Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Vit mugu lyfta í flokk, um tað skal vera heild- ini at gagni Mortan Mørk valevni til Havnar byråd å lista A A A Nu nærkast býráðsvalið Tað merkir enn einaferð at hverja ferð postboðið kemur, fært tú eitt ella fleiri blød við myndum at havnarborgarum, bæði monnum og kvinn um, sum siga seg vilja gera tað besta fyri Havn- ar kommunu, og tað fólk, har býr. Eingin flokkur, hvat hann so enn eitur, ella hvussu góð hansara stevnuskrá er, kann gera nakað einsamallur. Vit mugu tí velja menn og kvinnur, sum vilja arbeiða saman. Tað ræður ikki um at skunda sær so nógv og royna at fáa sín vilja framdan, kosta hvat tað vil. Við ø.0.: Mín hugsan er rett, um eg so skal skupma allar hinar meiningarnar og hugsanir til viks. Ein fær einki stórmál, so sum sosial-mál, skúla- mál, skattamál, ítróttar- ella svimjihell og vega- gerð igjøgnum einsa- mallur. Ei heldur tann mest átroðkandi spurningurin í dag, góð hús at búgva í hjá øllum, ung sum gomul, í Havnar kommunu, um tað er so fyri longri ella tíðarskeið. Nei! her mugu vit lyfta í flok, um tað skal vera heildini at gagni. Ein hevur altíð nakað at teinkja yvir og fýlast á. Hjá mær er tað serliga kloakviðurskiftini i øllum teimum nýggju býarpertunum og ikki at forgloyma brunnarnar til vegristirnar. Kloak- viðurskiftini eru fleiri staðni út av lagi vánalig, illa umhugsað og illa um- sitin. Brunnarnir í veg- unum eru djúpir og nógvir, men tað nyttar lítið, at ein vegrist er 120 cm djúp, tá avlopið er 20 cm frá botninum. Eitt annað, sum liggur mær nær, eru arbeiðs- viðurskiftini hjá arbeiðs- fólkunum hjákommun- uni. Er man vanligur ar- beiðsmaður, skrivstovu- fólk, verkfreðingur ella annað fastlent, máttu treytirnar verið tær somu. Tá pengarnir eru uppbrúktir, er tað bert tað úti-arbeiðandi fólki, sum kennir sviðan av, at kassin er tómur. Um kassin er tómur, er hann tómur fyri ell, sum vera lent av Havnar kommunu ! stytri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag FUNDUR Suðurstreymoyar Javnaðarfelag heldur fund í kveld ki. 19,30 á Hotel Føroyum. Fundarskrá: Býráðsvalið, løgtings- valið og politiska stødan. Nevndin SOSIALURIN Vit lova ikki gull og grønar skógir: — Men tess fleiri javnaðar- menn tess betri loysa vit málini Javnaðarflokkurin fer til hetta val við tí áliti at vera sterkari eftir valið til býr- áðið fyri at kunna arbeiða við teimum nógvu málum sum álagt verða býráðnum, tá ið tað fer til verka Javnaðarfl. lovar kortini ikki »Gull og grønar skóg ir«, men vit lova at gera okkara besta til, at Havn- ar borgarar ikki verða leiddir út í óferi og at býurin fer á húsagang. ti tað gongur tann vegin og tað við lít. Vit heita til hetta valið á borgararnar at fáa fleiri Javnaðarmenn inn í býr- áðið til at fáa skil á óskil- inum, tí eitt íslendskt orðatak sigur »Å skal að ósi stemma«. Nú fara vit skjótt at hugsa um jól og jólagaý- ur — og nógv verður biðið um — av gávum. 1 Javnaðarfl. vil geva við hjálp frá Havnar borgarunum eitt sterkt og gott býráð — við 3—5 um- boðum frá okkum ikki so at skilja, at teir bådir sum vit hava ikki klára sínar uppgávur Jú, so sanniliga hava teir har, ikki ligið á tí letu síður Men tess fleiri vit hava í býráðnum frá Javnaðarfl tess lættari verður at arbeiða við teim nógvu uppgávum, sum híða, og at fremja tær hugsjónir mið og mál sum Javnað- arfl. stendur fyri „By ens bedste og borgerens vel« er tað, ið vit vilja. Nekur mál, eg kundi hugsað mær at fáa fram koma bæði ungum og gomlum til góðar i. Ókeypis koyring við Bussleiðini fyri fólk 65 ára aldur og eldri 2. Fleiri bussar til fólk í rullustélum 3. Fåa løgregluna meira åt i Havnargøtur, serliga Halldór Jóhannsson valevni til Havnar býráð á lista Á smábátar í Havnini 5. Fleiri kristiligar bekur á Barn barna og Byarbékasavn- ið 6. Burtur við (ella banna) kioskum nærri skúlum okkara — serliga barnaskúlum. 