mikudagur 19. november 1980síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Rættar støddir á inn-
búgvi og amboðum
Í seinasta partinum, ið nevndist »Arbeids-
rørslur«, kom eg eitt sindur enn á hvønn
tydning, ið tann fysiska ramman, sum er
sethúsið ella íbúðin, og
innbúgv og
amboð hava á mannalikamið. Við bókling-
inum »Arbejdsbevægelser«, ið Statens
Husholdningsrád hevur givið út sum
grundarlag, nevndi
eg nøkur dømi um
hvørjar fylgjur, i ein skeiv arbeids- ella
hvilistøda kann hava á likamið. Í hesum
partinum skal eg koma eitt sindur inn á,
hvussu ið man kann fyribyrgja ein stóran
part av hesum likamsskaðum, við m.a. at
laga innbúgv, tól
og amboð eftir tí
einstaka persóninum.
&
Ymiskar støddir
Menniskjuni eru ógvuliga
ymisk í stedd. Meðan japa-
narar og kinesarar liggja um
góðar 155—165 cm í hædd í
meðal, liggja vit norðbúgvar
sm góðar 165—175 cm i
hædd i medal. Og fara vit til
Afrika, so finnast har fólka-
sløg, ið eru so sum
dvergar. meðan onnur liggja
yvir tveir hædd í
meðal
Men eisini feroyingar ímill-
um kann hæddarmunurin
vera rættiliga stórur, bæði
ímillum bern á sama aldri og
vaksin á sama aldri. Og
gomlum degum vóru forfedr-
ar okkara væl lægri í meðan,
enn vit eru í dag. Hetta kann
man sjálvur vissa sær við at
vitja gamlar, friðaðar bygn-
ingar kring oyggjarnar og
kanna eftir hvussu, ið rúm-
og hurdahæddir, borð- og
stólahæddir, seingjarlongdir
o.a. ofta vóru so mikið minni í
stødd tå, at ein feroyingur í
meðal stedd neyvan hevði
kunnað nýtt tey somu hús
við innbugvi í sama líki i dag
Men tað hevur sjálvandi eis-
ini havt sína ávirkan t.d. á
innbúgvið tá á døgum, at fólk
H+
le
=
sma
metrar
Ég
í ein ávísan mun bæði ar-
beiddu, sótu og lógu eðrvísi
enn vit gera í dag. T.d. nærm-
ast sótu nógv og svóvu í
koyggjunum, og tí var tað
ikki so neyðugt at gera tær so
langar. Tey sóru eisini meira
upprætt á stólunum tá. og ti
vóru stólarnir eisini hareftir
gjørdir rættir og beinir. Og
tey flettu seyð, kruvdu fisk
og arbeiddu ull á sjálvum
gólvinum — og tí var kanska
ikki brúk fyri nekrum borði !
Hús, innbúgv, tól
og amboð
Hús. innbugv, tól og amboð
sum verða framleidd í dag,
verða sum oftast tilevnaði so-
leiðis, at tey í so stóran mun
sum gjerligt passa til tann
einstaka brúkaran. Men tá ið
tað bara innanfyri ein ávísan
fólkabólk sum t.d. okkum fer-
oyingar, er so stórur munur á
frá persóni til persón í hædd,
er tað klárt, at her verða
nekur eftir, har ið steddin á
lutinum ikki kemur at passa
til teirra. Hetta serstakliga tá
ið man veit, at t.d. so stórir
lutir sum hús, bilar og eins-
takir meblar ikki finnast í
ymiskum »nummar-
støddum«, sum vit kenna tað
ffa skóm, toyi og eðrum
klædningi. Eitt demi um
hette vóru teir fyrstu japans-
ku bilarnir, ið komu til Fer-
oyar. Hesir vóru so trongir,
at ein meðan persónir í hædd
sat ógvuliga kroystur í
teimum, av tí at teir vóru æt
laðir til fólk, ið vóru nógv
minni enn vit í hædd
Brúkarin ræður
Men meðan brúkarin ikki
ræður yvir húsa- og bila-
steddum (her meinast við
steddina á tí einstaka húsa-
ella bilslagnum), hevur hannn
nógv sterri ávirkan á stødd-
ina á innbúgvi t.d., so at tað
júst passar til hann. Men
nýtir hann altíð henda megu-
leika? Nei, tíverri. Hetta
kunnu fysioteurapeutar og
onnur serken innan manna-
likamið fortelja okkum alt
um. Men meðan hesin sami
brúkarin, sum er ógvuliga
erkvisin í aðrar mátar, sum
t.d. tá ið hann skal velja
klæðir og annað, ið passar
júst til hann — her er ofta
talan um millimetrar — ja, so
tekur hann sær ofta av
lettum, tá ið tað kemur til
innbúgv, sjálvt um hesir
seinnu lutirnir eru nógv dýr-
ari enn teir fyrru, um tað
skuldi gjerst neyðugt, vegna
skeiva stedd, at skifta teir út
við aðrar meiri hóskandi
lutir.
