leygardagur 8. november 1980síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Tað almenna má stuðla jarðarbrúkinum meira:
Føroyskur bóndi í dag |
— timalønin 9,70 kr.
— og tå er arbeiðið, sum konan
leggur i, ikki roknað upp í
Fyri okkum, sum reka
mjólkaframleiðslu versna
meguleikarnir so skjótt,
at hendir einki munagott
frá tingsins síðu, so mugu
vit bert geva uppat.
Hetta sigur Jákup
Eidesgaard. bóndi á Eiði.
Hann hevur nú í skjótt
fýra ár rikið jarðarbrúk á
Eiði. Bygdi sær fjós í 1977
til 15 mjólkineyt og hevur
hesi árini velt stór eki upp
úr nýggjum. Nú ger hann
fyrireikingar til at byggja
fjósið út og at velta enn
meira úr nýggjum.
Tað var við góðum
treysti og eldhug at fiski-
maðurin og fjarritarin Já-
kup Eidesgaard fyri nøkr-
um árum síðani legði seg
út í jarðarbrúk.
Hverjar eru tá royndir
hansara nú aftaná at hava
roynt at fáa ein hampulig-
an garð upp á føtur.
Tað er Jákup sjálvur
tann rætti at svara uppá.
Og hann er hverki seinur
ella í iva um at svara:
Timalønin
9,70 kr.
— Tá eg byrjaði vid jarð-
arbrúkinum roknaði eg út,
at 10 mjólkikýr tá kundu
geva mær eina arbeiðs-
mannainntøku, men sjálv-
sagt við nógv longri ar-
beiðsári.
Í dag trúgvi eg ikki, at
ein kemur so frægt burtur
úr strevinum, at ein fær
eina úrteku burturúr.
Seinasta ár var mín
tímalen uppá 9,70 kr. —
og tå er tað arbeiði, sum
konan legði í. ikki roknað
upp í — og tað er ikki so
lítið
Men hvussu kann ein
bóndi sum tú tá fáa ein tí-
líkan garð at geva nakað
av sær?
— Bert við at konan eis-
ini arbeiðir. Kann hon ikki
fara til arbeiðis eisini, so
má ein gevast.
Fáa ov lítið
fyri veruna
Tað er nú alt annað enn
„gull og grønar skøgir«,
sum ein nýggjur jarðar-
brúkari fær boðið at ar-
beiða við.
Jákup heldur fyri, at út-
reiðslurnar hjá bóndunum
vaksa alsamt, meðan teir
hava trupult at fáa ein nóg
góðan prís fyri sínar ver-
ur.
— Eg kenni ikki tølini
fyri inflation, men eg
rokni vid at hon må vera
umleið 15 til 20% um árið.
Hyggja vit nu eftir tem-
um ráverum, sum vit
skulu brúka t.d. kraftfóð-
ur, so er prisvøksturin eini
10% uppá tvey ár, prísur-
in á grasfræi er vaksin við
90% og á kunsttødum við
30—40%. Síðani kemur
oljan aftrat.
Stórar olju-
oljuútreiðslur
— Fyri meg sum skal
koyra langt — skal fáa
gras oman úr fjøllunum og
koyra teðini niðan aftur —
har tyngja oljuútreiðslur-
nar nógv
Sama er við reingerð av
mjólkineytum o.g., sum
heitt vatn skal nýtast til í
fjósinum. Har man eg
brúka einar 40 Í. av heit-
um vatni um dagin — og
tað skal nakað av olju til
at hita hetta vatnið upp
við.
Jákup nevnir í sama
viðfangi tann eykatollin,
sum tingið hevur lagt á
bóndirnar. — Vit hava
gott nokk fingið eitt 10
oyra aftrat í prísstudningi
uppá mjólkina, men 10
oyru er bert 3,5% hækk-
ing — og tá alt annað
dýrkar úr 10 upp í 40%, so
er greitt, at hesin studn-
ingur formáar sær einki.
Bíligari enn
ræstur fiskur
— Men varð studningurin
til neytakjet ikki hækkað-
ur í fjer eisini?
— Jú so var. Bóndirnir
fáa í dag 8 kr. í studningi
fyri tað neytakjøt teir
selja. Men tað er kortini
soleiðis í dag, at 1. floks
neytakjet er bíligari enn
ræstur fiskur — so har er
nakað galið.
— Hvussu er tá steðan
hjá tær, sum er nýggjur í
fakinum?
— Staðan er ring. Tá
ein byrjar av nýggjum, so
er rættiliga nógv nýgerð.
Ein hevur ikki ráð til at
biðja fólk hjálpa sær. Tá
eg byrjaði, metti eg, at eg
í miðal skuldi brúka 25 kr.
um tíman til handverkarar
og arbeiðsmenn. Í dag er
tímalenin upp ímóti 55 kr
Jákup vísir eisini á, at
tá fingu bóndirnir
2,60 kr. fyri liturin av
mjolk. I dag fåa teir um-
lei 2,87 kr. fyri liturin
mleið
Her er so avgjørt ein
skeivleiki
Løgtingid
må vera við
Hann sigur víðari, at
mjólkaframleiðslan er ein
ógvuliga trupul fram-
leiðsla og metir ti, at løg-
tingið má vera við, soleið-
is at bóndirnir kunnu fáa
len fyri sítt arbeiði. Yvir-
hevur eru tað eisini tær
keypiveikastu familjur-
nar, sum hava mest brúk
fyri mjólk.
— Men Jákup, hvussu
heldur tú tá, at legtingið
eigur at fyribalda sær í
m.a. hesum málinum?
