Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Løgtingsvalid á Sandi: Brævatkveðurnar Tá valið var av, trúu vit, at nú var valt. Men so var ikki. Í hvussu so er ikki her á Sandi. Sambært tíðindi í Sosi- alinum, er okkurt sera legið hent her suðuri Okkurt, sum hevur fert til, at kriminalpolitistur og landsstýrisfulltrúi hava verið her og kannað embætisfersluna hjá sýslumanni og valnevnd. Tíðindini í Sosialinum og úttalilsir frá valnevnd- arliminum Hanusi Jo- hannesen hava skakað meg og mong onnur. Ti smbrt. Sosialin leygardag- in, sigur Hanus Johanne- sen, at hann ikki skilur sýslumannin og tey fólk sum halda seg til javnað- arflokkin, at tey heldur vilja liggja undir mistanka enn at reinsa seg. Um sýslumaðurin heldur vil liggja undir mis- tanka enn at reinsa seg, verður hann sjálvandi sjálvur at taka steðu til, men fyri okkum onnur, sum halda okkum til javn- aðarflokkin og lesararnar annars, skyldar blaðið at greiða hetta álvarsama mál, hetta mál sum luktar langan veg av ósegdum injurium og innballaðum skuldsetingum um em- bætismisbrúk. Tí tað sum higartil hevur staðið í Sosialinum hevur bara gjørt málið alsamt fløktari og meiri mystisk fyri FØROYSK JÓLAKORT Í HEILSØLU dupult og einkult Pf. Hjalmar Jacobsen Bókhandil Tlf. 11584 - Tórshavn SOSTALURIN hverja ferð. Tí: 1) Hvussu ber tað til, at kriminalpolitisturin Suni Winther kom suður til Sands at kanna arbeiðið hjá sýslumanninum og valnevndini, tá valnevnd- in frammanundan ein- mælt hevði góðkent valið og valúrslitið. Hver sendi politiið suður og hver var grundgevingin fyri hesum ? 2) Er tað meguligt hjá Póli og Peri at boðsenda Suna Winther, og biðja hann í tíð og úrtíð koma at kanna „embætisfersluna hjá embætismonnum kring landið, hóast ongin klaga er, og hóast ongin mistanki um nakað sum helst fyriliggur ? 3) Hver er tann mistank- in, sum Hanus Johanne- sen hevur, til okkum sum halda okkum til javnaðar- flokkin, tá hann sigur at vit heldur vilja liggja undir mistanka enn at reinsa okkum ? Hesir og aðrir spurning- ar eru av allarstersta týdningi at fáa greiddar sum skjótast. Tí eg kann valla hugsa mær, at teir ymsu partarnir í hesum máli kunnu góðtaka, at seinasta orðið er sagt. Tá eg sigi ymsu partarnir, hugsi eg ikki minst um javnaðarfelagið í oynni, ið umboðar teir 253 javnað- arveljarnir, sum hava fingið at vita, at teir áttu at reinsa seg, men ikki hvat teir skulu reinsast fyri. Og eg hugsi um Sosi- alin, sum hevur reist hetta málið, at tað er blaðetiskt skeivt at gevast nú, meðan alt enn stendur sum ein hálvgitt gáta, við meguleika fyri ellum meguligum gitingum og illgitingum. Sandingur Veljið politiskt framum privat! Veljid ein heildarpolitikk framum einstøk mål! Veljid javnadarfolk opin. Bil til valstaðið ? Ynskja tygum bil til valstaðið i Havn, so kunnu tygum ringja til tele- fon 1 3059 ta tidina valhølini eru Sudurstreymoyar Javnadarfelag ur Leith PF SKIPAFELAGIÐ | > FØROYAR SEINASTA INNSKIPAN ÅDRENN JOL: úr Rotterdam 4/12 8/12