mikudagur 26. november 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
É[————————|—————[—[—] ————
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Hvorki hegni
ella vilji
TAÐ ERU NÚ stívliga tvær vikur síðani úr-
slitið av valinum lá greitt. Sum kunnugt vísti
hetta úrslit eina ávísa bending til hegru, og
hevur tí verið mett, at komandi landsstýris-
samgonga fór at vera mannað við borgarlig-
um flokkum.
SUM STÓRSTI flokkur á tingi tók Sam-
bandsflokkurin fyrsta stigið til samráðingar
flokkana millum. Fundir hava verið millum so
at siga allar flokkar, uttan at nakað sum
helst úrslit — ella nøkur sum helst ábending -
til slíkt — er í eygsjón. Hetta kann tó íkki
undra nakran, tá ein veit, at tað var Sam-
bandsflokkurin sum skuldi standa fyri roynd-
unum til nýggja samgongu.
VANLIGT ER, at tann flokkur, sum býður
ødrum til samráðingar, kemur við einum upp-
leggi, sum samráðast kann um. Hetta hevur í
hvussu er Javnaðarflokkurin gjørt tær ferð-
irnar, hann hevur staðið fyri tílíkum samráð-
ingum. Men so er ikki við Sambandsflokk-
inum. Hetta upplegg kann hann ikki gera
sjálvur, men vil hava aðrar at gera tað fyri
seg.
TAÐ ER HELST eingin, sum ikki er sinnaður
til at hjálpa Sambandsfiokkinum at gera tílíkt
arbeiði, sum hann sjálvur ikki er førur fyri,
men lítið innbjóðandi má tað tykjast at vera,
tá ein sær hvussu nyttuleyst tað er at hava
nakað við handa flokkin at gera, tá vit hugsa
um, hvussu maktarleysur hann stendur yvir
fyri tí, sum hann hevur bjóðað seg fram til.
TÁ EIN HVORKI hevur hegni ella vilja eru
bert eini ráðini. Og tað er at geva ðrum
skuldina. Í einum práti við seg sjálvan í
Dimmalætting seinasta leygardag sigur for-
maður Sambandsfloksins, at teir ikki hildu
orsøk vera at leggja nakað tilfar fyri Javn-
aðarflokkin, tí hann kravdi, at teir borgarligu
fyrst skuldu samráðast og koyra fastir,
áðrenn Javnaðarflokkurin fyritekur sær
nakað.
HETTA ERU so grov ósannindi, sum bert for-
maður Sambandsfloksins kann servera.
Javnaðarflokkurin hevur altíð — og eisini á
fundi við Sambandsflokkin — gjørt púra
greitt, at tað var upp til Sambandsflokkin um
framhaldandi tingingar flokkara milium
skuldu fara fram, men kravdi, at Sambands-
flokkurin kom við einum uppleggi, so nakað
var at samráðast um. Hetta kann ikki vera
meir enn rímuligt.
Eru suðringar dovnari enn
SOSIALURIN
onnur?
Soleidis kundi yvirskriftin
hjá Dagblaðnum nr. 87
1980, har spurt verður um
suðringar gjalda minni
skatt enn onnur. Greinin
er prógv um, at blaðmenn-
irnir incl. blaðstjóran ikki
duga at viðgera tel. Eitt er
tað at teir ikki duga at við-
gera tel, men tað at teir
brúka teirra månglandi
roknikunnleikar at
stempla ein part av fólk-
inum.
Suðringar skulu
stemplast sum dovnir, 6 %
fleiri arbeiða í Norður-
oyggjum.
Suðringar skulu stemp-
last sum vánaligir skatt-
gjaldarar, meðalskatturin
er 4.000 kr. hægri pr.
skattgjaldara í Neorður-
oyggjum.
