leygardagur 25. oktober 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Uttanlandaskuldin
brúkt sum ræðumynd
valevni
í Norðoyggjum
————— — ———————
Andsteðuflokkarnir og
serstakliga sambands-
flokkurin gera nógv burt-
ur úr uttanlandaskuldini
nú upp undir valið. Teir
meta støduna at vera
hættisliga og nýta uttan-
landaskuldina til ræðu-
mynd.
Við árslok 1979 var
netto uttanlandaskuldin
uppá 763 mió. kr. Av
hesum stóð landskassin
fyri 235 mió. kr., kommun-
urnar fyri 242 mió. kr.,
almennar fyritøkur fyri
189 mió. kr., meðan privat
feleg og persónar stóðu
fyri restini.
Uttanlandalánini hjá
landskassanum eru í nekr-
um ferum nýtt til almenn-
ar ílegur, men landskassin
hevur eisini tikið lán
uttanlanda, sum eru lánt
útaftur til ídnaðarenda-
mál og til fiskiskipaflotan.
Uttanlandalánini hjá
kommununum eru nýtt til
ílegur í vegir, havnir, skúl-
ar 0.s.fr. Uttanlandalånini
hjå almennu fyritøkunum
eru fyri ståran part nytt
til ravmagnsútbygging og
til útbygging av telefon-
sambandinum.
Låntøkur uttanlanda til
almennar iløgur og til iløg-
ur i vinnutól verða vanliga
ikki mettar sum nakað
hættisligt fyribrigdi í
einum samfelag. Er talan
hinvegin um uttanlanda
låntøkur til beinleiðis
nýtslu ella forbrúk, verður
hetta mett sum eitt hætt-
isligt fyribrigdi, men hetta
er ikki tilfellið hjá okkum.
Okkara lántekur
uttanlanda eru í stóran
mun farnar til almennar í-
legur í vegir, berghol,
brýr, havnir, skúlar, til
ravmagnsútbygging, til
útbygging av telefonverk-
inum og heilsuverkinum,
til ílegur í skip, virkir og
onnur vinnutól.
Teir flokkar og teir
politikkarar, sum finnast
at låntøkunum uttanlanda
og uttanlandaskuldini,
áttu at víst á, hverjar
havna- og vegagerðir ikki
áttu at verið framdar,
hverjar brúgva- og
bergholsgerðir ikki áttu at
verið framdar, hverjar
bygdir og oyggjar áttu at
ligið í myrkri og í telefon-
og vegaloysi. Teir áttu at
víst á, nær og hvar út-
byggingin av føroysku
sjúkrahúsunum átti at
steðga, nær og hvar
útbyggingin av feroysku
skúlunum átti at steðga.
Teir áttu at víst á, hverji
skip ikki áttu at verið
bygd ella keypt, teir áttu
at víst á, hverji virkir og
vinnutól annars ikki áttu
at verið komin. Men hetta
gera teir ikkr.
Samlaða uttanlanda-
skuldin hjá landskassan-
um, kommununum og
almennu fyritøkunum var
við árslok 1979 uppá 666
MAÐUR HEVUR
VANDAN
VIÐ - SUM IKKI AKTAR
KOYRISIÐ!
mió. kr. Legtingsfíggjar-
lógin fyri 1980/81 er uppá
612,5 mió. kr. Hetta vil
siga at samlaða uttan-
landaskuldin hjá lands-
kassanum, kommununum
og almennu fyritøkunum
svarar til gott og væl eina
fíggjarlóg. Til sammeting-
ar kann verða nevnt, at í
1959 settu vit okkum fyri
eini lánteku uttanlanda
uppá 190 mió. kr. Løg-
tingsfíggjarlógin 1958/59
var uppá 15,5 mió. kr.
T.v.s., at uttanlandalánið í
1959 svaraði til heilar 12
fíggjarlógir.
Tað var eisini javnaðar-
flokkurin, sum tá hevði
leiðsluna av
landsstýrinum, og tað
vóru ikki mjúk orð, ið vit
fingu frá okkara mót-
steðumonnum. Teir skuld-
settu javnaðarflokkin fyri
at hava selt Feroyar og ta
foroysku fólkasálina fyri
190 útlendskar milliónir.
Teir skuldsettu javnaðar-
flokkin fyri at hava skuld-
abundið feroyingin og tað
føroyska samfelagið fyri
tíð og allar ævir.
