Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN - Vetrarsiglingin hjá Smyrli: Óvæntað lítið at flyta til Foroyar Smyril fær nógv minni farm at flyta til Før- oyar enn frammanundan varð væntað. Skriving í donskum blødum ein orsøkin: metir Strandferðslan. Svíar vilja nú eisini royna seg í Norð- sjónum. — Vit rokna við, at hesin túrurin fer at geva umleið 300.000 kr. í brutto- inntøkum, segði stjórin á Strandferðsluni, Tummas Arabo, tá vit fyrrapartin í gjár spurdu um tel fyri vetrarsiglingina hjá Smyrli. Tummas Arabo upp- lýsir, at Smyril skal sigla inn 450—500.000 kr. um vikuna fyri at siglingin skal bera seg. Endalig tel fyriliggja ikki enn, men fyrstu vikuna vóru inntøk- urnar 175.000 kr. og eru tær síðani vaksnar til 300.000 kr. hesa seinastu vikuna, sigur Tummas Arabo. — Vit hava nógv minni at flyta til Feroyar enn vit hevdu væntað, sigur Strandferðslustjórin, sum metir, at ein orsekin til hetta er tann nógva skriv- ingin í donskum bleðum um, at vetrarsiglingin hjá Smyrli kann verða steðgað hverja letu. Hetta skapar ein vissan ótrygg- leika hjá viðskifta- fólkinum. Kapping í Norðsjónum Um eina viku fær Smyril kapping í Norðsjónum. Tá fer svenska skipafelagið Rotoline at sigla millum Gøteborg, Árhus, Stavanger og Aberdeen við einum Roll-on/Roll-off skipi. Ketilin fór í luftina Í síðstu viku fingu eini sethús í Hvalba stóran skaða av royki og vatni eftir at ketilin, sum stóð í kjallaranum sprongdist. Tað var beint fyri midnátt næstseinasta týsdag, at ketilin, sum var av tí slagnum, sum bæði kann brenna olju og kol, fór í luftina. Fólk var inni og fekk boðað frá beinanvegin, soleiðis, at eldurin ikki fekk stundir at breiða seg. Politiið á Tveroyri upplýsir, at hetta ikki er fyrstu ferð, tílíkar sprongingar henda har suðuri. Fyri einum mánað síðani var ein líknandi hending í einum húsi í Trongis- vági. Nú fer Dúgvan Síðst í hesi vikuni fer Dúgvan úr Feroyum til Guinea, hiðani hon er seld fyri 4 mill. kr. Tað verður feroysk manning umframt triggjar mans frá Guinea, sum skula sigla Dúgvuna suður til Afriku. Jógvan Sundskarð úr Klaksvík verður skipari, tá Dúgvan fyri seinastu ferð leggur úr føroysk- ari havn. Mett verður at sigl- ingstíðin til Guinea er 14 dagar. Jólamerki mánadagin Mánadagin byrjar sel- an av jólamerkjunum fyri í ár. Hesaferð hev- ur Fridtjof Joensen teknað merkið, sum vísir jólaljós í einum vindeyga. Merkið er prentað í Danmark og tað er í fýra litum við bláum sum hevuðsliti Jólamerkini kosta 35 oyru stykkið og 10 kr fyri eitt ark við 30 merkjum. Jólamerkisgrunnurin gevur út jólamerkið og fær vinningin av seluni Postverkið stendur fyri fram- leiðsluni og seluni. Eisini hava vit: Skinsakjøt - grind og spik - útvatn. saltfisk Handilin, har tygum fáa sett bilin P. A. RESTORFF „ hjá JÓGVANI Síða 7 VIKUTILBOÐ 200 gr. 9» 12X1 litr. 48” 10X1 kg 39% 85 i pk. å 250 gr. 5 TyPhoo te Longlife mjolk Swan hveitimjøl Rosinur Plantumargarin (SOLKILDE) aA 400 gr. Taffel Chips 100 gr. 2” 2/3 ds. 79 1 8% Ertrar + gularøtur Bakkasild stor gløs Valo vaskipulvur LUX uppvask te 11 Bio Henko Slaktarin: Stórkeyp: 6 kg steikir og suppukjøt, alt í einum bakka bert Malið oksakjøt ks IT Kjøtfars 1/2 kg ræstam fisk - kalvafisk o. m. a. Tlf. 14733 Tif. 13731