leygardagur 8. november 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Framhald av s. Í
Mortan Johannesen er
ein av heitastu talsmonnu-
num fyri, at feroyingar í
nógv størri mun gera seg
út til at veiða á djúpum
vatni undir Føroyum.
Hann var sjálvur ein av
teimum fyrstu, sum fór út
á djúpari vatn at royna.
Mortan heldur fyri, at vit
á djúpum vatni eiga nógv
fiskasløg, sum kunnu
koma at viga tungt í fram-
tíðar fiskaútflutninginum
hjá feroyingum. Tað eru
m.a. blålonga, kongafisk-
ur, langasporl og gulllaks-
ur.
Blálongan álitið!
Tað eru bert fýra ár síðani,
at menn vórðu varir við,
at blálongan kundi veiðast
undir Feroyum av okkara
egnu skipum og síðani við-
gerast á landi og seljast til
ein góðan prís. Mortan
sigur, at blålongan í stød-
ugt sterri mun fer at vera
ein av okkara álitisfisk-
um. Men fara vit bert nek-
ur ár aftur í tíðina, tá
hevði hetta fiskaslag als
ikki verið tikið fyri fult.
Mortan greiðir frá, at
tað eru fá ár síðani, at teir
fóru at veiða kongafisk og
blálongu undir Feroyum.
Sohvert ein fiskar rundan
um Feroyum kemur ein
eftir, hvar fiskurin stend-
ur til ávísar árstíðir. Fleiri
og fleiri leiðir verða funn-
ar
So talan er eisini um
royndarfiskiskap hjá teim-
um skipum, ið royna á
djúpum vatni. Eystanfyri
Feroyar er bæði upsi,
kongafiskur og blálonga á
djúpum vatni.
Men Mortan sigur seg
eisini at hava troffið við
blålongu á Rygginum
vestanfyri Mykines.
Hetta var i september i år.
Suðringur royndi í fimm
dagar og fekk 100 tons.
Nýggj leið
sunnanfyri
Sum nakað heilt nýtt upp-
dagaðu teir á Suðringi í
mars mánaða í ár, at týsk-
arar fiska óvanliga stórar
nøgdir av blálongu suður
av Lousy Bank. Hetta er
einar 200 fjórðingar úr
Feroyum og er tað ikki de-
finerað, hvat land eigur
hetta ekið.
— Eg havi skilt, sigur
Mortan víðari, at hesin
fiskiskapurin byrjar longu
um hálvan februar og
heldur fram út í hálvan
apríl mánað. Fiskað verð-
ur niður á 500 favnar, sum
er heilt óhoyrt fyri feroy-
ingar.
Tá hesin fiskiskapurin
minkar vísir tað seg, at
blálongan fer norður um
Bill Baileys banka. Har er
hon at fáa í mai, juni og
juli. Síðani missa vit hana
burtur aftur. Mortan Jo-
hannesen heldur, at blá-
longan hareftir fer norður
eftir upp um Ryggin — tí
um heystið er hon aftur at
fúa eystanfyri
Grá zona
Mortan Johannesen metir,
at talan er um ein rætti-
liga stóran blálongustovn.
Hetta bendir eisini tann
stóra útlendska veiðan
undir Feroyum á. Tað eru
eingi tel yvir veiðuna hjá
týsku trolarunum, tí teir
fiska á einum eki, sum
liggur á markinum millum
føroyska og bretska fiski-
markið. Tað er enn ó-
greitt, hver eigur rættin
til hetta ekið.
— At týskarar hava
góða veiðu á hesum eki er
einki at ivast í, sigur
Mortan víðari. Teir hava
eisini klárað at hildið leið-
ina heilt loyniliga. Sjálvt
ikki bretar hava enn funn-
ið út av, at nógv blálonga
er at fáa har.
Mortan Johannesen vis-
ir å, at tå teir royndu har i
februar vóru einir 50 stórir
týskir trolarar á leiðini.