Men tað vórðu hesar
Framhald á síðu 4
dagbókin
Læknavaktirnar
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979
Eysturoyggin: Pól Olsen,
tlf. 47010
Norðoyggjar:
Gaard, tlf. 56900
Suðuroyggin (norður): Tlf.
71560
Suðuroyggin (suður): Tlf.
73030
Ólavur
Tannlæknavaktin,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
dag og í morgin kl. 13—14.
TIf. 14544
Gudstænastur
Vesturkirkjan: Kjartan
Mørkøre, konfirmation
Nólsoy: Hans. J. Joensen,
konfirmation
Elduvik: Torkil Beder, alt-
argongd
Strendur: Johs. Follend
Selatra6: Torkil Beder,
altargongd
Glyvrar: Jåkup Kass
Klaksvik: Ejvind Vilhelm,
altargongd
Hestur: Høgni Poulsen,
altargongd
Sandavågur: David Jo-
hannesen kl. 12, altar-
gongd
Bøur: David Johannesen
kl. 18, altargongd
Sandur: Bergur Jacobsen
kl. 11, konfirmation og alt-
argongd
Øravik: Elsa Funding kl.
18
Vágur: Bjarni Bæk, altar-
gongd
F]
Leiti: Elsa Funding kl. 11
I Nes og Sjóvar presta-
gjøldum gongur talvan til
frama fyri Neyðhjálp
fólkakirkjunnar. Pening-
urin fer til tey jarðskjálvt-
araktu ekini í Algier.
SOSIALURIN
Rættleiðing til
forsíðustubba
Av tí, ein regla er klipt
burtur undir umbrót.
ingini, hevur seinasta
brotið í tíðindastubb-
anum »D6marnir
drápsmálinum ikki
appelleradir« fingið
eina aðra merking.
Í blaðnum er komið
at standa:
»Ein triði maður
sum varð skuldsettur
fyri manndrápið,
verður ikki ákærdur
Hesa avgerð tók
fútin, eftir, at
nevningatingið hevði
vidgjørt ákærunaa.
Hetta kann skiljast
so, at talan er um
ákæruna móti hesum
triðja manninum.
Men tað er sjálvandi
ikki. Í handritinum til
stubban er seinasta
brotið soljóðandi:
»Hesa avgerð tók
fútin, eftir, at nevn-
ingatingið hevði
vidgjørt åkæruna
móti hinum bådum«.
Jehova vitni viðgera:
Lýdni hins kristna
Hetta vikuskiftið halda
Jehova vitni hálvárligu
stevnu sína í Læraraskúla-
hellini í Havn. Spurning-
urin, ið hesa ferð verður
viðgjerdur út í æsir, er
lýdni hins kristna. Ofta
verður tosað um at
trúgva, meðan tað er so
sum so við at vísa lýdni
móti boðunum í Bíbliuni.
Hetta hevur elvt til, at
kristindómurin er komin í
ringt orð, kanska serliga í
ikki-kristnum londum.
Á stevnuni undir heitin-
um »Lat okkum tekkjast
Gudi vid okkara lydni«
verður víst á, at eins og
Bíblian lærir, at bern
skulu lýða foreldrunum,
soleiðis mugu foreldrini
eisini vita av, at tey eiga
at lýða Guds boðum.
Sjálvur Jesus Kristus var
lýðin, og júst hetta førdi
til frelsu fyri mannaætt-
ina. Eitt av boðunum til
tey kristnu er, at tey skulu
bera gleðiboðskapin út, og
millum annað fyri at lýða
hesum boðum halda
Jehova vitni stevnur sum
hesa.
Volker og Árni í Fuglafirði
og Listaskálanum
Konsertferðin hjá Volker im. Behrens og Árna Hansen heldur fram. Í morgin kl.
15 hava teir konsert í Fuglafirði og mikukveldið kl. 20 í Listaskálanum í Havn.
Annars skula teir báðir til Danmarkar fyrst í næsta mánað. Teir skula hava
konsert á Vejen Kunstmuseum tann 5. november.
Høvudsfyrilesturin
»Hvørjum skulu fólkini
lýða?< verður hildin
seinnapartin sunnudagin.
Hann sigur frá, at Guds
ríki, har Kristus er kong-
ur, skjótt kemur at valda
eilum, at tað verður til
vælsignilsi fyri tey, sum
longu nú eru lýðin kristin.
Sum vanligt, tá vitnini
halda stevnur, fara tey at
bjóða ellum áhugaðum at
koma við á stevnuna og
hoyra hvussu frálíka leið-
beining Bíblian gevur
fólki eisini í okkara tíð.