— Teir mugu antin taka
tollin burtur ella mugu
teir hækka studningin. Eg
meini eisini, at tað hevði
verið rætt, um mjólka-
virkið hjá búnaðarmonn-
um fekk allan innflutning-
in av mjólkaverum um
hendi. Soleiðis at tað
hevði einkarrætt undir eft-
irliti av legtinginum.
— Tá hevði føroyski
brúkarin kanska fingið
nóg mikið av mjólk og eðr-
um mjólkaverum — aftur-
ímóti í dag, har vit bóndir
mugu stoyta nógv av
mjólkini burtur, tí tað
kemur ov nógv inn av út-
lendskari mjólk.
Dumpingprisir
frå EF
Jåkup Eidesgaard visir
eisini å, at vit hava ein
konkurrent i dumpingpris-
um frå EF. Hetta heldur
hann vera ein tann størsta
vandan fyri feroysku
mjólkaframleiðsluna. Her
er so bæði talan um Ma-
thildu-mjólkina og um ta
mjólk, sum verður innflutt
í tangum úr m.a. Dan-
mark.
— Eg meti støduna so
ålvarsliga, at skulu teir,
sum nýliga eru farnir und-
ir jarðarbrúk hava megu-
leika at klára seg, so
mugu nýskipanir setast í
verk
— Hverjar nýskipanir
eru tá mest átroðkandi?
— Um brúkarin ikki
.-
| Vit prenta her seinna partin av samreðuni við
Jákup Eidesgaard, bónda á Eiði. Fyrri parturin
| undir yvirskriftini Bóndi á Eiði brýtur upp úr
nýggjum — veltir uppi undir Slættaratindi« stóð i
| Sosialinum leygardagin 20. september í ár.
Í hesum seinna partinum seta vit Jákupi ymsar
| spurningar um hansara meting av steðuni hjá før-
oyskum jarðarbrúki í dag.
skal gjalda meira fyri ver-
urnar, sum vit framleiða,
so mugu bóndirnir fáa
prishækkan gjøgnum
studning.
Eitt nytt bruk krevur
ógvuliga nógv av eykaar-
beidi vid siduna av. I fjør
hevði eg 4300 arbeiðstím-
ar — og eg havi ikki havt
ein einasta fridag síðani
12. februar 1978. Haraftr-
at er at siga, at vit sum
framleiða mjólk, eru teir
einastu í samfelagnum,
sum onga frítiðarlen fáa.
Í Noregi eru teir fremri
enn vit. Har seta nekur
fjós ein mann at ferðast til
garðarnar at taka sjúkra-
dagar og feriuavloysing.
Mjólkin ongantíð
prístalsregulerað
Og Jákup Eidesgaard
heldur fram:
— Fyrr kundi ein bert
keypa fýra litrar av mjólk
fyri eina tímalen. Í dag
kann ein keypa 10 litrar
her norðuri. Tað er júst
her brekið liggur. Mjólkin
er ongantíð vorðin pris-
talsregulerað — hon bert
siglir afturút.
Jákup sigur víðari, at
bóndirnir i Føroyum i dag
kunnu ikki klåra seg, utt-
an teir hava lønandi ar-
beiði við síðuna av. Og
hetta heldur hann vera
skeivt.
— Ti set nú fyri, at vit
fyrr ella seinni koma í
somu steðu sum í 1940.
Hvat skuldu føroyingar tå
etið. Vit eiga næstan eingi
neyt, ongar hønir, ongar
dunnur, eingi epli, og so
hava vit eitt seyðabrúk,
sum er so viðbrekið, at ein
ringur kavavet ger, at
lítið livir eftir
— Hvat skulu vit tá eta
má eg spyrja. Tí haldi eg,
at tað er so umráðandi at
tað almenna luttekur
sterri mun við at stuðla
jarðarbrúkinum.
Tað almenna upp í
— Hvussuleiðis heldur tú,
at tað almenna átti at
komið upp í?
— Soleiðis at meguleik
ar vóru skaptir fyri eini úr-
tøku hjá honum, sum fæst
við jarðarbrúk. Tað al-
menna ger jú bæði vegir
og keiir. Har vil eg siga.
hví skal tað almenna tá
ikki eisini vera við til at
velta so mikið, sum ein
nýggjur garður síðani
kann leiga.
— Eg haldi ikki, at tað
almenna sjálvt skal
standa fyri veltingini, men
at tað stuðlar við eini
kompensatión, ið tað al-
menna hevur eftirlit við.
Jákup nevnir í hesum
sambandi moldina á
Sandi, sum varð koyrd á
sjógvin. Skuldi Lands-
verkfreðingurin javna
hana út til be kostaði
hetta 10 kr. m*. Hetta vis-
ir, at vit mugu ikki koma
inn á tann prísin, um tað
almenna skal stuðla velt-
ing. Í dag kostar tað
monnum umleið 4 kr. at
velta ein m* úr nýggjum.
Vit eiga at minnast,
heldur Jákup fram, at tá
ein fyrst hevur velt úr
nýggjum og síðani hevur
brúkt bein øll síni arbeiðs-
ár, tá er beurin betri hjá tí
næsta ættarliðnum at
taka yvir — og tá hann er
100 ella 1000 ár eldri, er
hann vorðin uppaftur
betri.
— Ti meini eg, leggur
Jákup Eidesgaard aftrat,
at tað eigur at vera ein al-
menn útreiðsla at stuðla
monnum at velta nýggjan
be. Hetta er eitt varandi
virði, sum alt samfelagið
kemur at fáa nyttu av.