7. Styðja nevnd Meinig- heitshúsins, at fáa byggi- loyvi til nýtt meinigheits- Fáa vit framt hesi punk- tini og øll ynskini hjá hinum valevnunum, er tað ikki arbeiðsleysur Javnað- arfl. sum situr í býr- áðnum. Arbeiðið verður lættari tess fleiri vit eru. Vit javnaðarmenn koma til at enn at hava annað at gera seta stykki fyri og annað eftir blødini, so ein er blivi: heilt bilsin um, hvar hesi tøl koma til sin rætt Nei, nei Ingen) Mohrs somheder. Góðu Havnarfólk, sitið ikki heima tann 1. dec., men metið upp og setið x við lista A — lista javn- aðarmanna. Tann krossurin fer ikki til spillis. Gott veður, gott val. eiit rokn Tórshavnar býur er ikki sterri enn so, at tað skuldi borið til at havt eina neyva samvinnu millum tey fólkavaldu og borgar- arnar. Men so er ikki í ellum forum. Fleiri demi i ár vísa, at teir fólkavaldu ikki virða arbeiðið hjá áhugabólkum og felags- skapum serliga hegt. Eg skal taka trý dømi: Dagstovnafelagið hevði eini hús á hondini, sum sambært sakkunnleikan- um vóru egnað til ein minni dagstovn. Felagið hevði útvegað tekningar til broytingar og ábetur av húsunum, gjert kostn- aðarmetingar yvir hetta arbeiðið og kostnadarætl- an fyri rakstur av stovn- inum. Hetta tilfarið sendi felagið býráðnum. Men gakk Sosiala nevnd býráðsins samtykti eina tilráðing til býráðið um at keypa húsini, men býráðið bar seg so seint at, at húsini fóru til annan keypara! Tað sama endurtók seg, tá Dagstovnafelagið hevði gjert líknandi arbeiði við- víkjandi einum húsum, sum felagið hevði ætlað til eitt frítíðarheim fyri skúlabern. Í hesum føri var eisini ein tervsmeting gjørd í samstarv við Ven- jingarskúlan. Sosiala nevndin góðtók ætlanina, men málið kom Býráðið lorkaði tveir dagstovnar burtur Hirdi ikki at svara mótmæli frá eigarafelogum um vegagerð gjøgnum nåtturuøki ikki fyri byrådid, fyrrenn ov seint var. Husini vóru seld fyri nesini á býráðn- um! Annars hevur býráðið sagt seg sinnað fyri at taka undir við slíkum upp- skotum og samstarvi við áhugabólkar. Men tað er givið, at ein slík framferð hjá býráðnum drepur áhugan og virkisfýsni hjá slíkum áhugabólki, sum var farin til verka í álvara, tí tervurin er stórur á dag- stovnum. Tað triðja demi hevur kanska ikki so stóran týdning, men tað vísir eis- ini virðing býráðsins, ella býráðsformansins, fyri áhugafelagsskapunum. Talan er um leingjanina av Oluvugøtu gjøgnum eitt vakurt koloni-havaøki å Ternuryggi. Nevndirnar í eigarafel-' agnum á Ternuryggi og Oman Hoydalar mótmæltu vegagerðini. (Býráðslimir vistu annars lítið um arbeiðið, hóast leingjanin var 1. grein í Jóhann Mortensen valevni til Havnar býráð á lista A TTRKRKA—m— samanleggingar-sáttmála- num millum Tórshavnar og Tórshavnar uttanbýggjakommun- ur!!!). Mótmælini komu inn í september 1979. Tey vóru ongatíð viðgjerd — eftir tí sum frættist — men í summar tók blaðskriving seg upp um vegagerðina og ein býráðslimur legði málið fyri býráðið. Minnist meg rætt, varð málið beint í byggi- og byarskipanarnevndina, har mótmælini lógu. Byråds- formaðurin legði annars afturat, at arbeiðið upp á leingjanina skuldi steðgað, til nevndin hevði tikið steðu til mótmælini. Um mótmælini nakrantíð vórðu vidgjørd, er ikki komið fram, men dagarnar eftir býráðsfundin varð ferð sett á arbeiðið. Hesa lagnuna fekk eitt mótmæli frá einum eigara- felag. Soleiðis varð ynskið skúgvað til viks. Og so- leiðis kvetti býráðið eitt samanhangandi náttúru- eki í tvey. Býráðið kundi borið seg oðrvísi at. Tað hevði t.d. verið nóg mikið at gjørt eina minni breyt eystur á Flat og í vegin Oman Hoydalar, tí tann komandi býlingurin á Flat kundi fingið annað vega- samband oman í býin. Eftir mínum tykki vísa hesi demini eitt tverrandi samstarv, sum eigur at vera millum býráð og borgarar fyri at loysnirnar í sterst meguligan mun eru í tráð við ynski borg- aranna og heildini at gagni. Kunnu borgarar lata sær slíkt lynda? Um tygum ikki halda tað, so vel lista A.