Tá Dagblaðið nú er farið
í hernað móti suðringum,
so hví ikki funnið nekur
prógv fyri, t.d. at suðring-
ar høvdu minni heilarúmd
enn onnur. Í staðin fyri
onnur kundi ein sagt: Suð-
ringar hava minni heil-
rúmd enn fólk. Tað er
ógvuliga lætt at skapa ra-
sistiskar = teoriir, men
sjálvandi er problemi, at
suðringar líkjast ikki so
nóg burtur úr restini av
fólkinum, serstakliga tá
hugsa verður um, at
nógvir suðringar eru eftir-
komarar av fólki norðan-
ífrá, sum flutti suður tá
góðu tíðirnar vóru
sunnanfyri. Men
Dagblaðið kundi farið og
ført eitt registar, sum
vísti hverji hoyrdi til suðr-
iðarrasuna, soleiðis at ein
altíð kundi forfylgt
teimum. Tríggjar genera-
tiónir í Suðuroy, so hoyrdi
tú til rasuna.
»Et er søkort at
forstaa ...« Dagblaðið
hevur ferð eftir ferð roynt
at brúka tel, men íkki
nyttar, teir duga ikki at
skilja tølini, og kortini
halda teir fram.
Fyri tað fyrsta dugur
blaðmaðurin ikki at rokna
við medaltølum. Meðainn-
tøkan fyri Suðuroynna
verður roknað soleiðis
(Metodan hjá Dag-
bladnum).
Medalinntøka
Hvalba 42733
Tvøroyri 46393
Fåmjin 36620
Hov 38703
Porkeri 46934
Vågur 43466
Sumba 41192
Tils.: 296041
Medalinntøka:
296041 : 7=42291
Meðalinntekan eigur at
vera roknað soleiðis:
Tal av skattgjaldarum x
meðalinnteku fyri hverja
bygd, sum verður lagt
saman og dividera við
samlaða talinum av skatt-
gjaldarum. Av tí at kunn-
leikin er so lítil verður
neyðugt at rokna tað
igjøgnum fyri tykkum:
Hvalba:
452 x 42733=19315316
Tveroyri:
1287 x 46393=59707791
Fámjin:
83 x 36620 = 3039460
Hov:
97 x 38703=3754191
Porkeri:
208 x 46934=9762272
Vågur:
1017 x 43466 = 44204922
Sumba:
342 x 41192=14087664
Meðalinnteka pr. skatt-
gjaldara: 153871616:3486
=44140 kr.
Fyri Norðuroyggjarnar
er sami feilur gjørdur,
bara við tí úrsliti, at með-
alskatturin verður samb
Dagblaðið 39048 kr
meðan hon, um hon varð
roknað rætt út 52244
kr./skattgjaldara.
Í procent av samlaðu
skattainntøkuni gjalda
suðringar 29,6 % í skatti.
Fyri Norður-oyggjarnar
er talið: 33,3 %, men har er
samlaða skattainntekan
góðar 29. milj. meira, og
við teimum progressión-
um, sum eru í skattalógini
skuldi hetta helst givið
eitt hægri procent í mun
til samlaðu inntekuna.
Blaðmaðurin endar
greinina vid: »Nevnast
kann eisini, at vit i kom-
andi greinum fara at koma
við líknandi frágreið-
ingum um misjavna í so
måta«. Mini ráð eru: Læri
tykkum tann mest grund-
leggjandi praktiska statis-
tikkin áðrenn tit fara út at
spyrja búskaparkenar! Eg
fari at vera á einum máli
við Paula Ellefsen: Tg- til
Dagblaðið í rokning.
Jens Dalsgaard
Høgraekstremistar?
Valstríðið hevur ikki i
ellum førum verið so sak-
ligt sum tað átti. Sum til
demis Adolf Hansen og
fleiri við honum ið hava
tikið til orða fyri einum
strangari eftirliti við setan
av almennum stervum,
bæði tá ið talan er um
»lyklastødur« og í skúlum.
Her mugu fríteinkjarar,
kommunistar og tílík ikki
sleppa framat.
