Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-05, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 1980síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — Mikudagur 5. november 1980 Atli Dam, løgmaður: Vit góðtaka ikki arbeiðsloysi ella sosialan niðurskurð Men vit góðtaka eina rímuliga uttanlandsskuld Eitt av argumentunum frá andstødupolitikarum ímóti fráfarnu samgongu er, at hon hevur koyrt landið út á húsargang. Andsteðan mælir til almenna sparing — og tú hevur svarað, at vit heldur eiga at framleiða okkum burtur úr trupulleikunum. Hvussu skal tað skiljast, at vit skulu framleiða okkum burtur úr trupul- leikunum ? — Eg havi ikki sagt, at vit ikki skulu spara okkum burtur úr trupul- leikunum men sagt, at vit koma ikki burtur úr trup- ulleikunum bert við at spara okkum burtur úr teimum Tá verða niðurskurð- irnir á ollum økjum ómeta- liga meinir. Kunnu vit ikki Teir lesa bræv frá Anker samstundis skapa nýggjar vinnuvegir, soleiðis at vit framleiða okkum burtur úr hallin- um, so verður tað ógvuliga trupult hjá tjóðini at koma burtur úr Kunnu vit ikki sam- stundis minka um innfiut- ningin, soleiðis sum ætlan- in var við teimum inn- flutningstålmandi tiltek unum, sum sett vórðu í verk í vár, so koma vit heldur ikki burtur úr. Amboðini til at loysa hesa fíggjarliga kreppu eru sostatt fleiri og mugu samvirka. Bert at gera sum andsteðuflokkarnir siga — at spara — vil fáa ómetaligar fylgjur fyri ar- beidandi fjøldina Øll tey tiltøk, sum neyðug eru, vísti javnað- arflokkurin á í juni mán- aða 1979 í riti sínum um Framhald á síðu 5 Krav frá ákærumyndugleikanum baksíðan Mortan Johannesen, skipari: Vóru eingi uttanlandslán so var stórt Mortan Johannesen á brúnni á Suðringi Javnaðar- flokkurin hevur fort ein skila- góðan politikk Undir valstríðnum er komið mangt og hvat fram, sum helst krevur langar frá- greiðingar. Tær koma at tróta, tí plássið er ikki til tess. Jógvan Sundstein segði á almennum valfundi i læraraskulahøllini, at danir helst komu at minka um studningin til Feroyar aftaná valið. Sipaði her til ta álit, sum er gjert um regulering av studningsskipanunum til Feroya. Í hesum viðfangi svaraði Jákup Lindenskov, at tað er ikki beint sum J. Sund- stein framførir. Hann visti á skriv frå Anker Jørgensen, statsministara dagfest 6. oktober 1980, har hesin váttar, at tað ikki er ætlanin at minka um studningin við teirri foreinkling, sum ætlað er við álitinum. Um Sundstein hevði áhuga fyri tí, vildi Jákup Lindenskov fegin vísa honum hetta skriv. Og tá Sundstein í sama viðfangi bað Jákup koma á skrivstovu sína morgunin eftir kl. 9,00. So svaraði Jákup játtandi. | Myndin er frå hesum fundi, har teir bådir Jåkup og Jogvan sita vid brævinum | og Jógvan lesur... ÚLPURNAR HOPO Tórshavn tif. 14707 HOPO Klaksvík tif 56544 Pf. Sjóklædnavirkið Klaksvík