Teir fingu eini 60 tons um
samdegrið. — Eg meti, at
teir bert í mars mánaði
hava fiskað eini 80.000
tons av blálongu, leggur
Mortan aftrat.
Miðlinjan
Hann heldur annars, at
greiða nú má fáast á, hvor
eigur rættindini at fiska á
hesum leiðum. Møguliga
átti her at verið ein grá
zona. Blålonguleidin, sum
her er talan um, er styttri
enn 200 fjórðingar úr Før-
oyum — og er á miðlinjuni
millum Feroyar og Skot-
land. Bretar rokna sítt
mark frá St. Kilda.
Tað eru eisini onnur
fiskasløg á djúpum vatni.
Eitt nú langasporl. Russ-
ar hava fiskað væl av hes-
um fiski, og týskarar
royna nú eisini eftir langa-
sporli. Tað er nógv til av
langasporli, sum er ein
vakur og hvítur fiskur.
Mortan Johannesen held-
ur fyri, at føroyingar eiga
at royna at fiska og við-
gera henda fisk og kanna
meguleikan at selja hann.
Fingið álit
Síðani er tað gulllaksurin,
sum í stødum finst í stór-
um negdum undir Feroy-
um. Á Rygginum millum
Ísland og Feroyar er nógv-
ur gulllaksur. Mortan sig-
ur, at tað er galdandi fyri
hesi fiskasløg, at vit
leggja ikki merki til tey,
fyrr enn vit heilt av tilvild
kasta og koma fram á tey.
Pauli Ellefsen sáar
vind og heystar storm
Óli Breckmann sáar
storm og heystar
problemir
Sjónvarpsfelagið
Leygardagur 8. november
14,30 Maraton-rock
Hetta er ein uppteka úr Essen í Vesturtýska-
landi, har fleiri enskir rock-bólkar góvu eina
konsert.
18,36 Teknifilmur
Filmar við Pip og Sylvester, Seren Spætte,
Snurre Snup og Tom & Jerry.
19,02 Rætt mær hondina
Ein kanadiskur filmur um tann likamliga
brekaða Harry, sum verður ásttikin av ítrótt-
argentuni Karin.
19,48 Liðugt
Við biðja orsaka, at vit í seinasta blaði skriv-
aðu, at bert Maraton-rock skuldi sendast í
dag. Vit fingu ikki restina av skránni, fyrr-
enn aftaná, at blaðið var komið út.
Sunnudagin 9. november
15,00 Sunnudagsskúli
úr Missiónshúsinum við Landavegin
15,45 Meðan tónleikur ljóðar
Vit skulu her fylgja Danmarks Radios Sym-
foniorkester, meðan tað venur eina konsert.
Vit síggja heilt ymisk fólk, meðan tey ar-
beiða seg móti einum felags máli.
16,27 Liðugt
19,00 Ítróttur
19,30 Marius Johannesen
lesur annan part av søguni >Nósi Kjósa-
gråi«. Søgan er í trimum pørtum.
19,53 Hin vakra Helena
Operetta
21,45 Kærleikans vegir I (6)
Fronsk filmsreð, sum fer fram i árunum
1890—1911. Á veg útvið verum hittir tann
ungi slaktarin Germain ta 30 ára gomlu kom-
tessuna Louisu, sum býr einsamøll á góðsi
sínum. Hon følir seg einsamalla og er
sjúklig, men ta, at hon hittir Germain, verð-
ur lagna hennara. Men gummudóttir henn-
ara, Charlotte, kemur eisini við í leikin.
22,41 Andakt
22,46 Liðugt
Týsdagin 11. november
19,30 Gøg og Gokke
Teir báðir hava aldri hugsa um at gera nakað
ólógligt — ...teir hava ongantíð hugsað !
19,49 Fjelbroytt Tv-sending
um amerikanska valið
Liðugt uml. kl. 24,00
dagbókin
Læknavaktirnar
Tórshavn: Álvur av Kåk,
telf. 125 57
Eysturoyggin: Poul Johs
í Horni, telf. 44038.
