týdningi, at hesin part- urin av okkara dagliga matbrúki, ikki er undir ill- gruna — at vit eru í iva, um skaðilig evni kunnu vera í breyðinum Lítið danskt mjel Í dag verður bert ein lítil myinuni« í Esbjerg og Boisen frá eini fyritøku í Fredricia, sum handlar við bakitilfari partur av føroyska mjølin- um innfluttur ur Danmark. Tvs. at megin- parturin av mjelinum, sum vit brúka er tilsettur kemikaliur, sum teir Danmark meta at skaðilig. Uppá fyrispurn- ing hvat vit feroyingar eiga at fyritaka okkum á hesum eki sigur Gunnar Smith, at vit sum skjótast eiga at fáa eina matvøru lóg, har eisini hesi evni eru umredd og helst bannað Tad verður annars arbeitt við at gera vera letuni ena føroyska matvørulog SOSIALURIN Dansaðu fyri 32.000 kr. Tad var stúgvandi fult av fólki — yngri sum eldri ið leitaðu sær inn í veitsluhøllina i Klubba at dansa seinasta friggjakvøld. Tad vóru starvsfólk á Landssjúkrahúsinum., sum hevdu tikið stig til hetta dansikveldið, har >Tey á Kamarinum« spældu. Peningurin, sum kom inn — íalt 32.000 kr. — fer óskerdur til eitt nýtt rektarheim í Havn. Frammanundan hava onnur tiltøk givið góðar 60.000 kr. so tað nú eru umleið 100.000 krónur á bankabók, ið allar skulu brúkast til sama endamál. Í brævið til bleðini takka starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum fyri tann stuðul, sum longu er veittur í sambandi við ætlanina at stuðla Havnar røktarheimsbygging í hovuðsstaðnum. Nekur av teimum útlendsku breyðunum, sum teir báðir danirnir bakaðu og vístu fram í Føroyavitjanini Alt fleiri og fleiri síggjast við — tekin um ans fyri ferðslu- trygd og tannatrygd | Gunnar Smith vísir fram eitt breyð, sum teir hava bakað á bakariinum hjá Per Poulsen