Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sd Oliviligari samfelag Í einum fyrkanti, innrammað við bláari rammu, stendur at lesa við feitum svertum bók- stavum, liviligari samfelag . undirskrivað Sambands- flokkurin. Har sær man, hvussu ein stavifeilur kann broyta meiningina Har skuldi sjálvandi stað- ið: óliviligari samfelag, Sam- bandsflokkurin. Tú spyrst væl ikki, hvat hettar hevur staðið, nei, tað var tað eg helt tú sá sjálvandi, at tað stóð á aftastu síðu í Dimmalætting nr. 119. Dimmalætting nýtist ikki at siga okkum, hver Sambandsflokkurin er, tað vita vit øll, sum eru komin eitt sindur upp í árini, vit hava kent tað á okkara egna kroppi. Ta tíðina ynskir eingin av okkum aftur i Før- oyum, heldur ikki teir svart- astu sambandsmenn, tá ið sambandi ráddi fyri borgum Eitt skal eg siga tykkum, javnaðarveljarum, sum Dimmalætting ráddi til at velja Sambandsflokkin sein- asta val, tí annars sluppu tit ikki í himmiríkið. Nei, velji tit javnaðarflokkin, har fáa tit loyvi til at dyrka tykkara andslív, sum tit vilja, uttan at fylgja uppskrift Dimmalættingar Eitt gamalt orðatak sigur, at hann ið elt teinkir, hann ilt gerð, og hvat annað hevur Dimmalætting og sambands- menn gjert enn at tonkt ilt um alt tað góða, sum teir ráð- andi hava gjert hesi seinastu seks árini. Tað má vera nokk fyri hesa ferð. Tó, eitt var vist eftir, frk. Serensen, hon hevur stungið hevdið framm aftur hesa ferð upp undir valið Eg vóni ikki, eg taki feil, tá ið eg haldi tað vera ein hvalb- ing, sum P. M. Dam, sáli, skaffaði eitt skrivstovupláss Ongin ger sær verri enn menniskja ger sær sjálv hjá tí almenna. Hann bleiv illa viðfarin í Dagblaðnum av hesi orsek, tí sekt heyði verið eftir einari kontórdamu, og D. J. Serensen fekk plássið, teir góvu honum so navni fkr Serensen, og tað kann hann ikki gloyma teimum. Hann er nú kropin sær upp í sam- bandsleypin, og haðani sprænir hann tað eitrið, sum hann fyrr hevur sprænt yvir Sambandið, tað sprænir hann nú yvir løgmann, tí javnaðar- flokkurin fór í samgongu við fólkaflokkin. J.G. Tað er val í dag. Vit hava ell fingið at vita, hvat flokkarnir ganga inn fyri. Tað er jú eitt orðatak, sum sigur, at »et er et søkort at forstå, andet er skib at føre«. Soleiðis er eisini við okkara landstýri og legtingi. Eg tími ikki at skriva allar tær negativu síðurnar hjá Paula Ellefsen, tí so blívur brævið slettis ikki liðugt, nú meini eg Paula Ellefsen sum politikkara. Tað kveldið, Sambandsflokkurin hevði orðið var stórt vónsvik, — ongantíð bleiv eg klá yvir. hvussu teir ætla at stýra um teir koma til. Man fekk bara at vita, at ringt var at fáa sama kálva á krókin, sum aðrir hevdu mist — tað er ógvuliga lítið at hava at halda seg til. — Eitt er púra vist og tað munnu Feroya fólk eisini verða klár yvir. Kemur Sambandsflokkurin í landstýri, so koma vit í nekur ræðulig rokår, arbeiðisloysi kann ikki forðast — tí leggja tit arbeiði niður her og har, so stoppar upp bæði við útvikl- ingi og arbeiði til allar hendur. Eg vil takka Atla Dam fyri sítt arbeiði í landsstýrinum sum legmaður. Ongin hevði klára at fingið so væl burtur úr, tí ikki altíð kann tað hava verið líka lætt. Landið er faktisk so væl fyri sum ongantíð, gott nokk er ein uttanlandsskuld, men tað er tað allastaðni, har nakað hendir. Tí tað kostar at seta arbeiði igongd, men tað ber jú í sær, at fólk fáa arbeiði og samfelagið í síni heild útviklast. Fólkið er bara blivið so for- kelað, vil eg kalla tað. Tað er akkurát sum bern sum fáa alt tað, tey peika á. Tey eru ótakksom og vilja hava okkurt annað, tey duga ikki at birða tað, tey hava, fyrr enn