Og hverjir eru so hesir
»héskandi« lutirnir. Jú, tað
eru lutir, ið viðkomandi kann
nýta at standa ella sita og
arbeiða við, kann sita og eta
við v.m., kann sita ella liggja
og hvíla sær í o.s.fr. — uttan
at kroppurin fær óneyðugt
fortreð av hesum. Hesir lutir
kunnu býtast upp í fylgjandi
bólkar: Arbeiðsborð til
standandi arbeiði, stórlar,
beinkir og krakkar til at sita
og arbeiða, eta o.a. á, borð til
sitandi arbeiði ella at sita og
eta við v.m., bleytir stólar og
sofur at hvíla seg í, sengur og
líknandi at sova í, og reolir og
skáp at goyma lutir í.
Innbúgvið og
mannakroppurin
Av tí a hver einstakur brúk-
ari sum áður nevnt, er
ymiskur í stedd og kropps-
bygningi (hábeintur, lábeint-
ur 0.sfr), er tað eingin
húsateigurin
v/ Bjarka Højgaard
møbla- og innrættingarark. DMI
2,
p
13cm 20cm
»tabel« yvir, hvussu ið måtini
á innbúgvinum skulu verða
til ein ávísan aldursbólk. Tó,
finnast nakrar reglur, ið tann
einstaki brúkarin kann rætta
seg eftir. Taka vit teir eins-
teku meblarnar í tí raðfylgju
sum teir eru nevndir oman-
fyri, siga hesar reglur okkum
fylgjandi.
Arbeiðsborð til standandi
arbeiði eiga at verða í einari
hædd upp frá gólv, ið svarar
til 10—15 cm undir alboga-
hædd. Verða tól nýtt í stand-
andi steðu, ið krevja nógvar
armkreftir, so sum borimask-
inur, rerimaskinur ella bara
at knoða eitt breyð, eigur ar-
beiðshæddin her at verða
einar 5 cm lægri enn tann
fyrra. Eitt undantak í samb
við standandi arbeiðsborð
eru teir sonevndu skrivipult-
arnir. Av tí at hesir vanliga
hava eina flatu, ið hellur á
skák úteftir og at ein tí ikki
noyðist at toyggja seg inn
yvir plátuna, kann henda
borðplátuhædd verða í eini
hædd, ið svarar til undirkant
alboga, ella 10—15 cm oman-
fyri vanliga, standandi borð-
plátuhædd (mált upp til
niðara kant av skriviplátuni).
Sitihæddin á stólinum,
beinkinum ella krakkinum
eigur at svara til longdina á
beinunum, mált frá ilini til up
undir knæsbótarnar. Og siti-
dýpdin hevur her eisini sín
stóra týdning. Ein tummil-
fingraregul sigur, at hæddin í
setrinum frá gólvi, pluss
dýpdin á setrinum, ganga við
tvey skal svara til hæddina á
persóninum. So um hesin
liggur um 176 cm í hædd og
hann situr væl á stólinum,
sum hevur 45 cm sitihædd,
eigur tann rætta sitidýpdin
hjá honum at verða 43 cm (45
+ 43 x 2 = 176 cm). Tað vil
við eðrum orðum siga, at
hægri vit fara við stólasetr-
inum, grynri verður tað (barr-
stólar t.d.), og lægri vit fara
við setrinum, djúpari verður
tað (hetta er tó mest vanligt
at síggja við lágum og
djúpum sofameblum). Men
felags fyri ell hesi stólaslog
er, at kroppurin fær loyvi at
verða so upprættur sum
gjørligt. Krevur arbeiðið, at
man skal toyggja seg inn yvir
eitt borð t.d., er tað ein fyri-
munur, um stólasetrið kann
sveiggjast framyvir. Eisini
hevur tað stóran tydning, at
ryggurin í hverjari einstakari
steðu verður styðjaður av
einum stólabaki, ið eigur at
sita beint omanfyri lendarn-
ar, og sum kann flytast aftur
og fram. Er stólurin so mikið
hegur, at beinini ikki rekka
niður á gólv, eigur hann at
hava innbygdan fótstuðul,
ella at ein leysur fótstuðul
verður nýttur ístaðin.