Norðoyggjar: Steingrim-
ur Weihe, telf. 553 00.
Suðuroyggin (norður):
Telf. 715 60.
Suðuroyggin (suður):
Telf. 73030.
Tannlæknavaktin,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst í
dag og í morgin kl. 13--14.
Telf. 145 44.
Gudstænastur
Havnar kirkja: Axel Tór-
garð.
Vesturkirkjan: Kjartan
Mørkøre, altargongd.
Kaldbak: Hans J. Joen-
sen.
Kollafjerður: Jákup Mag-
nussen, altargongd.
Tjernuvík: Ejvind Vil-
helm, altargongd.
Fuglafjerður: Torkil Bed-
er, altargongd
Selatrað: Petur Petersen.
Nes kirkja: Jákup Kass.
Svínoy: Salomon J. Joen-
sen, altargongd.
75 ár
Tann 9. november kann
Mikkjal Samuelsen,
Vágsheyg, Klaksvík
halda 75 ára fødingar-
dag. Mikkjal er ættað-
ur úr Leirvík,
bátasmiðin
sonur
Símun
Johann og Kristionnu.
Mikkjal fór sum
ungur til skips og
hevur hann alt sítt lív
verið sjómaður. Hann
vaks til mans á slupp-
dekkinum — við deyð-
siglara og síðani við
motorsluppini.
Hann hevur verið ein
sera dugnaligur sjó-
maður og var tiltikin
fyri kvikleika, og so
fiskaði hann eisini væl.
Mikkjal bygdi sær
heim á Vágsheygum í
Klaksvík, tá ið hann
giftist við Honnu, sum
er ættað úr Uppsulum í
Klaksvík. Hon er dóttir
Niclas Eriksen og
Siggu.
Afturhald ella
framburð?
tað avgerð tú valdagin!
SOSIALURIN
Sandavågur: David Jo-
hannesen.
Skopun: Bergur Jacobsen
kl. 19.
Husavik: Bergur Jacob
sen kl. 12, altargongd
Hvalba: Elsa Fundinz
konfirmation.
Famien: Johan Weihe. alt.
argongd.
Øravik: Johan Weihe
kl. 18.
Porkeri: Bjarni Bæk
kl. 12.
Norea Radio,
Danmark
Millumbylgja 205 m (1467
kHz) kl. 21,15— 921,30
Månadagin 10.: »Såadan
er det for mig at være en
kristen«. Ung og tilkomin
greida frå.
Tysdagin 11.: »Fra Her-
ren kommer min hjælp«
Gjøgnumgongd av 121
sålmi. Fimti partur bibliu-
skúlanum hjá Ejlif Kris-
tensen, prósti.
Norskar sendingar eru
hvønn dag kl. 17,05 og
18,05 å stuttbylgju 31 m
(9,6 mHz).
Evangeliska røddin
hoyrist hvørt månakvøld
kl. 22,30 å føroyskum frå
Monte Carl), millum
bylgju 205 m (146
m Hz).
Heimið hevur Hanna
staðið fyri og hevur
hon verið Mikkjali ein
góð kona og børnunum
ein góð mamma.
Mikkjal hevur síðani
hann kom til Klaksvik-
ar mest verið útróðrar-
maður. Hann veit, hvat
baks er.
Tey seinastu árin
hevur hann verið at
sæð í opnum báti á
Borðoyarvík. Hann
livir best, tá ið hann
kann flóta.
Mikkjal hevur
ongantíð verið bangin
fyri at sagt sína
politisku hugsan
Tidliga tók hann undir
við javnaðarhugsjónini
og hevur eisini verið
Norðoya Javnadarfelag
ein trúgvur stuðul.
Eg vil ynskja tær
hjartaliga tillukku við
teimum 75 og ynski
tær eitt blítt lívskvold
saman við
bornum.
Hjartaliga Tillukku
konu og
Vinmaður