tað er ov seint og foreldrini ikki meira eru til. Soleidis "fyrikemur Føroya fólk mær í dag. Koma við at- finningum og háðan nú alt stendur í besta blóma, — men bíðjið tit, ella kanska tit duga at síggja. áðrenn ov seint er, at vit hava tað so gott í Fer- oyum nú, betri enn í nekrum landi í verðini. Vit kundu gjert meir av jarðardyrkan, sjálvt um okkara klima er so, at nógv ikki fæst at vaksa, men tað eru fleiri ting, vit kundu roynt, tí nógv liggur púra ódyrkað. Tað sær man best, tá man koyrir runt um í oyggjunum. Vit kundu eisini gjert meira við kríatúr-hald. So bleiv ikki so nógv at innflutt, tað er bara at begynna í smáðum. Faktiskt hava vit stórar meguleikar, bæði á sjógv og á landi, og við einum sterkum Javnaðarflokki skuldi tað ikki verðið ringt at komið í gongd. Fólkaflokkurin og Sam- bandsflokkurin eru ímóti uttanlands-sigling hjá Smyril. — Tað er dumt at kolldema eitt mál. áðrenn vit SOSIALURIN Til tey lítið hugsandi Hvat er plássið uttan Sverra hvat er gjert her uttan hann, minnast tit hin fitta drongin, omman gekk og leiddi hann. Næstu ferð tú hittur Sverra, hevur stórverk hann útint, treffur hann á øllum økjum, hevur nakar teg á tað minnt. Hvar um býin enn tú kemur, Sverri her og Sverri har, skilur tú mín góði vinur um nú ongin Sverri var. Hvat er tað, sum tú kann vísa á, hinir hava framt og gjort Sverri hann kann nera um flokkin mangt eitt avreksverki gjørt. Vis mær á, hvat hin gjørdi, meðan Sverri framdi sítt, her tað kann av sonnum sigast ójaunt eru evnir býtt. Tann, sum her á nógvum økjum fremur stórverk, tekur feil, tann sum onki ger sum kugvin, finnur neyvan sína geil. Stuðli tit nú bara Sverra, so tit eiga nakað at vísa á. Minnst til, at onki her nú hendur, um nú Sverri fellur frá. hvat kemur burturúr. Nógv er drigið fram um, at Skipafelagið hevur roynt við ferðafólka- flutning og íslendara somu- leiðis, men tá vóru aðrar tíðir — heilt aðrar tíðir. So vítt eg minnist, kostaði ferðaseðilin til Kebenhavn við Tjaldrin- um um 3—400,- kr, tað var sera dyrt tá. Idag er alt utselt á tildemis D. F. D. S., áðrenn summarsesongin begynnur. Nú kunnu fólk hava bil við og forseta við at ferðast, soleiðis hava roynt, var tað ikki fyri 20 árum síðan. Hevdu feroyingar bara sjálvir eitt skip sum Winston Churchill, — men kanska tað kemur, — Rom bleiv ikki bygdur eftir einum degi. Ná, eg fari at enda við at biðja fólk vara av húsum 8. november, og seta kross fyri lista C, javnaðarflokkinum, so er ikki neyðugt at missa mótið, men hava bert gott í væntu ! S.P. Nyggju klædir keisarans Tey flestu minnast helst søguna um keisaran, ið fekk nyggj klædir, sum vórðu søgd at vera so fin, at einans tey klóku dugdu at síggja tey. Nógv lótu seg lumpa av hesum pá- standi, inntil eitt lítið barn avdúkaði alt gyklið við at siga: Jamen, mamma, hann er jú nakin! Júst soleiðis avdúkaðu útvarpsmenninir | Adolf Hansen — oddafisk Fram- burðs- og fiskivinnufloks- ins — fyri ellum Feroya fólki, tá teir høvdu hann í andgletti, og stóra tekk fái teir fyri tað, tí aftaná eina so fullkomiliga av- dúkan av hansara bluff- propaganda man neyvan nakar troysta sær at seta ein kross fyri henda polit- iska pinkuling, ið vil kasta seg upp sum Feroyalands bjargari til hetta val. Adolf verður spurdur um, hverjir eru marxistar í landsstýrinum, soleiðis sum hann og hansara partamenn agitera, men hann snýr sær undan spurninginum við at siga, at hetta hevur hann ikki hugsað nærri um. Hann átti ikki at sloppið so 6- snikkaður undan hesum spurningi — men lat gá, hetta sýnir hert, hvussu summir óandsvarligir menn sleingja tómar pá- standir uttan