30
Ein borðhædd til vanligt
sitandi skriviarbeiði t.d. kann
eisini nýtast til spísiborð,
fundarborð v.m. Hæddin á
hesum borðunum eigur at
verða soleiðis, at beinini (her:
lerini) ganga væl millum
stólasetur og niðara part av
borðplátukonstruktiónini. He-
sin fráleiki svarar til 20—25
cm. Rætta > bordhæddin
verður so: Sitihædd + frå-
leiki millum hesa og borð-
plátukonstruk. + borðplátu-
tjúkd. Verða tól so sum
skrivimaskinur, seymimask-
inur o.a. nýtt i sitandi stødu,
eigur arbeiðshæddin her at
verða einar 5 cm lægri. Til
sitandi arbeiði so sum tekn-
ing 0.a. er tað ein fyrimunur,
um borðplátan kann sveiggj-
ast, so at man ikki noyðist at
sita við boygdum ryggi
innyvir borðplátuna.
Sofameblar og aðrir bleytir
meblar eiga fyrst og fremst
ikki at verða ov lágir. ov
djúpir og ov bleytir, so at
man noyðist at toyggja seg
nógv framyvir hverja fer ma
nskal rekka yvir at sofaborð-
inum ella at koma burtur úr
teimum aftur. Hesir meblar
eru ætlaðir at sita leingi í, og
ti eiga teir at geva góðan
stuðul til rygg. nakka og
kanska armarnar við. Tað er
t.d. ein fyrimunur hjá so-
nevndum — lesi-lenistoli, at
setur og stólabak (við nakka-
stuðli) kunnu sveiggjast
SOSIALURIN
aftur og fram, so at man ikki
noyðist at sita í somu steðu
alt ov leingi í senn. Gomul
fólk, ið oftani líða undir
ymisk sliteyðkenni sum gikt
0.a., sita best í einum ikki ov
bleytum lenistóli, ið er einar 5
cm hægri enn ein vanligur
stólur av sama slagi. Hartil
skal hesin stólurin ikki verða
ov djúpur og ov afturá-
boygdur.
Sengurnar eiga at verða so
mikið langar og breiðar, at
viðkomandi persónur væl og
virðiliga fær ligið útstrektur
og fær vent sær í teimum.
Undirlagið eigur ikki at verða
ov bleytt og hæddin frá gólv-
inum upp til yvirkant á
madrassu eigur ikki at verða
lægri enn 5 cm undir stóla
sitihædd til viðkomandi
persón, annars verður seingin
ov tverlig at reiða upp og at
koma upp úr. Eg skal ikki
koma nærri inn á hetta mál,
av tí at hetta er ein grein, ið
væl og virðiliga hevur verið
vidgjørd í blødum og tíðarrit-
um í samband við útbjóðing
av madrassum og seingjar-
sløgum.
Skåp og reolir eiga at verða
soleidis tilevnad, at man
røkkur upp til ovastu hill og
at man sleppur til nidastu hill
uttan hóvasták. Er tann
niðasta hillin so mikið djúp,
at man noyðist at liggja á
kneum fyri at rekka inn á
botnir í henni, er tað ein fyri-
munur um henda hill og
kanska tann næsta við kunnu
trekkjast út á glíðarum.
Í næsta partinum skal eg
koma nærri inn á hetta og
umskriva tað til talstøddir til
hvenn lut sær, umframt
onnur viðurskifti ið hava
týdning í hesum sambandi.
|
|