Hvussu hetta eftirlit
skal fremjast verða eingi
demi givin um, men tað
rennur kalt niður eftir
rygginum, tá ið eg hugsi
um, at her kyknar upp tað
»Berufsverbot«, (vinnu-
bann), ið ræður í Vestur-
týskalandi, har hver tann,
ið sekir alment starv,
verður gjella útspurdur
um sína politisku áskoð-
an, eisini sjálvt um hann
ella hon hevur bert arbeitt
innan fyri ein politiskan
flokk, ið er alment viður-
kendur, legliga og demo-
kratiskt. T.d. ein demo-
kratiskur sosialistiskur
flokkur.
Kommunistaræðsla rak-
ar tískil ein hóp av sak-
leysum menniskjum, ið
eru langt frá at vera ein
hóttan fyri samfelagsskip-
anina, rakar tey við tað at
hon forðar teimum í at fáa
arbeiði. Hetta stríðir ímóti
grundfestum mannarætt-
inum, tryggjað í grundlóg-
ini: At ein og hver hevur
óskerdan rætt til arbeiði
uttan mun til kyn, flokk,
trúarbólik ella politiska
áskoðan.
Men grundlógina lata
vit okkum liggja á lettum,
um bert vit fáa sett hvøkk
í fólk, so at tey atkvøda
fyri okkum, við at billa
teimum inn, at undirgrav-
andi virksemi fer fram
rundan um okkum, ella
hvussu?
Allir demokratiskir
borgarar eiga hiðani frá at
vera á varðhaldi, tí er ikki
júst »Berufsverbot«
størsti vandin fyri skerjan
av ti persónliga frældi og
fólkaræði i einum landi,
sum annars sigur seg vilja
verja demokratiið ímóti
ollum undirgravingar-
virksemi ?
Tað er torfert hjá
okkum at verja okkum
ímóti tí fyribrigdi, ið kall-
ast »beinleidis Berufsver-
bot« sum stutt og greitt
merkir, at fólk, ið søkja
starv, ferð eftir ferð verða
umlopin, hóast tað, at tey
uppfylla tey krev, ið
kunnu setast, hetta orsak-
að av sleyði um, at tey
skulu eitast at vera
»reyå«.
Framúr væl ber hetta til
i timaløntum størvum hjå
privatum arbeidsgev-
arum. Sagt verður ikki:
Eg seti ikki handan mann-
in í starvið, tí tey tíðindi
ganga, at hann er sosia-
listur, nei, tað verður
sagt: Okkum tervar ikki
fólk í letuni (og lýsa so av
nýggjum dagin eftir eftir
fólki), ella: Hann dugir
ikki til hetta arbeiðið.
Hitt almenna átti ikki at
tikið í brúk sovorðið lag ið
stríðir ímóti grundlógini,
og at brúka trúnna sum
skálkaskjól til at bróta
grundlógina er ikki bara
óhóskandi men beinleiðis
andstyggiligt.
Tað, at so lítil ansur
hevur veirð veittur
teimum reddum, ið undan
valinum hava kravt
censur av persónligum
viðurskiftum, sum
politiskari og átrúnarlig-
ari áskoðanum hjá fólki í
almennum størvum,
bendir á, at annaðhvert
verður undirgravingin av
fólkaræðinum góðtikin,
ella at skilið longu er so
ringt, at eingin í hesum
landi torir at mæla ímóti
av ótta fyri sjálvur at vera
skuldsettur fyri at vera
vinstrasinnaður og tí
verða jagstraður,
meguliga frákoyrdur av
somu orsek.
Er demokratiið longu
fokið ella hevur tað ikki
verið til?
Liva vit í einum eiti av
einum fólkaræði, ella er
okkum loyvt at hopa, at
orsekin til tá lítlu mót-
steðuna ímóti tí frábodna
»Berufsverbot« er at
eingin ella næstan eingin
tekur hesar reddir í
álvara?
Spurin
Vilja tygum trivna, javna og tryggleika? so vel lista Á
— javnaðarlistan