hald í veru- leikanum út í luftina, ein- ans fyri at skaffa sær sjálvum vald. Hetta er óhugnaligt, men óhugnin verður enn stærri, tá sami Adolf Han- sen sigur, at fólk við åvis- um politiskum liti ikki eiga at fáa álitissterv í Feroyum. Var tað nakar, ið segði Berufsverbot, ella var tað bert ramin, ið flenti? Vit kenna hetta alt ov væl aftur frá navna- bróðir hansara í Týska- landi, Adolf Hitler, ið eis- ini forfylgdi annarleiðis hugsandi, og so er tað uppá tíðina at rópa — og rópa hart: Feroyingar. varið tykkum!!! Síðan koma vit til hans- ara tvætl og lygnir um, at javnaðarmenn vilja taka pinkubern frá mammu- num og senda tey út til onnur at uppala, fyri at tey kunna verða politiskt heilavaskaði. Dagrektar- mammur i Føroyum, vilja tit verða lagdar undir at heilavaska tey bern, tit ansa? Adolf Hansen legg- ur tykkum undir tað, og so mugu tit sjálvar taka steðu til, hvat tit skulu gera við ein slíkan pá- stand. Eg hevði saksekt mannin fyri ærumeiðing, um eg var í tykkara stað. Eitt annað er so, Adolf Hansen, at um tú ikki hev- ur uppdagað tað, so eru vit kvinnur fyri langari tíð síðan vorðnar greiðar yv- ir, at vit ikki einans hava eitt undirlív, men eisini eitt hevd, og millum ann- að við hjálp frá Javnaðar- flokkinum hava vit fingið meguleikar at útbúgva okkum og gera okkum galdandi úti á arbeiðs- marknaðinum, til stóran frama fyri tann feroyska búskapin, og vit nokta at lata teg tvinga okkum heim aftur til kjøtgrytur- nar. Fyrr varð trúttað niður í okkum, at vit høvdu ong- an heila — ongan intelli- gens — men at vit einans vóru skaptar til at tæna manninum. Men vit, ið hóast alt umboða helvtina av Feroya fólki, hava so dyggiliga prógvað, at hetta ikki passar, og tað, ið vit hava vunnið, geva vit ikki uttan víðari frá okkum, bert tí at tú vilt geva okkum ringa sam- vitsku við at kalla okkum tíkamammur. Tað er nevniliga ikki negdin av tímum, tú ert saman við tínum barni, ið hevur so nógv at siga, men haraft- urimóti dygdin av teimum tímum, tú ert saman við barninum. Eg skal geva tær rætt, so langt sum tú hevur rætt, Adolf Hansen, og tað er, at tað hevði verið ynskiligt, um vit foreldur, og ikki einans mammur, sjálvi kundu valt, annað- hvert vit vildu verið heima hjá okkara pinkubernum ella latið tey út til onnur, men hetta er ein ynski- dreymur, sum sjálvt ikki Javnaðarflokkurin, hóast hann ger sítt besta, er mentur at fremja enn. Sjálvandi kostar dag- rektin tí almenna nakað, men er tað ikki eitt sindur legið at riva henda ein- staka útreiðslupost burtur úr samlaðu fíggjarlógini? Vit vita ell, at tað kostar at liva í einum vælferðar- samfelag, har vit altíð eru við til at gjalda til ymist, ið vit ikki persónliga fáa brúk fyri. Eg fyri mín part kundi t.d. nokta at goldið fyri veg til Víkarbyrgis, veg millum Hattarvík og Kirkju, havn í Skopun og onnur ting, ið eg aldri í lívinum fái brúk fyri, men noktaði eg at gjalda fyri nevndu samfelagsutbygg- ingar, vildi eg følt meg a- sociala ella ósolidariska við restina av Feroya fólki, ið eisini gjøgnum skattin eru við til at gjalda fyri mangt, ið tæn- ir heildini, um ikki júst teimum sjálvum — hetta er nevniliga treytin fyri at liva í einum vælferðarsam- felag. Og til allarseinast: Hvat vildi hitt feroyska samfelagið gjørt, um allar, kvinnur tóku tíni orð til eftirtektar og legdu ar- beiðið frá sær fyri at sitið heima og ansa smábern- um: Sjúkrahús, skúlar, flakavirkir, skrivstovur 0. s. fr.? Vit kundu lagt alt samfelagið lamið, um vit vildu, men vit gera tað ikki, ti vit fela okkum ikki meint raktar av tínum slgarmupolilkk sum tú trýxt. Jonhild Danbjerg Heinesen